Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 livilsi, meðan spælararnir hava fingið samband við sínar størstu fjepp­arar. Um tey ikki vóru fjeppar­ar áðrenn, so eru tey tað nú. Brøður í høgru? Ein av spurningunum, sum lands­ liðsvenjarin skal finna eitt svar upp á, er hvør skal spæla á høgra bakki. Jónas Tór Næs er skaddur, meðan av­loysarin seinnu árini, Bárður J. Hansen úr NSÍ, ikki hevur verið aktuellur í eina tíð. Til venjingina í gjár komu so fyrstu ábendingarnar. Í eini roynd at skipa verjuna var Gunnar Vatn­hamar settur á høgra bakk, meðan Sølvi Vatnhamar spældi á høgra miðvøllinum. Teir eru brøður og spæla til dagligt saman í Víkingi. Lars Olsen hevur eisini aðrar møgu­leikar. Jógvan Rói Davidsen hevur verið sjónligur á høgra bakki­num í fleiri ár í HB, og er nú úttikin til landsliðið. Eisini hava René Shaki Joensen og Gilli Rólantsson spælt á høgra bakki, men lítið bend­ir á, at teir eru í spæl til høgra bakkin. Eisini verður nevnt, at Odmar Færø og Heini Vatnsdal hava ferð­ ina, at spæla á høgra bakki, men at hetta helst er ein verjukend loysn, sum kundi verið brúk fyri, um liðið kemur undir trýst í eitt nú útidystinum móti Kosovo mánakvøldið. -Tað er ein møguleiki Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil ikki siga so nógv um uppstillingina. Hóast tað verður spurt upp í saman, so er fyrrverandi danski lands­ liðsliðskiparin royndur og svarar, uttan at siga og nógv. - Tað er ein møguleiki. Eg havi nakr­ar tankar í mínum høvdi, um hvussu tað skal síggja út, men eg havi ikki tikið eina endaliga avgerð enn. Tað kemur eisini ann upp á skaða­støðuna. Sølvi Vatnhamar hevur trupulleikar við lýskuni, sigur Lars Olsen. Hann sigur eisini, at René Shaki Joen­sen ikki er eitt boð upp á høgra bakkin. Hann sær havnarmannin mest sum ein miðvallara. -Nú hevur René fyri tað mesta spælt mitt fyri hjá Grindavík. Gamaní eisini sum áleypari, men altíð í miðaksanum á liðnum. Eg síggi hann mest um sum ein mið­ vallara, sigur Lars Olsen. Hann vil heldur ikki siga, hvussu nógv pláss hann hevur sett, ella hvussu nógvum spælarum hann ivast í. -Beint nú vil eg ikki siga so nógv. Vit hava fleiri venjingar eftir. Eg havi eina mynd í høvdinum, men eg má framvegis fyrihalda meg til eitt nú skaðar og hvussu venjingarnar ganga, sigur Lars Olsen. Hann leggur tó dent á, at tað verður ikki hugsað um dystin móti Koso­vo, fyrr enn dysturin móti Malta er spældur. Sostatt verður ikki telvað við tveimum dystum í huga. -Nei, vit hugsa fyrst um dystin móti Malta. Síðani hava vit tríggjar dagar at leggja ein ætlan móti Koso­vo, sigur landsliðsvenjarin. Við teimum fáu ábendingunum, sum komu til venjingina, so gita vit, at tað verður soleiðis: Føroyar (4-2-3-1): Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Gilli Rólantsson – Jóan Símun Edmundsson FÓTBÓLTUR Nations League á Tórsvølli Beinleiðis á FM1 og á In.fo Skráin fyri Nations League: Føroyar - Malta (7. septembur, klokkan 19.45) Kosovo - Føroyar (10. septembur) Føroyar – Aserbadjan (11. oktober, klokkan 19.45) Føroyar – Kosovo (14. oktober, klokkan 17) Aserbadjan – Føroyar (17. novembur) Malta – Føroyar (20. novembur) Føroyar – Malta (fríggjadagin klokkan 19.45) Málverjar: Gunnar Nielsen, FH (Ísland) Teitur M. Gestsson, HB Kristian Joensen, KÍ Verjuspælarar : Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (Norra) Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark) Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, B36 Jógvan Rói Davidsen, HB Alex Mellemgaard, B36 Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark) Gunnar Vatnhamar, Víkingur Magnus Egilsson, HB Miðvallarar: Rene Shaki Joensen, Grindavík (Ísland) Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra) Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark) Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (Ísland) Gilli R. Sørensen, SK Brann (Norra) Brandur Hendriksson Olsen, FH (Ísland) Tróndur Jensen, HB Sølvi Vatnhamar, Víkingur Framherjar: Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland) Finnur Justinussen, Næstved BK (Danmark) Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík Hópurin hjá Føroyum: Málverjar: Henry Bonello (Valletta) Andrew Hogg (Hibernians) Steve Sultana (Balzan) Verjuspælarar: Ferdinando Apap (Victoria Hotspurs) Andrei Agius (Hibernians) Steve Borg (Valletta) Ryan Camilleri (Valletta) Michael Johnson (Balzan) Joseph Mbong (Hibernians) Zach Muscat (Pistoiese) Joseph Zerafa (Valletta) Miðvallarar: Johann Bezzina (Hibernians) Roderick Briffa (Gżira United) Juan Corbalan (Gżira United) Paul Fenech (Birkirkara) Ryan Fenech (Sliema Wanderers) Rowen Muscat (Valletta) Stephen Pisani (Floriana) Áleyparar: Andrew Cohen (Gżira United) Alfred Effiong (Balzan) Jean Paul Farrugia (Sliema Wanderers) Michael Mifsud (Birkirkara) Andrè Schembri (Apollon Limassol, Cyprus) Hópurin hjá Malta: Í samband við at FM1 sendir lands­liðs­radio frá klokkan 10 fríggja­dagin, verður møguleiki at vinna tríggjar troyggir. Ein Arminia Bielefeld troyggju, har tað stendur nummar 14 og Edmundsson á rygginum. Jóan Símun Edmundsson sign­ er­ar sjálvur troyggjuna. Eisi­ni verður møguleiki at vin­na tvær landsliðstroyggur. Eina heima­ troyggju og eina úti­troyggju. Vinn eina troyggju frá Jóan Símun