hósdagur 6. september 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
12
Byggivinna
TEMA: Byggivinna
Meðan flestu byggifeløg siga seg hava úr at gera í hesum døgum, so
metir Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, at øgiliga munur
er á virkseminum í høvuðsstaðarøkinum og restina av landinum
HALLUR AV RANA
F
øroyska
byggivinnan
hevur í miðal tryggjað
sær arbeiði 16 mánaðir
fram. Tað staðfestir Bú
skaparráðið í nýggjastu heystfrá
greiðingini, har nógv verður gjørt
burturúr, at byggivinnan er undir
stórum trýsti av nógvum bílegg
ingum.
Hagtølini hjá Búskaparráðnum
vísa eisini, at meðan tørvandi eftir
spurningur var ein stórur trupul
leiki frá 2008 og fram til januar 2014,
so er tað als ikki nakar trupulleiki
hjá fyritøkum at fáa arbeiði í dag.
Í konjunkturbarometrinum
hjá Hagstovu Føroya fyri byggi
vinnuna, har spurt verður um
avmarkingar í arbeiðinum, er tað
í eingin sum svarar í juni 2018, at
tørvandi eftirspurningur er ein av
marking. Tað er fyrstu ferð síðan
januar 2009, at eingin nevnir tað
sum ein trupulleika í byggivinnuni.
Nokk av arbeiði
Eitt spurnarumfar millum nøkur
av størstu byggifeløgunum í Før
oyum staðfestir eisini, at tey flestu
hava nokk at takast við.
Stjórarnir í Eysturlon, Articon,
Búsetur og Húsavarðatænastuni
greiðir allir frá, at tey hava nokk at
gera og eru við í fleiri verkætlanum
í høvuðsstaðnum og kring landið.
- Tað er eitt stórt trýst á í løtuni.
Vit hava so nógv í løtuni, at vit taka
tað burturúr, ið vit halda passar
til okkum. Sum nú er, hava vit
bundið okkum til arbeiði í eitt ár
fram. Vit klára slett ikki at gera alt
tað, ið vit verða bidnar um, sigur
Jógvan Hans Østerø, stjóri í byggi
felagnum Eysturlon.
Sama søga er at hoyra frá
Sjúrða Holm, stjóra í Búsetum.
Byggifelagið fæst mest við
miðalstórar og stórar verkætlanir.
- Vit hava nokk av arbeiði í løtuni
og hava arbeiði fram til 2020. Vit
arbeiða millum annað við Articon í
skúlanum á Fløtum, umframt at vit
hava aðrar uppgávur í Eysturoynni
og Havnini, sigur Sjúrður Holm.
Byggifelagið Húsavarðatæn
astan arbeiðir í løtuni við millum
annað Landssjúkrahúsinum,
Musikkskúlanum í Havn og Hotel
Atlantic. Eisini har er arbeiði
tryggjað nøkur ár fram.
- Tað stendur væl til og vit hava
nógv at gera. Vit hava arbeiði
fram til 2020, men tað er ikki til øll
starvsfólkini. Tað eru kanska tjúgu
prosent av starvsfólkunum, ið eru
knýtt at teimum verkætlanunum.
So vit skulu hava nýggj tilboð alla
tíðina, sigur Sámal Erik Hentze,
stjóri í Húsavarðatænastuni.
Størsta byggifelag í Føroyum
er Articon og hevur felagið úr at
gera við privatum og almennum
verkætlanum, harímillum smolt
støðin hjá Bakkafrost á Strond í
Norðoyggjum, nýggja orkuverkið
hjá SEV á Sundi og skúlanum á
Fløtum.
- Vit hava nógv at gera og tað
merkja vit, tí tað er trupult at fáa
fatur á arbeiðsfólkum. Tað sær
gott út við ordrum og hava vit
nógv arbeiði langt fram, sigur Jón
Sigurðsson, stjóri í Articon.
Munur á
Kjartan Hansen, stjóri í byggifelag
num Kanjon, ið hevur heimstað í
Klaksvík, kann tó ikki taka undir
við hinum stjórunum.
- Tað er øgiligur munur millum
tær fyritøkur, ið arbeiða í høvuðs
staðnum og so teimum, ið arbeiða
í restina av landinum. Eg kenni
meg slett ikki aftur í lýsingini hjá
Búskaparráðnum, um at nógv
virksemi er í byggivinnuni, sigur
Kjartan Hansen.
Meðan fleiri byggifeløg í
høvuðsstaðnum hava tryggjað sær
arbeiði fleiri ár fram í tíðina, so er
støðan øðrvísi hjá Kanjon.
- Okkara ordrabøkur eru ikki
meira enn tríggjar mánaðir fram,
meðan vit vita, at onnur feløg
kunna hava arbeiði upp til trý
ár fram. So tað er øgiligur stórur
munur á hvar í landinum man er
staddur, sigur Kjartan Hansen.
Sjálvur eftirlýsir hann, at Bú
skaparráðið mælir til at spjaða
virksemi kring landið, so tað ikki
einans verður bygt í høvuðsstað
num.
- Eg sakni eitt tilmæli, har mælt
verður til at gera íløgur í økjum, har
tað ber til at byggja fyri ein rími
ligan kostnað. Sum nú er, so byggir
man næstan bara í einum yvirupp
hitaðum øki, sigur Kjartan Hansen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
ØGILIGA MUNUR Á