hósdagur 6. september 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 103
11
BRÚKA MILLIARDIR
UPP Á ÍLØGUR
Tá hædd verður tikið fyri, at samlaða hækkingin í almennum íløgum hetta
tíðarskeiðið er 969 milliónir krónur, sæst at 72,2 prosent av vøkstrinum
í almennum íløgum kemur frá fyritøkum undir almennum ræði
HALLUR AV RANA
2,78 milliardir krónur. Tað er saml
aða virðið á teimum íløgum, ið
landið, kommunurnar og fyri
tøkur undir almennu ræði hava
fráboðað fyri 2018. Tað staðfestir
Búskaparráðið í nýggju heystfrá
greiðingini. Talan er íløgur fyri um
leið 607 milliónir krónur meira enn
í fjør og nærum eina milliard krón
ur meira enn í 2016, tá tað almenna
gjørdi íløgur fyri 1,811 milliardir
krónur.
Hagtølini
yvir
almennu
íløgurnar, ið Búskaparráðið borð
reiddi mánamorgun, komu neyvan
óvart á nakran innan almenna
geiran ella politisku skipanina. Bú
skaparráðið hevur fleiri ferðir áður
víst á tørvin, at útseta onkrar av
almennu íløgunum og hava polit
iskar røddir eisini mælt til tað
sama.
Talan
hevur
tó
higartil
einans verið um tóm orð, tí sum
Búskaparráðið staðfestir í frá
greiðingini.
- Hvørki kommunurnar síná
millum, ella land og kommunur
sínámillum, ella landið einsæris,
hava gjørt nakað munagott fyri
at sleppa undan yvirupphitingini
í byggivinnuni. Kortini er hetta
bert ein spurningur um raðfesting
av almennum útreiðslum yvir tíð.
Nakrar hálvalmennar íløgur hava
tó verið útsettar og nakrar privatar
íløgur hava verið burturtrongdar,
tvs. útsettar til meira av íløgu
møguliga seinni kann fáast fyri
sama pening, skrivar Búskaparráðið.
Almennu feløgini
gera íløgur
Um hugt verður eftir grafinum,
ið bólkar almennu íløgurnar eftir
landskassanum, kommununum
og almennum fyritøkum, ið land
ið hevur ræðið yvir, sæst, at tað
serliga eru fyritøkurnar undir al
mennu ræði, ið hava gjørt stórar
íløgur seinastu árini.
Í 2016 gjørdu hesar fyritøkur
íløgur fyri 812 milliónir krónur. Í
2017 blivu íløgur framdar fyri 1.144
milliard krónur og í 2018 var talið
1.502 milliard krónur. Sostatt brúka
fyritøkur undir privatum ræði 700
milliónir krónur meira til íløgur í
2018 enn fyri tveimum árum síðan.
Tá hædd verður tikið fyri, at
samlaða hækkingin í almennum
íløgum hetta tíðarskeiðið er 969
milliónir krónur, sæst at 72,2 pro
sent av vøkstrinum í almennum
íløgum kemur frá fyritøkum undir
almennum ræði.
Talan er um fyrstu ferð, at
Búskaparráðið bólkar almennu
íløgurnar upp í tríggjar bólkar.
Áður hevur einans verið arbeitt
við bólkunum Kommunur og
Landskassin, men fyri at fáa eitt
betri yvirlit yvir hvar íløgurnar
verða gjørdar, hevur Búskapar
ráðið skilt íløgurnar hjá fyritøkum
undir almennum ræði frá restini.
Í frágreiðingini verður upplýst,
at hesin bólkur umfatar SEV, Fjar
hitafelagið, vindfeløgini hjá SEV,
IRF, Atlantsflog, undirsjóvar
tunnilsfeløgini, Posta, Vága Flog
havn, Føroya Tele við dóttirfeløg
um, Bústaðir og kommunalar
havnir.
Landið eigur munin
Tó at nógv tann størsti vøksturin
er hjá fyritøkum undir almennum
ræði, so eru íløgurnar hjá lands
kassanum og kommununum eisini
hægri enn undanfarnu ár.
Landskassin gjørdi íløgur fyri
501 milliónir krónur í 2016. Í 2017
var talið 10 milliónir krónur minni
enn árið fyri, men í 2018 setti lands
kassin 687 milliónir krónur av til
íløgur. Sostatt hevur landskassin
sett 186 milliónum krónur meira
av til íløgur í 2018 enn í 2016.
Kommunurnar eru eisini farnar
at seta meira pening av til íløgur,
hóast tað samlaða virðið er minni
enn hjá landskassanum. Í 2016
gjørdu kommunurnar íløgur fyri
489 milliónir krónur, í 2017 var talið
538 milliónir krónur, og í ár verða
íløgur gjørdar fyri 591 milliónir
krónur. Tað er ein hækking í al
mennum íløgum á 102 milliónir
krónur.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Hvørki kom
munurnar
sínámillum,
ella land og
kommunur sínámillum,
ella landið einsæris, hava
gjørt nakað munagott fyri
at sleppa undan yvirupp
hitingini í byggivinnuni
Grafurin vísir hvørjar avmarkingar byggivinnan hevur