hósdagur 6. september 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
14
Byggivinna
TEMA: Byggivinna
HALLUR AV RANA
S
um vanligt var stórur
spenningur til hvat Aksel
V. Johannesen, løgmaður,
fór at siga, tá hann trein
upp á røðarapallin í løgtinginum
á ólavsøku fyri at flyta fram
ólavsøkurøðuna. Siðvenja er,
at løgmaður nýtir hetta høvi at
stinga út í kortið hvat ætlanin
er hjá landsstýrinum fyri næstu
tingsetu. Tá talan so eisini var um
seinastu løgmansrøðuna hjá Aksel
V. Johannesen á hesum sinni, varð
røðan eisini sædd sum eitt upplagt
høvi at kunngerða síðstu ætlanir
nar hjá samgonguni áðrenn valið,
Men um nakar vónaði, at løg
maður fór at brúka høvi til at boða
frá nýggjum íløgum kring landið,
so blivu tey skuffað. Í staðin boðaði
løgmaður frá, at landsstýrið ynskir
at føra ein fíggjarpolitikk har
almennu íløgurnar verða tálmaðar.
Ella við hansara egnu orðum, man
ynskir at drýggja komandi íløgur
yvir fleiri ár.
- Men fyri at stýra búskapinum
mugu land og kommunur sam
starva. Samlaðu íløgurnar hjá
landi, kommunum og vinnu eru
í løtuni ov stórar. Tað ger, at ser
liga byggivinnan dýrkar. Tað
rakar familjurnar. Landið tekur
ábyrgd, og vit ætla at drýggja
komandi íløgur yvir fleiri ár. Og
kommunurnar áttu at gjørt tað
sama. Vit varða jú av somu familj
um. Tað má kunna bera til. Í felag,
segði løgmaður tá.
Flyta íløgur
Mánadagin kom so Búskaparráðið
við árligu heystfrágreiðingini, ið
enn einaferð staðfesti, at almennu
íløgurnar eru ov høgar og at hvørki
landið ella kommunur hava gjørt
nakað fyri at tálma teimum. Men
løgmaður vissar fyri, at man er í
einari tilgongd, har ætlanin er at
útseta nakrar íløgur. Hvørjar tær
verða fæst fyrst at vita í september,
tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2019
verður løgd fram.
- Vit eru í løtuni í einari tilgongd
at fáa greiðu á, hvørjar íløgur
verða útsettar. Tølini hjá Fíggjar
málaráðnum vísa greitt, at tað er
serliga í 2018 og 2019, at íløgurnar
eru høgar, tær minka síðan í 2020
og koma so á eitt vanligt støði í
2021. Av somu orsøk arbeiða vit
við at flyta nakrar íløgur frá 2018
og 2019 til 2020 og 2021, tá ið betri
rúm er fyri teimum, sigur Aksel V.
Johannesen.
Løgmaður vísir víðari á, at tað er
neyðugt at skilja millum íløgurnar,
tí meðan nakrar leggja trýst á
arbeiðsmarknaðin, so eru aðrar,
ið hóast tær eru kostnaðarmiklar,
hava avmarkaðan ávirkan á bú
skapin.
- Øðrumegin hevur tú eitt nú
havrannsóknarskipið, ið er stór
almenn íløga, men hon hevur av
markandi ávirkan á samfelags
búskapin, tí stórur partur av
arbeiðinum verður gjørdur uttan
lands. Hinumegin hevur tú eitt
nú stór byggjarí av ymsum slag,
sum leggja enn størri trýst á eina
frammanundan heita byggivinnu,
sigur løgmaður og leggur afturat.
-Tað merkir í stuttum, at tað er
í sær sjálvum ikki nóg mikið bara
at hyggja sjálvari upphæddini, tá ið
vit umrøða íløgur. Tað hevur nógv
størri týdning at hyggja at, hvørjari
íløgu sær, fyri at fáa greiðu á,
hvussu stóra ávirkanin hon hevur
á samfelagsbúskapin.
Tá fíggjarlógaruppskotið fyri
2018 verður lagt fram í september
fæst greiða á hvørjar íløgur verða
seinkaðar, men løgmaður ger
greitt, at eingin íløga, ið longu er
farin í gongd, verður seinkað, men
einans íløgur, ið enn ikki eru farnar
í gongd.
Avbjóðing at stýra
Í frágreiðingini hjá Búskaparráð
num verða almennu íløgurnar
fyri fyrstu ferð býttar upp í
landskassan, kommunurnar og
fyritøkur, ið eru undir almennum
ræði.
Við
nýgg ja
háttalagnum
sæst, at tað serliga eru almennu
fyritøkurnar, ið hava framt størstu
íløgurnar seinnu árini, og brúka
tær í 2018 700 milliónir krónur
meira upp á íløgur enn í 2016.
Sama tíðarskeið hava landskassin
og kommunurnar sett umleið 300
milliónir krónur meira av til íløgur
enn í 2016.
Sostatt tykist, at tað almenna
brúkar munandi meira upp á
íløgur, men løgmaður ger greitt, at
tølini frá Búskaparráðnum skulu
takast við fyrivarni.
- Hasi tølini skulu takast við eitt
sindur av fyrivarni, tí talan er um
fleiri støðlingar. Tað er longu greitt,
at hvørki land ella kommunur fara
at brúka hasar upphæddirnar í
2018, tí í fleiri førum er talan um
seinkingar í byggiverkætlanunum
hjá bæði landi og kommunum,
sigur løgmaður.
Sverri Hansen, formaður í
Búskaparráðnum, sigur aðrastaðni
í blaðnum, at alt er bólkað undir al
mennar íløgur, tí á ein ella annan
hátt kunna politikararnir ávirka
hesar íløgur. Løgmaður vísir tó á,
at tá tað kemur til stykkis, so kann
landið ikki gera nógv annað enn at
vera eitt gott fyridømi.
- Tað er ein avbjóðing at
stýra føroyska búskapinum,
tá ið landið, sum er, hevur
avmarkað amboð at stýra bæði
kommununum og fyritøkunum
undir almennum ræði. Eitt eru
almennu partafeløgini undir
landinum, men tú hevur eisini
bæði SEV og IRF, ið gera risastórar
íløgur undir kommunalum ræði.
Vit hava lítla og onga ávirkan á
SEV og IRF, sigur løgmaður og
leggur afturat.
- Tá ið amboðini hjá landinum
eru avmarkað, er frægasta gøtan
at ganga, at vit ganga undan og
støðugt heita á kommunur og fyri
tøkur undir almennum ræði um at
vísa ábyrgd, og gera sítt til at lækka
ferðina á búskapinum.
Sett lítið og einki í gongd
At løgmaður ynskir at halda aftur
upp á almennu íløgurnar er ikki
nakað nýtt. Í tíðargrein í Sosiali
num í 2016 vísti hann nevniliga
eisini á tørvin at einum varnum
búskaparpolitikki.
- Tað er neyðugt halda aftur. At
reka ein varnan búskaparpolitikk,
sama um krøvini til at brúka peng
ar eru stór. Størsta mistakið, vit
nú kundu gjørt, er at oysa meira
olju á bálið, skrivaði løgmaður fyri
tveimum árum síðan.
Hóast ynski um at halda aftur,
so verður í nýggju frágreiðingini
hjá Búskaparráðnum staðfest, at
almennu íløgurnar eru 2,8 milliard
ir krónur. Tað eru umleið 600
milliónir krónur meira enn í 2017
og umleið 1 milliard krónur meira
enn í 2016. Samanborið við 2016,
tá tíðargreinin bleiv skrivað, eru
almennu íløgurnar sostatt voksn
ar munandi.
Aksel V. Johannesen heldur tó
kortini, at tað hevur eydnast at
halda íløgurnar aftur, og vísir á,
at tær verkætlanir, ið hava verið
framdar undir hesi samgonguni,
eru í stóran mun verkætlanir, ið
undanfarna samgonga setti gongd
á.
- Satt at siga, so hevur sitandi
samgonga sett millum lítið og einki
nýtt í gongd. Stóru íløgurnar sum
Eysturoyar- og sandoyartunlarnar,
Glasir og Landssjúkrahúsið, eru alt
kostnaðarmiklar íløgur, sum vóru
samtyktar, áðrenn hetta lands
stýrið tók við. Við øðrum orðum
hevur okkara egna rásarúm verið
avmarkað, og sæð í tí ljósinum,
haldi eg, at vit hava dugað væl at
hildið aftur, sigur løgmaður.
Og enn einaferð vísir løgmaður
á, at tað er neyðugt at skilja
millum tær íløgur, ið krevja nógva
arbeiðsmegi, og so tær íløgur, ið
ÍLØGUR VERÐA
- Vit eru í løtuni í einari tilgongd at fáa greiðu á, hvørjar íløgur verða útsettar.
Tølini hjá Fíggjarmálaráðnum vísa greitt, at tað er serliga í 2018 og 2019, at
íløgurnar eru høgar, tær minka síðan í 2020 og koma so á eitt vanligt støði í 2021.
Av somu orsøk arbeiða vit við at flyta nakrar íløgur frá 2018 og 2019 til 2020
og 2021, tá ið betri rúm er fyri teimum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Hasi tølini skulu
takast við eitt
sindur av fyrivarni,
tí talan er um
fleiri støðlingar. Tað er longu
greitt, at hvørki land ella
kommunur fara at brúka hasar
upphæddirnar í 2018, tí í fleiri
førum er talan um seinkingar
í byggiverkætlanunum hjá
bæði landi og kommunum