Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jógvan Rói Davidsen, HB Liðskiparin hjá HB hevur gjørt stór framstig seinnu árini. Spælir á høgra bakki, har Lars Olsen leitar eftir eini loysn. Fær hann møguleikan og tekur av, so kann rennisterki bakkurin væl bíta seg fastan í landsliðshópin. Ongin er í iva um, hvat tú fær frá honum. Stríðsvilja og nógvar kilometrar. Tað er ein møguleiki fyri, at hann fær spælitíð. Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark) Miðvallarin er sjálvskrivaður á miðvøllinum hjá landsliðnum. Hann hevur langtsíðani funnið seg til rættis hjá AC Horsens, so hann spælir á sama stigi, sum vit hava sæð seinastu landsdystirnir. Hann hevur evnini til meir, og spurningurin er um ikki hann er til reiðar at taka eitt stig afturat. Byrjar heilt víst inni báðar dystirnar. René Shaki Joensen, Grindavík (Ísland) Tað sær út til, at havnarmaðurin skal til at venja seg við at verða miðvallari á landsliðnum. Hann hevur spælt alt frá miðverja til áleypara, og frá høgru til vinstru, men Lars Olsen hevur nú sagt, at hann sær René Shaki Joensen sum miðvallara. Nógv bendir á, at hann kemur at spæla á miðvøllinum saman við Halli Hansson hesa báðar dystirnir. Spælir eisini fast í Grindavík. Brandur Hendriksson, FH (Íslandi) Fór eitt stig ella tvey niður, tá hann skifti til íslands, men fór somuleiðis eitt stig ella tvey upp, tí hann nú byrjar hvørja ferð. Hvat er týdningarmiklari má tíðin bara vísa, tí Brandur er ein evnaríkur spælari, sum ikki skal sita á bonkinum. Nógv bendir á, at hann kemur inn á framrættaða miðvøllin frammanfyri Hall og René. Tað er ein miðvøllur, sum inniheldur nógvar kvalitetir. Serliga í heimadystinum móti Malta, verður brúk fyri øllum snildum at vinna. Sølvi Vatnhamar, Víkingur Er ein av teimum fáu, sum persónliga ikki hevur viðrák í løtuni. Tað er eisini torført at forlanga meiri, tá hann hevur verið ársins spælari tvey ár upp í slag. Í ár hava avrikini verið minni góð, men tað merkir ikki, at hann ikki kann gera eins nógv fyri landsliðið, sum hann hevur gjørt fyri. Trupulleikin liggur meira í skaðanum, sum hann hevur í lærkrikanum. Helst eitt gott boð til báðar dystirnir, men ein drillandi lýskuskaði kann gera, at Lars Olsen velur ein dyst til leirvíkingin. Tróndur Jensen, HB Hevur saman við hinum á HB- liðnum, havt eitt gott kappingarár. Hann hevur eisini fyrr verið rundanum landsliðið, men í løtuni sær út til, at hann er aftanfyri hinar miðvallaran í køini. Tykist tó passa betri til dystin móti Malta, har vit helst koma at hava bóltin meir. Rógvi Baldvinsson, Bryne (Noreg) Enn ein “alt mulig mand” hjá Lars Olsen. Kann spæla í miðverjuni, vinstra bakki og á vejrukenda miðvøllinum, umframt at hann passar væl til miðverjuna, tá vit spæla við trimum í miðverjuni. Í løtuni tykist hann vera ein spælari, sum Lars Olsen hevur brúk fyri, tá okkurt ikki riggar. Kann bæði byrjar og skiftast inn, og tað á fleiri plássum. Væl møguligt at hann fær minuttir á vøllinum. Gilli Rólantsson Sørensen, Brann (Noreg) Er uttan iva ein spælari, sum Lars Olsen ætlar at brúka frá byrjan bæði móti Malta og móti Kosovo. Hevur í eina tíð verið vinstri vongur á føroyska landsliðnum. Hingartil bendir alt á, at tað ikki er broytt, hóast vit leita eftir einum høgra bakki. Hann fær spælitíð í Brann, har hann fyri kortum gjørdi nýggjan sáttmála. Er væl fyri og ein týðandi spælari á landsliðnum. Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (Ísland) Hevur loksins vunnið sær fast pláss á sínum liði. Hevur í eina tíð spælt nógv, men nú er hann millum teirra, sum altíð spæla frá byrjan. Tó er ivasamt, um hann fær sama álit frá Lars Olsen. Hóast hann spælir fótbólt fullatíð, so tykst Lars Olsen hava størri álit á Sølva Vatnhamar á høgra miðvøllinum. Fær óiva spælitíð, men tað er spurningurin um tað verður frá byrjan ella ikki. Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland) Hesin nýtist onga viðmerking í løtuni. Stórtrívist í 2. Bundesliguni, har hann er kosin til besta spælaran hjá Arminia Bielefeld í august mánaði. Er í stórform og spælir sjálvandi frá byrjan báðar dystirnir. Hevur í fleiri ár verið okkara besti spælari, men hevur vónandi lagt eitt stig afturat sínum spæli nú. Finnur Justinussen, Næstved (Danmark) Skjýtur javnan mál fyri Næst­ved, har hann tykist trív­ist væl. Okkurt bend­ir á, at hann er annað val í álopi­num og tí er líkt til, at tað kann blíva til nakrar minuttir, um vit renna eftir einum máli. Hevur ongantíð ordiliga fingið gongd á landsliðsyrkisleiðina, men er ein royndur spælari, sum nú er so góður, sum kanska ongantíð fyrr. Klæmint A. Olsen, NSÍ Er aftur í málhýri, eftir at hava sitið uttanfyri ein stóran part av fyrru hálvu. Hevur nú eisini prógvað, at hann kann skjóta mál á altjóða stigi, tá hann skoraði hattrik í Europa League. Tað telur upp, tá Lars Olsen skal leita eftir einum máli móti endanum av dystinum. Tað stendur millum hann og Finn Justinussen. Miðjan: Álop: