Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102 TÍÐINDI Árni Gregersen Uttanríkismál eru farin at fylla rættuliga nógv í før­ oysk­um politikki, men tað gera tey eisini í hinum báð­ um limalondunum í Út­ norðurráðnum. Tað sæst eisini væl á dagsskránni hjá Útnorð­ur­ ráð­num, sum í hesum døgum hevur fund í Løgtinginum í Havn. Uttanríkisráðharrin úr Íslandi og landsstýrisfólkini úr Grønlandi og Føroyum, sum umsita uttanríkismál, eru boðin við á ráðsfundin at tosa um støðuna hjá útnoðurlondunum í nýggja geopolitiska veruleikanum. Stórar broytingar Leiðirnar í útnorði eru blivn­ ar nógv meira áhuga­verdar fyri restina av heimi­num hesi seinastu árini. Høvuðsorsøkin er, at ein siglingarleið er við at lata seg upp norðanfyri og ísurin bráðnar so mikið nógv, at at­gongdin til ráevni í undir­ grundini eru lættari at sleppa til nú. Stórveldini halda eygu við broytingunum. Tað er ongin loyna, at Russland og USA hvør í sinum lagi royna at kradda sær so stóran part av hesum øki, sum til ber, men nú sæst áhugi eisini frá øðrum stórum londum. Vit hava hoyrt um kin­ verska áhugan fyri Grøn­ landi, men tað er eisini ein hópur av heimsins londum, sum royna at ryggja sær pláss í Arktiska Ráðnum, tí metinganar eru, at hetta ráð, fer at hava eitt avgerandi orð at siga um, hvat skal henda á arktisku leiðunum. Tað eru júst hesi viður­ skifti, sum formansskapurin fyri Útnorðurráðanum hev­ ur valt at varpa ljós á á fundi­ num í Havn. Orðaskifti Tá ið fólkini sum umsita uttan­ríkispolitikkin høvdu lagt fram, var høvi hjá luttakarunum á fundinum at koma við spurningum og gera viðmerkingar til tað sum var sagt. Har er sjalvandi eisini annað á dagsskránni. Ráð­ið kemur vanliga við til­mælum til stjórnirnar í lima­lond­unum um, hvat eigur at verða gjørt á ymiskum økj­um. Millum annað er vanliga rættu­liga stórt orðaskifti um ferðavinnuna her á okkara­ leiðum. Serliga er tað í Íslandi, at talið av ferða­ fólkum er vaksið nógv, men tað sama hendir í løtuni bæði í Grønlandi og í Føroyum. Útnorðurráðið hevur í fleiri ár lagt stóran dent á, at sjálvt um ferðavinnan veksur skjótt, so hevur tað av­gerandi týdning, at hetta verður gjørt burðardygt. Meðan ráðið hevur fund, so møta fleiri onnur inn eisini. Ráðið fær frágreiðing frá Nora. Eisini Artic Circle, har ráðið hevur eyg­leiðara­ status, kemur viåð einari frágreiðing, umframt at Vest­norden-grunnurin kemur við sínari frágreiðing. Tað er í hesum grunni, Sverri Hansen, formaðurin í Bú­skaparráðnum, er stjóri. Sjálvandi skal so aðal­ skrivarin hjá Ráðnum eisini hava fund við limirnar í ráð­num, har so at siga alt ar­beiðið verður viðgjørt. Edisini verður fíggjarætlan fyri útnorðurarbeiði við­ gjørd á fundinum. Kári P. Højgaard er for­ mað­ur í ráðnum, men á fundi­num hesaferð skal nýggjur formaður veljast. ÚTNORÐURRÁÐIÐ FUND Í TINGINUM Útnorðurráðið, sum er felagsskapur fyri Grønland, Ísland og Føroyar hevur fund í Havn í hesum døgum Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, og starvsfelagarar hansara greidu frá støðuni í heimsmyndini hjá útnorður londunum Kári P. Højgaard er formaður í ráðnum, men nýggjur formaður skal veljast á fundinum í Havn Fundirnir verða hildnir í Løgtinginum