Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 13 BYGGIKOSTNAÐURIN ER HØGUR - Tað er stórur eftirspurningur eftir bústøðum, men tað er av ymiskum ávum. Eftirspurningurin er størri enn útboðið og vit hava sæð eina stóra tilflyting. Tað er millum annað við til at koyra prísin upp, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri heim HALLUR AV RANA S verri Hansen, formaður í Bú­skaparráðnum, ávarar aðra­staðni í blaðnum, at nógva virksemið í byggi­ vinnuni kann skapa fløsku­háls­ar í vinnuni. Úrslitið av tí er, at tað verður trupulari at fáa fatur á handverkarum og at byggi­verk­ ætlanir verða dýrari enn ætlað. Hann vísir eisini á, at eitt av teimum økjunum, ið verð­ ur beinleiðis rakt at økta virk­ semi­num í byggivinnuni, er bú­ stað­ar­marknaðurin, ið kemur undir trýst av høgum prísum og mangl­andi handverkarum. Í heyst­frágreiðingini hjá Bú­skap­ ar­ráðnum verður eisini víst á, at føroysku byggifeløgini hava arbeiði til 16 mánaðir fram. Tá fyri­tøkurnar hava so nógv at gera, kann væntast, at bæði bíðilistin til at byggja hús og prísirnir eru har­eftir. Kára á Dunga, stjóri í Betri heim, upp­lýsir, at í Betri heim merkja tey eisini eitt stórt trýst í vinnuni, tí eftir­spurningurin er høgur eftir bú­støðum. - Tað er stórur eftirspurningur eftir bústøðum, men tað er av ymisk­um ávum. Eftirspurningurin er størri enn útboðið og vit hava sæð eina stóra tilflyting. Tað er millum annað við til at koyra prísin upp. Og so leingi rentan lækkar í bankunum, so er eingin útlit fyri at húsaprísirnir fara niður, sigur Kára á Dunga. Hægri fermetraprís Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn,vísir á, at fermetraprísurin í høvuðsstaðnum er vaksin síðstu tvey árini, men ynskir ikki at spekulera hvat orsøkin er til prís­ vøkst­urin. - Eg kann bara staðfesta, at út frá hagtølunum hjá okkum, so er fer­metraprísurin hægri í dag enn í 2016 og 2017, sigur Petur Mohr Niclasen. Tølini hann vísir á, byggja á søluna hjá Skyn hesi árini og tekur støði í fermetraprísinum á seldu bú­støðum í høvuðsstaðarøkinum. Og tað er serliga fermetraprísurin innan íbúðir, ið er hækkaður hesi árini. - Í 2016 var fermetraprísurin fyri íbúðir í høvuðsstaðarøkinum 24.529 krónur, í 2017 var hann 26.600 krónur og í 2018 var hann 27.800 krónur, greiðir Petur Mohr Niclasen frá. Um hugt verður eftir set­húsa­ prís­unum, so er talan eisini um ein vøkstur har, hóast hann ikki er eins ógvusligur sum innan íbúðir. - Í 2016 og 2017 lá fer­metra­prís­ urin á set­húsum í høvuðsstaðnum á sama støði. Ein fermetur kostaði tá um 14.500 krónur. Í 2018 vaks fer­metraprísurin so upp í 16.000 krónur, sigur stjórin í Skyn. Byggikostnaðurin er høgur Fløskuhálsar innan byggivinnuna ávirkar serliga teir borgarar, ið ynskja at byggja nýtt. Í Betri heim upp­liva tey eisini, at byggivinnan hevur so nógv at gera í løtuni, at tað eru summir keyparar, ið velja eina aðra loysn, tá tey skulu seta búgv. - Um man ynskir at byggja, so er bíði­tíðin long og byggikostnaðurin er øgiliga høgur. Tað vísir seg eisini, at tá biðið verður um tilboð at byggja ella umvæla, so er tað í summum førum, at byggifeløgini skrúva prísin upp í vónini um ikki at fáa arbeiðið. Men kortini eru tað fleiri, ið taka av, sigur Kára á Dunga. Stjórin í Betri heim vísir eisini á, at tað kemur bak upp á summi hvussu dýrt tað er vorðið at byggja í Føroyum í dag. - Tað eru dømi um fólk, ið hava keypt grundstykki, men selja tað aftur og keypa hús í staðin, tí tað verður ov dýrt at byggja. Tað er dýrt at keypa grundstykki fyri 1,3 milliónir og skula planera tað fyri 200.000-300.000 krónur, áðr­ enn man kann byggja. Samlaða rokni­stykkið endar tá skjótt yvir 4 milliónir krónur, sigur Kára á Dunga. Peter Mohr Niclasen vísir eisini á, at tað kann tykjast sum, at tað er long bíðitíð til at byggja, tí hóast nógv grundstykkir verða seld í høvuðs­staðnum, so er ikki nógv virk­semi á teimum. - Tað tykist at vera ein bíðilisti at fáa bygt, men tað kann eisini vera, at nøkur síggja tað sum eina íløgu í framtíðina. Tað kann vera fólk, ið longu eiga eini hús, men síggja hetta sum ein møguleika at keypa eitt av teimum síðstu góðu stykkju­n­um í býnum, sigur Petur Mohr Niclasen. HALLUR@SOSIALURIN.FO Eg kann bara stað­ festa, at út frá hag­tølunum hjá okkum, so er fer­ metra­prísurin hægri í dag enn í 2016 og 2017 MADS CLAUS RASMUSSEN/RITZAU SCANPIX