hósdagur 6. september 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
15
kanska eru stórar, men hava ikki
somu ávirkan á búskapin.
- Taka vit eitt nú stóru íløgurnar
hjá SEV, so er í stóran mun talan
um vindmyllur og stórar motorar,
sum verður innflutt. Hóast talan er
um stórar íløgur, so er ávirkanin á
samfelagsbúskapin lutfalsvís av
markað. Tað sama ger seg galdandi
við nógvum íløgum hjá Føroya
Tele, har nógv tann størsti part
urin er íløgur í ymiska tøkni, og
aftur her er ávirkanin avmarkað á
føroyska búskapin, sigur Aksel V.
Johannesen, løgmaður.
Bjartskygdur løgmaður
Búskaparráðið hevur fleiri ferðir
seinastu árini víst á, at ferðin á
búskapinum er ov høg og heitt á
landið kommunurnar, um at gera
sítt til, at ferðin verður sett niður.
Í nýggjastu frágreiðingini stað
festir Búskaparráðið, at hvørki
kommunur ella landið hava gjørt
nakað hesum viðvíkjandi, men løg
maður heldur kortini, at sitandi
samgonga hevur staðið seg betri
enn aðrar.
- Við at útseta nakrar íløgur,
so taka vit nøkur ítøkilig stig fyri
at lækka ferðina á búskapinum.
Hyggja vit søguliga, so hava vit
ofta ikki stýrt serliga væl í góðum
tíðum. Taka vit eitt nú tíðarskeiðið
millum 2004-2008, tá ið vit seinast
høvdu uppgangstíðir, so var miðal
rakstrarvøksturin 7,2 prosent hesi
árini. Hetta valskeiðið hevur miðal
vøksturin á rakstrinum verið góð
3 prosent. Tað haldi eg vera ein
skilagóður og skynsamur vøkstur.
Hesa kós halda vit eisini fast um í
seinasta árinum av valskeiðinum,
sigur løgmaður.
Búskaparráðið hevur eisini áður
víst á, at landið og kommunurnar
muga samstarva betri um íløgur
nar, so at tamarhald fæst á vøkstri
num. Tað er heldur ikki nógv meira
enn eitt ár síðan, at Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna í fíggjarmálum,
royndi at fáa undirtøka frá
kommunum til ein felags íløgu- og
rakstrarkarm. Kommunufelagið
afturvísti tó uppskotinum frá
landsstýrinum.
Hóast uppskotið bleiv avvíst,
so er kortini eitt ávíst samskifti
millum kommunurnar og løgmann
um hesi viðurskifti. Og løgmaður
er bjartskygdur um, at tað fer at
eydnast at fáa eitt samstarv í lag
við kommunurnar um almennu
íløgurnar.
- Landsstýrið fer í næstum
at hava fund við fleiri av størru
kommununum um teirra íløgu
politikk komandi árini. Okkara
boðskapur verður, at tað er skila
best og mest skynsamt at lækka
ferðina eitt sindur, so vit fáa
meira fyri hvørja krónu. Vit tæna
jú sama borgara, og bæði land og
kommunur vilja hava sum mest
fyri hvørja skattakrónu sum gjør
ligt, sigur løgmaður.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
ÚTSETTAR
Satt at siga, so
hevur sitandi
samgonga sett
millum lítið og
einki nýtt í gongd.
Stóru íløgurnar sum Eysturoyar-
og sandoyartunlarnar, Glasir
og Landssjúkrahúsið, eru alt
kostnaðarmiklar íløgur, sum
vóru samtyktar, áðrenn hetta
landsstýrið tók við. Við øðrum
orðum hevur okkara egna
rásarúm verið avmarkað, og
sæð í tí ljósinum, haldi eg, at vit
hava dugað væl at hildið aftur