Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Tað er rætt og slætt ikki pláss fyri fleiri bilum í Havn. Tað heldur Marin Katrina Frý­dal, býráðslimur í Havn og forkvinna í Byggi- og býar­skipanar­nevndini hjá býráðnum. Býráðið hevur akkurát sam­tykt at seta tvey ferðslu­ ljós upp á vegnum í Markna­ gili fyri at fáa ferðsluna at ganga betur. Síðani Glasir læt upp, er ferðslan munandi økt har um vegir, og tað verður verri enn, tí har eru bæði nýggjur musikk­skúli, og nýggjur skúli á Fløtum, eisini í gerð. Sam­stundis verður arbeitt við at útvega byggilendi til fleiri bústaðir har um vegir. Sostatt fer ferðslan at økjast munandi og í tí sam­ bandi er ein heildarætlan gjørd fyri alt økið. Men nú hevur býráðið samtykt at seta fyrsta part av henni í verk. Í hesum sambandi er sam­tykt at skipa tveir vegir vegir til og frá Glasi við hvør sínum ferðsluljósi. Samstundis skal Markna­ gils­vegurin broytast, eitt nú skulu oyggjarnar mitt á vegn­um, takast burtur. Býráðslimur ósamdir Jákup Dam, formaður í tekn­ isku nevnd hjá bý­ráð­num, sigur, at hetta fer at kosta 13 milliónir krónur, men hann heldur, at tá ið tað er gjørt, fer ferðslan til og frá Glasi, at verða væl skipað. Men tað eru ikki allir bý­ ráðs­limirnir samdir í. Ein, sum sær svart upp á tað, er Tróndur Sigurðsson, tí hann heldur, at tey fara at fáa ómetaliga lítið burtur úr at brúka 13 milliónir upp á tvey ferðsluljós við Glasir. Ein stórur trupulleiki er, at ferðsluljós krevja breiðan veg við fleiri breytum, og tað er ikki í Marknagili, tí har er vegurin ov smalur. Bæði hann, og Heðin Morten­sen, halda eisini, at tað er eisini so stutt ímillum ferðslu­ljósini, at tey fara at forða fyri ferðsluni, heldur enn at fáa hana at glíða. Tí stúra teir fyri, at er tað ruðu­leiki har um vegir nú, verður tað hvaðna verri, tá ið ferðslu­ljósini eru sett upp. Tí vilja teir heldur hava býráðið at gera eina heildarætlan, har vegurin í hvussu so er, verður breiðkaður. Jákup Dam sigur, at donsku serfrøðingarnir hjá Ram­bøll hava kannað ferðslu­na og eru komnir til ta niður­støðu, at hetta er ein góð loysn. Og hann vísir á, at tað er ein heildarætlan løgd fyri alt økið við rundkoyringum ferðslu­ljóum og ymsum ábót­um. Tilsamans skulu eisini seks ferðsluljós setast upp á leiðini. Og tey bæði, sum nú verða sett upp, eru bara fyrsta lið í ætlaðu heildar­loysnini. Ikki framkomandi Síðani Glasir læt upp, hava eisini tey, sum búgva í granna­lagnum hjá skúlnum í Marknagili, funnist hvassliga at ferðsluni, tí tey siga, at síðani skúlin kom, hevur tað ikki verið framkomandi hjá teim­um. Tey sleppa hvørki aftur ella fram við bili, tí bilar í sambandi við Glasi, standa alla­staðni. Jákup Dam sigur, at hann hevur biðið teknisku deild hjá býráðnum taka tann ítøkiliga trupulleikan upp, soleiðis at støðan hjá teim­ um ikki skal vera verri enn hon var frammanundan. Ikki pláss fyri fleiri Tróndur Sigurðsson stað­ fest­ur, at samstundi sum at talið á bilum økist alla tíðina, er kommunan farin undir at smalka vegir. –  Vegirnir smalka alla­ staðni og tað ger enn meiri fortreð í ferðsluni, sigur hann. Og hann heldur eisini, at tað nyttar lítið at tosa um at menna Bussleiðina tá ið bussarnir ikki fáa koyrt, tí vegirnir eru so smalir, at proppur er í allastaðni. Jákup Dam staðfestur, at tá ið hugsað verður um ferðslu, eru tað ikki bara bilar, sum tey skulu hugsa um, tí tey skulu eisini hugsa um tey, sum súkkla og eru til gongu, og tey skulu eisini koma trygt fram. Hann hevur fingið at vita, at hóast vegir eru smalkaðir, lúka teir yvir­høvur tær treytir, sum onnur lond seta til veg. Marin Katrina Frýdal for­kvinna í byggi- og býar­ skipan­ar­nevndini stað­ fest­ur rætt og slætt, at tað er ikki pláss fyri fleiri bil­ um í Havnini og tí verður alneyðugt at menna buss­ leið­ina enn meiri, umframt at geva teimum, sum ganga og súkkla, betri umstøður. – Vit sleppa ikki undan at bøta um Bussleiðina, tí tíð­ in er komin har til, at tað er ikki pláss fyri fleiri bilum, og eg orki ikki tankan um, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp, tí tá verður ikki livandi í Havn fyri bilum, sigur hon. Hon sipar til, at met­ing­ ar vísa, at tá ið Eystur­oyar­ tunnilin letur upp, verður mett at tað fara at koma eini 2500 bilar fleiri til Havnar, enn tað gera nú. – Tað fer at elva til ein ruðu­leika av teirri aðru verð, stað­festur borgarstjórin. Eitt mál, hon hevur tikið upp í býráðnum, er tískil at gera eina serliga gøtu til fólk til gongu og á súkklu, og sum skal ganga frá Glasi, fram við Rættará og oman í býin. – Hon heldur, at tað kundi verið ein skjót og beinleiðis leið oman í býin. Tróndur Sigurðsson er samd­ur í, at tað er avgjørt ein gongd leið at gera fleiri slíkar gøtur, sum gera tað hugna­ ligt at vera til gongu. Ruðuleiki Annika Olsen, borgarstjóri, er sannførd um, at hevði veg­urin ímillum undir­sjóvar­tunnilin á Hvítanesi, og Havnina, verið gjørdur, hevði tað loyst ein stóran trupul­leika. –  Tað ætla vit at brúka einar 50 milliónir upp á hesi næstu árini, men so er eisini at vóna, at Lands­ myndugleikarnir eisini gera tann partin av vegnum, sum teir hava ábyrgdina av. Hinvegin er tað ongu nú greitt, at vegurin verður ikki liðugur, tá ið Eystur­oyar­ tunnilin letur upp. Tí sigur hon, at ein loysn, sum verður umhugsað, er at seta ferðsluljós upp við tunnils­munnan á Hvítanesi í eini roynd at stýra ferðsluni. IKKI PLÁSS FYRI FLEIRI BILUM Í HAVN Býráðslimir eru ikki sannførdir um, at tær loysnir, sum fyribils liggja í kortunum, fara at hjálpa nakað sum helst AÐRAR LOYSNIR Vegirnir í Havn tola ikki fleiri bilar og tí mugu aðrar loysnir finnar, halda býráðslimir í Havn