týsdagur 4. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
- Sum føroyingur er mann
altíð útlendingur í Japan. Tað
lýsir jú langan veg, at mann
er útlendingur og ikki passar
inn har uppá sama máta,
sigur Sunnva Asano, sum
í fjør flutti til Føroya aftur
eftir at hava búð stóran part
av sínum vaksna lívi í Tokyo.
Sunnva Asano er upp
vaksin við neytum í kjallara
num, gásum og høsnum í
garðinum og avskorin frá
allari ferðslu í friðsælu Svín
oy. Sum ung hevði hon altíð
ein stóran útlongsul eftir
at síggja stóra heimin, og
hugtøkan av japanska máli
num og mentanini fekk
hana at leita sær til Japan,
tá hon var í tjúgunum. Eftir
at hava vitjað Japan nakrar
ferðir endaði tað við, at hon
giftist og setti búgv har. Hon
hevur tí búð størsta partin
av sínum vaksna lívi í Japan,
men valdi í fjør at flyta heim
aftur til Føroya saman við
allari familjuni.
Hennara tíð í Japan hev
ur fingið hana at síggja Før
oyar frá einum nýggjum
sjónarhorni, og hon hevur
lært seg sjálva at virðismeta
føroyska nærleikan framum
skundmikla og stórtfingna
Tokyo, sum hon tó enn er
líka hugtikin av, sum fyrstu
ferð, hon kom har til.
Svínoyargentan, sum
vildi síggja heimin
Sunnva Asano hevði ongan
tíð verið uttanlands fyrr og
hevði sum ung svínoyar
genta ein stóran útlongsul
eftir at síggja stóra heimin
og at koma út um Svínoynna
og Føroyar.
- Eg hevði eina trongd
eftir at sleppa at royna
okkurt nýtt, og eg vildi
gjarna síggja verðina, sigur
hon.
Fyrstu ferð Sunnva fór
uttanlands var í 1983, og
tá fór hon ta longu leið úr
Svínoy til New Zealands at
arbeiða sum húskallur á ein
um bóndagarði.
- Tað var so bygdasligt,
sum tað kundi blíva, sigur
Sunnva, sum altíð hevur
havt
stórt
tilknýti
til
landbúnaðin og fingist við
seyð, hoygging og alt tað, ið
hoyrir til á bygd.
- Eg eri í botn og grund
øgiliga bygdaslig…
Hon hevur búð í Svínoy
so leingi, sum hon kundi,
men mátti í skúlaørindum
flyta av oynni, tá hon skuldi í
framhaldsdeild og studenta
skúla.
Áhugin fyri máli
fekk hana til Japan
Sunnva hevur altíð verið
áhugað í máli, og tá hon gekk
í studentaskúlanum, hevði
hon franskt, sum málsliga
var eitt skuffilsi fyri hana.
Hon var meira áhugað í at
læra okkurt, ið var nakað
øðrvísi
enn
tey
vanligu
fremmandamálini. Tí byrjaði
hon seinni at lesa japanskt á
lærda háskúlanum í Keyp
mannahavn uttan at hava
nakran
forkunnleika
um
japanska málið annað enn
tað, at Japan sum land hug
tók hana.
- Eg kom at lesa við fólki,
sum vóru hálvir japanarar
og longu tosaðu málið so
gott sum flótandi. So eg fekk
torført við at læra málið í
Danmark, og eftir seinna
árið gavst eg. Fyri at læra tað
hugsaði eg, at eg mátti finna
ein máta at sleppa til Japan
uppá, greiðir Sunnva Asano
frá.
Hon fann ein felagsskap,
sum æt International Christ
ian Youth Exchange, og gjøg
num hendan felagsskapin
slapp hon í 1988 til Japan at
arbeiða sjálvboðin, meðan
hon búði hjá japanskari
vertsfamilju í Tokyo.
- Tað er ræðuliga
stuttligt at vera
ungur í Japan
Hon
fekk
nógvar
vinir
og kom at kenna fólk úr
øllum heiminum hetta árið.
Hon fór aftur til Japan í
1995 fyri at lesa japanskt á
universitetinum í Nagoya,
har hon tók tvey semestur.
Hesa ferð búði hon aftur hjá
vertsfamilju, og hon stór
treivst.
- Tað er ræðuliga stuttligt
at vera ungur í Japan, tað
er altso nakað heilt serligt,
sigur hon og minnist aftur
á fyrstu ferð, hon kom til
Japan. Eyðkendu luktirnir
av grøna japanska te’num
og siðbundnu tatami strá
mottunum, sum vóru í øllum
japonskum húsum, setir hon
enn í samband við fyrsta
møtið við Japan.
- Tá eg lukti hesar luktir
nar, so komi eg beinanvegin
aftur til fyrstu ferð, eg kom
til Japan.
Hon minnist eisini, hvus
su yvirraskandi stórur part
ur av ungdóminum roykti.
- Eg legði serliga merki til,
hvussu nógv tey royktu tá.
Føroyski ungdómurin roykti
eisini nógv, men japanski
ungdómurin roykti munandi
meira, minnist eg, at eg
hugsaði, sigur Sunnva Asano.
Í Japan er nógv skíðvirk
semi um veturin í høgu fjøll
unum, sum eisini eyðkenna
landið. Hóast tað ikki var
árstíðin til skíð, arbeiddi
Sunnva eitt summar á einum
skíðhotelli nakað uttan fyri
Tokyo. Hon fortelur, hvussu
spent og glað starvsfólkini
har vóru, tí tað var ikki so
ofta, at tey møttu ungum út
lendingum.
- Eg var nokk meira til
pynt…. tað er jú altíð spenn
andi at fáa ein ungan út
lending á vitjan, flennir hon.
Giftist til Japan
Í 1998 legði hon aftur leiðina
framvið Japan fyri at gera
álvara av at læra málið og
fór hesa ferð á eitt málskeið.
Hetta sama árið møtti hon
manni hennara. Tey møttust
til eitt sosialt tiltak í einari
altjóða kirkju fyri ungdóm,
sum vertsfamilja hennara
hevði
presenterað
henni
fyri, tá hon kom til Japan fyri
fyrstu ferð.
- Tað er stuttligt, at tá
eg fyrstu ferð kom í hesa
kirkjuna, var eg 25 ár, og
so møtti eg honum í somu
kirkju 10 ár seinni sum 35
ára gomul.
Sunnva giftist til Tokyo
og flutti so permanent úr
tryggu Føroyum til nú ikki so
ókenda Japan, har tey bæði
stovnaðu familju og fingu
børn.
Stór kontrast í
mun til Svínoy
Meðan Sunnva Asano búði
í Japan, ferðaðust hon og
børnini heim til Svínoyar
við jøvnum millumbilum.
Kontrastin millum stórbýar
lívið í Tokyo og bygdalívið í
Svínoy var nakað, sum hon
serliga beit merki í, tá hon
vitjaði heima.
- Nógvir japanarar bjóða
ongantíð nøkrum inn á gátt,
sigur hon og fortelur um
eina eygleiðing frá einari
summarferiu í Svínoy.
- Ta einu vikuna hevði eg
verið inni hjá fólki í Svínoy
fýra ferðir, harímillum í
trimum føðingardegum. Eg
tonkti við mær sjálvari, at
eftir eina viku í Svínoy, hevði
eg verið bjóðað inn á gátt hjá
fleiri fólkum, enn eg hevði
gjøgnum fleiri ár í Japan.
Flennandi kemur hon at
hugsa um ein annan komisk
an tilburð, sum setti føroyska
vitjanarsiðin í perspektiv.
- Eg plagdi altíð at halda
stórar føðingardagar fyri
børnunum, líka sum mann
ger í Føroyum. Japanararnir
hildu tað vera so merkiligt,
at eg bjóðaði øllum hesum
barnagarðsbørnunum
inn
í okkara lítlu íbúð. Tað var
eftir øllum at døma ikki nak
að, mann gjørdi har, sigur
Sunnva Asano.
Føroyar hava ein
serligan nærleika
Nógvu árini í Japan hava
lært Sunnvu at seta prís
uppá føroyska nærleikan
framum
skundmikla
og
stórtfingna
Tokyo,
har
møguleikarnir at fara til til
tøk og at royna mat vóru
endaleysir.
- Mann hevur so ræðuliga
nógv at fara til í Tokyo. Tú
kanst eta allan mat í heimi
num og fara til alt møguligt,
men hatta við at fara inn
á gátt hjá fólki hava tey
næstan ikki, og tað kann
mann sum føroyingur gott
sakna, sigur Sunnva Asano
og vísir á eyðkenda føroyska
nærleikan, hon so væl kennir
úr Svínoy.
- Í Føroyum hava vit ein
ávísan nærleika, sum mann
ikki hevur aðrastaðnis. Tað
haldi eg, mann lærir at seta
meira prís uppá eftir fleiri
ár í stórbýnum uttanlands,
og vit eiga at seta prís uppá
hetta í Føroyum.
- Tokyo er trygt og
gott hjá børnum
Í Tokyo búgva tilsamans
næstan 38 milliónir fólk, og
sum føroyingur kann tað
ÚR SVÍNOY TIL JAPAN OG RETUR
SUNNVA ASANO:
- EG SKULDI IKKI
BLÍVA GOMUL Í JAPAN
Sunnvá og synirnir eta sashimi, sum er ein siðbundin delikatessa í Japan