Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 16 HALLUR AV RANA F øroyska kommunurnar hava í 2018 sett 591 milliónir krónur av til almennar íløgur. Tað eru 43 milliónir krón­ur meira enn kommunurnar brúktu upp á almennar íløgur í 2017 og er tað hægsta síðan 2008, tá kommun­ urnar settu 842 milliónir krónur av til íløgur. Men í heystfrágreiðingini hjá Bú­skapar­ráðnum verður enn eina­ferð ávarað um, at neyðugt er trygg­ja, at almennu íløgurnar ikki verða ov høgar. Tí leggur ráðið upp til, at landið leggur uppí fíggjarliga sjálv­ræðið hjá kommununum. - Sum nevnt, er tað umráðandi hjá tí almenna ikki at endurtaka gongd­ina við almennum íløgum frá 2006 - 2008, nú búskaparliga virk­semið aftur er í stórum vøkstri. Skuldarloftið hjá kom­munu­num – at skuldin ikki skal koma upp um eina álíkning – riggar ikki sum fíggjarpolitiskt am­boð. Neyðugt er við miðvísari fíggjar­politiskari stýring, ið fevnir um allar íløgur undir almennum ræði, skrivar Búskaparráðið í heyst­frá­greið­ ingini. Í tíðindaskrivi viðheft frá­ greið­ingini varð eisini nomið við manglandi møguleikan hjá landi­ num at stýra kommununum. - Frásæð skuldarloft, hevur land­ið ongan møguleika at ávirka avgerðir kommunana í byggi­málum, og heldur ongan møgu­leika at áseta karmar fyri íløgu- ella rakstrarútreiðslur kom­ mun­anna. Hetta, saman við lítlum kommunu­stødddum, ger føroysku kommunuskipanina óhepna, skrivar Búskaparráðið. Skilur ikki tankagongdina Ikki óvæntað er Dennis Holm, for­maður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Vágs kommunu, grundl­eggjandi ósamdur við niður­ støðuni hjá Búskaparráðnum um føroysku kommunuskipanina. - Um man vil inn at stýra íløgun­ um hjá kommununum frá land­ sins síðu, so er kanska frægari, at ongin kommuna er í Føroyum. Í stað­in kann man so stýra øllum úr Tinganesi ella løgtinginum. Grund­leggjandi er her talan um eina idelogiska sannføring, um hvat er besta stýrisskipanin. Í Før­oy­um hava vit eina skipan við kommunalum sjálvræði, og so leingi man hevur hana, haldi eg hon skal virðast, sigur Dennis Holm. Borgarstjórin í Vágs kommunu vísir eisini á, at núverandi skipan hevur tann fyrimun, at leiðin hjá tí einstaka borgaranum til politik­ ar­an ikki er so langur. Sostatt hava kommunustýrini eina betri føling við hvat borgarin tørvar. - Skipanin við kommunan er ein skipan við nærdemokrati. Tað sum er høvuðsmunurin millum lands- og kommunalpolitikk er, at kommunupolitikarar eru rættiliga nær upp á sínar veljarar. Av tí sama hevur man eitt so tætt samskifti við lokalsamfelagið, at man fær gjørt nakað við tann tørvin, ið er lokalur, sigur Dennis Holm. Øll hava ábyrgd Fyriuttan áheitanina at broyta kommunu­skipanina, so er borgar­ stjórin í stóran mun samdur við teim­um ávaringum, ið Bú­skapar­ ráð­ið borðreiðir við í heyst­frá­ greið­ingini. - Øll eru á einum máli um, at vit øll onkursvegna hava ábyrgd av bú­skapinum og tí sum hendir við bú­skapinum. Tað er okkara ábyrgd at syrgja fyri, at hann ikki verður ov heitur, sigur Dennis Holm. Tá tað er sagt, so verjir for­ maður­in í Kommunufelagnum tær íløgur, ið føroysku kommunurnar gera í hesum døgum. Tað ger hann við at bólka tær upp í tveir bólkar. - Íløgurnar sum kommunurnar gera kunna bólkast í tvey. Tann eini part­urin er eingangsíløgur, sum eru risa­stórar. Hin bólkurin av íløgum er útloystur av fólkavøkstrinum í samfelagnum, ið setur krøv til kom­mun­urnar, sigur formaðurin í Kommunufelagnum. Havnir og skúlar Dennis Holm vísir á, at seinnu árini eru fleiri kommunur farnar undir Byggivinna TEMA: Byggivinna NÝGGIR BORGARAR LEGGJA TRÝST Á KOMMUNURNAR - Íløgurnar sum kommunurnar gera kunna bólkast í tvey. Tann eini parturin er eingangsíløgur, sum eru risastórar. Hin bólkurin av íløgum er útloystur av fólkavøkstrinum í samfelagnum, ið setur krøv til kommunurnar. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, nú Búskaparráðið enn einaferð ávarar um stóru almennu íløgurnar Hetta eru íløgur, ið verða gjørdar eina ferð hvørja hálva øld. Og sum Búskaparráðið eisini hevur víst á, so fara íløgurnar hjá kommununum at minka komandi árini. Mett verður, at íløgurnar toppa í ár og minka síðan í 2019 og 2020.