Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 103 10 Byggivinna TEMA: Byggivinna - Vit hava sæð rættiliga nógv virksemi gjøgnum fleiri ár. Hetta er alt slíkt, ið so ella so er undir almennum ræði. Alt hetta almenna virksemið skapar fløskuhálsar í byggivinnuni og elvir til eitt hart trýst á bústaðarmarknaðin. Serliga í miðstaðarøkinum, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum HALLUR AV RANA Í vikuni varð skjøtul settur ­á arbeið­ið at byggja tvey nýggj gist­ingarhús í høvuðs­ stað­num. Atlantic Air­ways og Ognarfelagið Lív byggja eitt nýtt gistingarhús á Stara­vegnum, meðan Smyril Line fer undir at byggja eitt nýtt gisting­ar­hús á Oknarvegnum. Við nýggju gistingarhúsunum, ið verða liðug um tvey ár, fer talið av seingjar­ pláss­um í høvuðsstaðnum at økjast við 290. Avgerðin at byggja tvey gistingarhús kemur í kjalar­ vørrinum av, at føroyska ferða­ vinn­an hevur upplivað ein stóran vøkstur í talinum av ferðafólkum. Men báðar verkætlanirnar eru eisini feskasta dømi um stóra vøkst­ur­in í byggivinnuni seinastu árini. Í heystfrágreiðingini hjá Bú­ skapar­ráð­num, ið bleiv kunngjørd mána­dagin, varð eisini nomið við høga virksemið í byggivinnuni. Har verður millum annað víst á, at byggifeløgini hava so nógv at gera, at tað í miðal verður mett, at feløgini hava arbeiði fyri 16 mán­ aðir fram. - Konjunkturbarometrið fyri byggi­vinnuna vísir, at talið av bílegg­ingum er hækkað síðan januar í ár, meðan væntaður prísur og væntaður arbeiðstørvur er lækk­aður. Samstundis hevur vinn­ an tryggjað sær arbeiði í miðal 16 mánaðir fram, og er hetta eitt sindur meira enn í januar í ár, tá talið var 15 mánaðir, skrivar Búskaparráðið í heystfrágreiðingini. Skapa fløskuhálsar Meðan tað er positivt í sjálvum sær, at tað gongur so væl hjá før­ oysku byggifyritøkunum, so vísir Búskaparráðið í frágreiðingini eisini á, at tað er ein vandi við góðu gongd­ini. - Tá nógvar íløgur verða gjørdar í senn, er altíð ein vandi fyri trýsti á arbeiðsmarknaðinum innan byggi­ yrkið. Slíkt trýst kann ávirka rest­ ina av búskapinum við prís- og lønar­vøkstri. Umframt hetta kann trýst á arbeiðsmarknaðin innan byggi­yrkið hava neiliga ávirkan á byggi­arbeiði, ið er í gongd, tá tað snýr seg um kostnað og góðsku, ávar­ar Búskaparráðið. Sverri Hansen, formaður í Bú­ skapar­ráðnum, vísir á, at nógva virk­semið innan byggivinnuni hevur ført til fløskuhálsar innan vinnu­na. - Vit hava sæð rættiliga nógv virksemi gjøgnum fleiri ár. Hetta er alt slíkt, ið so ella so er undir al­ mennum ræði. Alt hetta almenna virksemið skapar fløskuhálsar í byggi­vinnuni og elvir til eitt hart trýst á bústaðarmarknaðin. Serliga í miðstaðarøkinum, sigur Sverri Hansen. Arbeiðið gerst dýrari Ítøkiliga avleiðingin av nógvu al­mennu íløgunum, økta virk­ semi­num í byggivinnuni og eftir­ fylgj­andi fløskuhálsum er, at tað verður truplari at fáa fatur á handverkarum og prísirnir at byggja dýrka. - Tað er eitt so stórt trýst á byggi­vinnuna í høvuðs­staðar­øki­ num og stórum partum av landi­ num, at tað er torført at fáa fatur á handverkarum. Avleiðingin er, at arbeiðið verður dýrari, sigur for­ maðurin í Búskaparráðnum. Hann vísir á, at tað er í høvuðsheitum innan byggi­vinnu­ na, at hetta trýstið merkist, men at tað eisini hevur ávirkan á restina av samfelagnum. - Sjálvandi hevur tað ávirkan á restina av samfelagnum, at vit hava eina økta byggivinnu. Men tað er fyrst og fremst innan byggi­ vinnu­na, at vit síggja hetta trýstið, og orsøkin er tann stóri íløgu- og byggi­politikkurin í landinum, sigur Sverri Hansen. Muga tillagast Samstundis sum Búskaparráðið kunn­gjørdi heystfrágreiðingina mána­dagin, sendi ráðið eisini út eitt tíðindaskriv við yvirskriftini Neyðugt við betri stýring av al­ menna búskapinum. Boð­skap­ ur­in var ikki til at misskilja. Tað al­menna má taka ábyrgd. Innan byggi­vinnuna merkir tað, at støða má takast til hvørjar verkætlanir kunna útsetast. - Loysnin er at tillaga virksemið innan byggivinnuna. Tær stóru privata íløgurnar verða gjørdar út frá einum handilsligum grund­ar­ lagi. Tað er eitt natúrligt ting. Men frá almennari síðu má man rað­ festa. Hvat er neyðugt at gera og hvat hevur ikki at skund at gera. Men at sortera í tí bunkanum er nakað, ið politikararnir muga taka sær av, sigur Sverri Hansen. HALLUR@SOSIALURIN.FO ALMENNA VIRKSEMIÐ SKAPAR FLØSKU­ HÁLSAR