týsdagur 4. september 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
GREINING: Politiska stríð
ið á Tvøroyri millum sitandi
borgarstjóra, Kristin Michel
sen, og meirlutan í býráðnum
heldur fram.
Meirlutin, sum fyrst og
fremst er javnaðarumboðini
í býráðnum, royna nú aftur
at fáa borgarstjóran at velja
millum borgarstjórastarvið
og starvið, sum tingmaður,
umboðandi Javnaðarflokkin.
Meirlutin gjørdi annars
greitt, tá ið meirlutin kravdi
at nevndirnar í býráðnum,
vóru valdar av nýggjum, at
tey framhaldandi fóru at
lata býráðsformannin eisini
røkja sessin, sum tingmaður.
Men nú hevur pípan eftir
øllum at døma fingið eitt
annað ljóð. Nú sigur sami
meirluti, at borgarstjórin ikki
røkir sítt starv á fullgóðan
hátt og rógva framundir, at
hetta kanska kemst av, at
borgarstjórin hevur ov nógv
at gera í sínum tingarbeiði.
Torfør leið at ganga
Lat tað verða sligið fast
beinanvegin: tað skal ómeta
liga nógv til fyri at fáa ein
borgarstjóra frá.
Borgarstjórin
verður
valdur fyri alt valskeiðið.
Hann er væl vardur, tí tað
verða settar rættuliga harð
ar treytir til tann, sum átek
ur sær starvið sum borhgar
stjóri.
Ein borgarstjóri í teimum
størru kommununum, sum
sita í fullum starvi, skal, tá
ið hann er valdur, leggja
borgarliga starvið frá sær
umframt øll almenn álitis
størv, sum ikki beinleiðis
hava samband við starvið
sum borgarstjóri.
Kommunustýrið
kann
loyva frávik frá regluni í 4.
pkt, tá ið umræður størv sum
eru beinleiðis fólkavald.
Tað er júst hetta frávik,
sum
kommunustýrið
á
Tvøroyri hevur givið Kristin
Michelsen,so
hann
kann
røkja starvið sum tingmaður
eisini.
Onkuntíð hevur hendan
reglan verið tulkað so, at
hetta frávik bert er galdandi
til kommunustýrið tekur eina
nýggja avgerð, men nú bendir
alt á, at tað skal meira til.
Borgarstjórin er valdur
fyri alt valskeiðið og er tú
valdur í Løgtingið, so er
tað ein sessur tú hevur, alt
valskeiðið. Ongin kann taka
sessin frá tær undir van
ligum umstøðum.
Heldur
ikki
stendur
nakrastaðni
í
lógini,
at
kommmunustýrini
hava
hægri
mynduleika
enn
veljararnir og tí kunnu taka
ein tingsess frá nøkrum,
so tann vegin ber ikki til at
koma.
Røkja starvið
Sambært lógini um kom
munustýrir, so kann borgar
stjórin
missa
mandatiðå,
misrøkir hann starvið.
Men heldur ikki tann
vegin er lætt at koma, tí
borgarstjórar eru væl vardir.
Í
kommunustýrislógin
stendur, at ber borgarstjórin
seg undan at fremja tær upp
gávur, ið annaðhvørt eftir
hesi lóg ella kommunustýris
skipanini eru latnar honum
at umsita, kann kommunu
stýrið tilnevna ein annan
kommunustýrislim at røkja
hansara uppgávur.
Kommunustýrið
kann
í álvarsomum føri, ella tá
borgarstjórin ferð eftir ferð
ber seg undan at fremja
uppgávur sínar, fyribils velja
ein annan kommunustýris
lim sum virkandi borgar
stjóra
Kommunustýrið
tekur
tó ikki einsamalt avgerðina,
tí hon skal staðfestast av
landsstýrismanninum og
tá ið tað er gjørt, so skal
kommunustýrið leggja málið
til dómsvaldið til rættar
roynd.
Fyrr enn rætturin hevur
staðfest
avgerðina,
skal
borgarstjórin
ikki
víkja
sætið.
Tað vil siga, at hetta er ein
so knortlut gøta at ganga, at
hetta ongantíð í hesum føri
kemur uppá tal.
Løgtingsval er í seinasta
lagi 1.september næsta ár
og onki er sum bendir á at
nøkur skipan arbeiðir so
skjótt, at skuldi hendan leið
in verið vald, so er ongin av
gerð fyrr enn eftir eitt val.
So stríðið vit síggja er eitt
politiskt stríð millum fólk úr
Javnaðarflokkinum á Tvør
oyri.
Borgarstjórin er valdur
inn á uttanflokkalista og
hann verður sitandi sum
borgarstjóri, tíðina út.
Býráðsformaðurin á Tvøroyri
heldur fram í báðum sessum
Býráðsformaðurin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, heldur fram sum býráðsformaður og
tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tað sum eftir er av hesum valskeiðnum
Stríð hevur mangan verið innanhýsis í Javnaðarflokkinum í býnum. Nú
royna tey at fáa borgarstjóran at leggja annan sessin frá sær
Kristin Michelsen situr tryggur í sessinum, bæði á Tvøroyri og í Løgtinginum