Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102 TÍÐINDI vera ein avjóðing at ímynda sær ein uppvøkstur millum nógvu fólkini, bilarnar, larm­ in og meldrið í stóra býnum. Hesin fordómurin nart eisini við Sunnvu, tá hon kom til Tokyo. - Fyrstu ferð eg var í Tokyo, hugsaði eg, at har mátti vera forferdiliga ringt at vaksa upp, tí har vóru so nógv fólk. Og eg kendi jú bara til lítlu Føroyar, sigur hon. Men tá hon hevði búð har í nøkur ár og sjálv fekk børn, so blivu fordómarnir mót­prógvaðir. Hon fann út av, at karmarnir vóru stikk mótsatt, sum hon stúrdi fyri. - Vit búðu í einum íbúgvar­umráði, har tað slett ikki er tann sama ferðslan sum í býnum. Børnini gingu í lokala skúlanum, og tað er eingin trupulleiki hjá børnum at spæla úti einsa­ møll í lokalu parkunum. So uppá tann mátan er Tokyo øgi­liga trygt og gott hjá børn­ um at vaksa upp í. Útlongsulin broyttist til heimlongsul Sunnva Asano fortelur við stórari fascinatión, hvussu berg­tikin hon altíð hevur verið av Japan, og serliga hvussu stuttligt var tað at vera ung har. Men tá mann sum føroyingur verður giftur og fær børn har, kemur mann sambært henni í eina heilt aðra støðu. - Eg var heima saman við børnunum allatíðina, sum ikki er óvanligt í Japan. Mann er heilt burtur frá sam­felagnum í einum so­ vorðnum lumma. Eg dugdi væl at síggja, at tá børnini blivu vaksin, so hevði eg ikki ordi­liga nakað, tí familju­ bond­ini har eru slett ikki líka sum í Føroyum, fortelur hon. Sjálvt um hon hevði búð har í nógv ár, so føldi hon seg altíð sum ein útlending millum allar japanararnar. - Sum føroyingur er mann uppá ein máta altíð út­lendingur har. Tað lýsir jú langan veg, at mann er út­ lend­ingur og ikki passar inn har uppá sama máta, greiðir hon frá og vísir m.a. á, at hon mátti keypa klæði í Føroyum, tí vanligu klædnahandlarnir í Japan høvdu ikki hennara stødd. Aftaná nógv ár í fólkaríka landi­num í Asia broyttist út­longsulin tí til ein heim­ longsul til Føroya. - Eg hugsaði allatíðina, at eg skuldi ikki blíva gomul har. Tá eg fór fyrstu ferð, hugs­aði eg altíð, at eg vildi koma aftur til Føroya, og eg bleiv jú ikki yngri, sigur Sunnva Asano. Hon saknaði føroysku nær­veruna, siðvenjuna og familjubondini, og í fjør valdu Sunnva og familjan at flyta til Føroya, og tey búgva í dag í Havn. Hevur mann útlongsul er bara at fara At læra japanskt krevur, at mann lærir eitt heilt nýtt stavrað, og japansku bók­ stavir­nir kunnu enn geva Sunnvu høvuðbrýggj. Hon tosar í dag flótandi japanskt, og við nýggjum prógvi sum ferðaleiðari kann hon halda tað japanska við líka við at vera ferðaleiðari hjá japonsk­ um ferðafólki í summar. - Eg haldi, tað er stuttligt og avbjóðandi at fortelja japanarum um Føroyar á japonsk­um. Eg royni at gera Føroyar eitt sindur kendari í Japan, sigur Sunnva, sum vónar, at enn fleiri japonsk ferða­fólk koma hendan vegin í framtíðini. Hon heldur, at tað er um­ ráðandi at fara út í heimin, um mann leingist eftir tí, eins og hon gjørdi, men útlongsulin skal koma frá einum sjálvum. - Eg vil heilt avgjørt við­ mæla fólki at vitja Japan, men mann skal ikki fara út í heimin, bara tí at onnur siga tað. Men um mann gongur og hevur ein útlongsul, so haldi eg, mann skal gera tað. Mann behøvist jú heldur ikki at gera tað permanent, sigur Sunnva Asano. Sunnvá við synum og systur sínari í Kamakura