Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Hoyvík “Kanst tú skriva á troyggjuni hjá mær”, “kanst tú skriva á armin eisini” og “tú hevur ikki skrivað á hjá mær”. Hetta vóru bara nakrar av viðmerkingunum, tá føroyska lands­liðsspælararnir týsdagin fyrra­part vandu á vøllinum í Hoyvík. Tórsvøllur er upptikin av kvinnu­lands­dystinum millum Før­ oyar og Týsklandi, so senan er ein onnur til venjingina. Veðrið er gott og tá eru umstøðurnar á vøllinum í Hoyvík góðar, og útsiktin góð. Vøllurin liggur beint við skúlan við Løgmannabreyt, har lærar­nir vóru so beinasamir at lata næm­ ingarnar sleppa ein túr á vøllin at heilsa upp á spælararnar. Eftir venjingina fingu spælar­ ar­nir úr at gera, við at skriva auto­ grafar. Ikki bara ein í part, men í summ­um førum upp í tríggjar í part, tí troyggir, armar og pappírini skuldu undirskrivast. Blivu tey spurd, so var svarið púra greitt – tey stuðla landsliðnum. Onkur av børnunum hildu fyri, at tað var torført at síggja hvør hevði skrivað á hjá teimum. Tí er sikkurt onkur, sum hevur bæði tveir og tríggjar autografar av sama spælara á arminum. -Hetta er bara stuttligt. Vit mugu líka ansa eftir, at tey ikki fáa bóltin í høvdið, tí onkrir av spælarum kunnu skjóta hart. So leingi veðrið er gott, so er fínt at venja her í Hoyvík, sigur Lars Olsen við einum smíli. - Nú havi eg ilt í rygginum, leggur Kaj Leo í Bartalsstovu afturat. Hann hevur staðið framboygdur í skjótt ein hálvan tíman og skriva auto­grafar. Børnini hava fingið eitt upp­ Upptakt: Nógv børn vóru til landsliðsvenjingina í gjár, sum var á vøllinum í Hoyvík. Tey stuðla landsliðnum, sum nú skal taka við Malta og Kosovo. Lars Olsen skal hava nýggjan høgra bakk, og tað tykist verða størsta ivamálið FÓTBÓLTUR FM1, suum er navnið á gamla Rás2, hevur í tíggju ár fylgt landsliðnum tætt. Soleiðis verður eisini til Nations League dystirnar. Fríggjadagin verður landsliðsdámur á FM1 longu frá klokkan 10. Klokkan 15 verður Sportboxin, meðan beinleiðis upptakt verður av Tórsvølli frá klokkan 17.15. FM1 sendir allan dagin BØRNINI STUÐLA LANDSLIÐNUM