Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 103 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HENRIK HAMMER, SKIPARI, DEYÐUR Fríggjakvøldið doyði Henrik Hammer, skipari á Norrønu, 52 ára gamal eftir longri sjúkralegu. Hen­rik var son­ ur Óla Hammer, stovnara og stjóra á Smyril Line í mong ár, og Marthu f. Weihe av Sela­trað. Henrik fór at sigla við Norrønu longu tá hann var liðugur við fólkaskúlan í 1983, sum eisini var fyrsta árið hjá Nørr­ønu. Eft­ir at hava tikið skúlan fór at hann at sigla við Norrønu, og nógvu tey seinastu árini hev­ur hann verið skip­ari á flagg­ skipinum. Henrik var giftur við Sólrun f. Strømsten úr Sandavági, og tey eiga synirnar Óla, sum er stýri­m­að­ur á Norrønu, og Aron. Jarðarferðin hjá Henrik Hammer verður úr Vesturkirkjuni í morgin, hósdagin klokkan 14. Kjartan Kristiansen deyður Mánadagin doyði Kjartan Kristiansen í Havn, í heiminum, 77 ára gamal Kjart­an var giftur við Ingi­gerð á Trøðni, sum í mong ár var leiðari á Kunn­ingarstovuni í Havn. Tey bæði búðu í Gund­a­dali í Havn og hava tvær døtur, Sissal og Kristina Gry, og trý ommu- og abbabørn. Kjartan var sonur Ed­ith, f. Lamhauge í Lamb­a. Pápin var Sig­urð Krist­i­an­sen úr Fugla­ firði. Ed­i­th og Sig­urð hitt­ust í Dan­mark undir kríg­num og giftust har. Tey fingu syn­ir­nar Kjart­an í 1941 og Hjalta hálvt­ann­að ár seinni í 1943. Sigurð doyði longu tv­eir mánaðir eftir, at Hjalti varð føddur. Mamman giftist aft­ ur við Jákupi í Ják­ups­ stovu – og tey giftust, áðr­enn tey fluttu heim beint eftir krígslok. Kjartan var stjóri á Menn­ingarstovuni í mong á, og fyri tað eis­ini bý­ráðs­skriv­ari hjá Tórs­ havnar kommunu í 17 ár frá 1970 til 1987. Kjartan og Ingigerð hava bæði verið sera virk­in í Gongufelagnum í Havn, har Kjartan var liðskipari í meira enn 25 ár á einin 900 gongu­túr­ um. Kistan við Kjart­ani fer úr Lands­júkr­a­hús­ kap­ell­i­num fríggja­ kvøld­ið kl. 18. Jarð­ar­ ferð­in verður úr Havnar Kirkju leygardagin klokk­an 12. Minnisgáva kann latast ung­dóms­ar­beið­ i­num hjá Tórshavnar Rot­ary klubba konto í Bank Nordik. 1. september hevði Ann Hjaltalin 50 ára starvs­ dag í lands­fyri­sit­ing­ini Tann 1. september 2018 vóru 50 ár liðin, síðan Ann Hjaltalin byrjaði sína starvs­ leið í landsfyrisitingini. Seinastu 21 árini hevur hon verið skrivari hjá løg­ manni. Undan tí arbeiddi Ann Hjaltalin í journalini – eis­ini sum journalleiðari í nógv ár. Í sambandi við 50 ára starvs­dagin var fyrrapartin mán­a­dagin samkoma á Løg­ mans­skriv­stov­uni. Tá segði Marj­un Hanusardóttir so­ leið­is um Ann Hjaltalin: – Tín fyrsta uppgáva sum skrivari hjá Edmundi Jo­en­ sen, løgmanni, var at vera eitt slag av samskiftisráðgeva. Tú skuldi nevniliga klippa allar við­kom­andi greinir úr bløð­u­num, so løgmaður kundi fylgja betri við, hvat rørdi seg í fjølmiðlunum. Ann Hjaltalin byrjaði í skriv­stov­u­læru á Lands­ skriv­stov­uni í 1968, sum tá var fyri­sitingin hjá øllum lands­stýr­i­num, stóran part av al­mennu fyrisitingini og part­vís eisini skrivstova fyri løg­ting­ið. Eftir lokið læru­ prógv í 1971 bleiv hon sett í fast starv sum skriv­stovu­ kvinna. Síðan Heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948 hava tað í alt verið 13 løgmenn. Tað ser­staka er, at Ann Hjaltalin hev­ur samstarvað við heili 11 av teimum 13. Aksel V. Johannesen er tann 11. løgmaður, sum Ann hev­ur arbeitt undir. Tað eru bara Andras Samuelsen, løg­ maður frá 1948-50 og Hákun Djur­huus, løgmaður frá 1963-67, sum hon ikki hevur starvast undir. Tá Ann Hjaltalin byrj­aði í starvinum í lands­fyr­i­sit­ ing­i­ni 1. september í 1968 var Pet­ur Mohr Dam løgmaður. Hann doyðið 8. november í 1968. Tá tók Kristian Djur­ huus við sum løgmaður. Krist­i­an Djurhuus var eisini løg­mað­ur frá 1950-59, og Pet­ ur Mohr Dam var eisini lø­g­ mað­ur frá 1959-63. Á samkomuni mána­morg­ unin lýsti Suffia Eliasen, ið segði nøkur orð vegna starvs­ fel­ag­ar­arnar, hana soleiðis: – Sum persónur er Ann fyri­kom­andi, altíð góð í ráð­ um, álítandi, dugnalig, røkin, á­byrgd­ar­full, nærløgd og av­ gjørd. Ann er gift Steintóri Hjalt­a­lin. Tey eiga fimm børn, 14 ommu- og abbabørn og fýra langommu- og lang­ abb­a­børn. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ann Hjaltalin og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. Tá hon kom í starv í landsfyrisitingini 1. september í 1968 var Petur Mohr Dam løgmaður Ann Hjaltalin hevur tænt 11 av 13 løgmonnum Hesa myndina tók Jógvan á Dul frá einum av sein­ astu gonguferðunum hjá Kjartani Kristiansen við Gongufelagnum í Havn í Vík­ar­byrgi 26. mai í ár Tað verður 49 ára gamla Bar­bara Samuelsen, ið skal standa á odda fyri Vis­it Tórshavn. Barbara hevur seinastu níggju árini starvast sum deild­a­rleið­ari í Kringvarpi Før­oya. Hon er útbúgvin Cand.comm. í samskifti og søgu við Roskilde Un­i­ver­s­i­t­ ets­cent­er og Bachelor of Arts í Comm­unication Studies og Soci­ol­o­gy við University of Lond­on. – Barbara hevur við­kom­ andi royndir og útbúgving og hev­ur sostatt sera góðar før­ leik­ar at røkja starvið sum stjóri á Visit Tórshavn, sig­ur Henny á Líknargøtu, nevnd­ ar­for­kvinna. Visit Tórshavn er í eini spenn­andi tilgongd við at menna felagið og tær tæn­ ast­ur, ið verða veittar borg­ ar­um, ferðafólki og handils­ vin­n­u­ni í býnum. Stjórin skal standa á odda fyri hesi menning, saman við dug­n­a­ ligu starvsfólkunum. – Hetta er ein spenn­ andi avbjóðing og síggi eg áhugaverdar fram­tí­ð­ar­møg­ u­lei­k­ar fyri at styrkja og menna Visit Tórshavn, sig­ur nýggi stjórin, Barbara Samu­ el­sen. Barbara Samuelsen tekur við starvinum 1. november. Barbara skal leiða Visit Tórshavn Seinastu níggju árini hevur hon starvast sum deildarleiðari í Kringvarpi Føroyar. Nú skal hon stórna Visit Tórshavn