týsdagur 4. september 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Hoyvíksvøllurin
Undan hvørjum landsdysti seinnu
árini, hevur Sosialurin gjørt eina
støðumeting av landsliðshópinum.
Tað er langtsíðani, um nakrantíð,
at støðumetingin hevur verið betri
enn hon er í dag. Á næstan øllum
plássum eru fleiri boð, meðan flestu
útisetarnir eru í framgongd. Tað
merkir ikki, at føroyska landsliðið
bara fer at vinna sínar dystir, men
tað merkir, at grundarlagið fyri at
vinna dystirnar er betri enn tað
hevur verið fyrr.
Gunnar Nielsen, FH (Íslandi)
Hann
er
okkara
fyrsta
val
millum stengurnar, men ein av
teimum fáu, sum ikki hevur havt
beinleiðis viðrák seinastu tíðina.
Hann spælir tó fast fyri FH, men
avrikin hjá íslendska felagnum eru
einki at reypa av í løtuni, meðan
evropesiska ævintýrið helst bleiv
eitt umfar ov stutt. Er í dystarformi
og spælir heilt víst báðar dystirnir.
Teitur M. Gestsson, HB
Er annað val á landsliðnum í løtuni.
Hevur havt eitt gott kappingarár
við HB, sum liggur greitt á odda
í Betri deildini. Tað er ongin ivi
um, at hann er eykamálverji á
landsliðnum, men hóast hann er
26 ára gamal, so er talan um ein
royndan málverja.
Kristian Joensen, KÍ
Er aftur á landsliðnum, eftir
at hann hevur vunnið sær fast
pláss á liðnum hjá KÍ. Hevur havt
nøkur javnt góð avrik í ár, sum
gera at hann er eitt natúrligt val
hjá landsliðsvenjaranum. Hevur
eisini verið á landsliðnum fyrr, og
dugur tí eisini spælið rundanum
landsdystirnar.
Atli Gregersen, Víkingur
Hóast Atli Gregersen er blivin 36 ára
gamal, so hevur hann sjáldan sæð
betri út, enn hann ger í dag. Hann
er væl fyri og hevur tikið leiklutin
sum liðskipara til sín. Tað gongur
ikki væl hjá Víkingi, men við sínum
fýra dystum í Evropa í summar, so
er Atli Gregersen væl fyri. Hartil
fekk hann mál seinast landsliðið
spældi. Hann tykist sjálvskrivaður
á liðnum til dystirnar móti Malta
og Kosovo.
Sonni Ragnar Nattestad,
AC Horsens (Danmark)
Hevur júst skift felag til AC Horsens
í Superliguni. Hann hevur havt eitt
gott hálvt ár í Aalesund í Noreg, men
hevur ikki spælt nógv í seinastuni.
Hann toppar nokk ikki beint nú,
men nógv bendir á at miðverjin er
svangur og vil prógva seg. Er hann
kropsliga klárur til báðar dystirnar,
so er torført at ímynda sær eitt
landslið uttan hann á vøllinum.
Odmar Færø, B36
Hevur havt eitt framúr ár fyri
B36, har hann javnan er besti
maðurá vøllinum. Prógvaði í HM-
undankappingini, at hann er til
reiðar at spæla á landsliðnum.
Spurningurin er bara, um Lars
Olsen fær pláss fyri honum, um
liðskiparin og Sonni Ragnar byrja
inni.
Tíðin hjá Odmari Færø skal
nokk koma, spurningurin er bara
hvønn leiklut hann fær í hesum
báðum komandi dystunum.
Heini Vatnsdal, Fremad
Amager (Danmark)
Miðverjin í Fremad Amager er
endiliga við aftur á landsliðnum.
Fleiri ferðir hava boð verið eftir
honum, men serliga skaðar hava
drillað til landsliðsferðirnar. Hann
hevur evnini og eginleikarnar at
gera seg galdandi á landsliðnum,
men í løtuni er trongt í miðverjuni.
Okkurt bendir á, at Heini Vatnsdal í
løtuni er nummar fýra í rekkjuni av
miðverjum, men tað kann broytast
við tíðini. Spælir fast og tað hevur
nógv at siga.
Viljormur Davidsen,
Vejle BK (Danmark)
Hevur tikið stigið úr næstbestu
deildini upp í Superliguna saman
við Vejle. Hevur spælt hvønn
tann einasta minutt fyri Vejle BK
í hesum kappingarárinum. Hevur
í eina tíð verið ein týðandi spælari
fyri bæði landsliðið og Vejle. Tað er
ikki broytt, og helst spælir hann
frá byrjan í báðum dystunum.
Fekk kappingin frá Ára M. Jónsson
í farnu undankapping, men hann
er skaddur í løtuni. Eitt trygt og
gott kort á vinstra bakki.
Alex Mellemgaard, B36
Kappast við Magnus Egilsson
um at verða annað val á vinstra
bakki. Hevur verið rundan um
landsliðið tvær ferðir fyrr. Hevur
havt trupulleikar við skaðum,
men hevur sæð gott út hetta
kappingarárið.
Hevur
spælt
í
Evropa fyri B36, umframt at hann
fekk ein landsdyst á Marbella
fyrr í ár. Tað telur alt upp í altjóða
royndum. Hóast hann er 26 ár, so
er Alex ikki ein “brúktur” spælari,
sum kann hava nógvar kilometrar
eftir í sær.
Magnus Egilsson, HB
Er nýggjur á landsliðnum og
helst aftanfyri Alex í røðini av
vinstri bakkum, men hevur ein
fyrimun
í
hæddini
og
styrkini.
Hevur
havt
eitt
framúr kappingarár við HB, har
hann passar væl inn í stílin hjá
Heimi Guðjónsson. Verður nú
vigaður av landsliðsvenjaranum.
Hann hevur verið við øllum
ungdómslandsliðunum, so hann
veit hvat tað gongur út uppá.
Gunnar Vatnhamar,
Víkingur
Hevur
fingið
fótin
innum
á
landsliðnum og tykist passa væl til
landsliðstýpuna. Hann er stórur,
sterkur og hevur ein stríðsvilja,
sum
vit
mangan
hava
brúk
fyri. Hevur ikki havt sítt besta
kappingarár fyri Víkingi, men hann
spælir hvørja ferð. Í løtuni er hann
í spæl til høgra bakkin, nú Jónas
Tór Næs er skaddur. Tað sær út til,
at hann helst fær nakrar minuttir,
men spurningurin er um tað er frá
byrjan?
Støðumeting:
Málverjan:
Verjan:
HELST BESTA
LANDSLIÐIÐ
NAKRANTÍÐ
Føroyska landsliðið skal komandi dagarnar spæla móti Malta og
Kosovo í Nations League. Tað er ivasamt, um ein støðumeting
av landsliðnum nakrantíð hevur verið betri. Við Jóan Símuni
Edmundsson á topp, eru næstan allir spælararnir í viðgongd