hósdagur 6. september 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
17
stórar íløgur, ið kunna tykjast
at vera ógvusligar, men at her er
talan um íløgur, ið verða framdar
50. hvørt ár.
- Ein stórur partur av íløgunum,
ið kommunali geirin ger í løtuni,
eru verkætlanir í hundrað millióna
klassanum. Tað er nýggjar havnir
í Tórshavn og Runavík. Tað eru
teir fýra fólkaskúlarnir í Havn,
Fuglafirði, Sunda kommunu
og í Klaksvík. Haraftrat kemur
Musikkskúlin í Havn, sigur Dennis
Holm og leggur afturat.
- Hetta eru íløgur, ið verða gjørd
ar eina ferð hvørja hálva øld. Og
sum Búskaparráðið eisini hevur
víst á, so fara íløgurnar hjá kom
mununum at minka komandi árini.
Mett verður, at íløgurnar toppa í ár
og minka síðan í 2019 og 2020.
Undir trýsti
Hin bólkurin av íløgum eru íløgur,
ið kommunurnar eru noyddar
at gera, tí tær eru undir trýsti av
fólkavøkstrinum seinnu árini.
- Tað sum er við at henda í sam
felagnum er, at tá man hevur havt
ein so stóran fólkavøkstur, ið vit
hava havt seinastu árini, so setir
tað trýst á nøkur ting. Tað tvingar
kommunurnar at gera ymiskt, ið
tær ikki høvdu hugsað, ætlað ella
tilvitað valt undir øðrum umstøð
um, sigur Dennis Holm.
Fyri kommunurnar merkir
fólkavøksturin og tilflytingin, at
brádliga er ein størri eftirspurning
ur eftir teimum tænastum, ið ein
kommuna veitir. Tað setur nýggj
krøv til kommunurnar.
- Fólk flyta aftur til landið og
hava tørv á plássum í barnagørðum,
barnaansing og skúlum. Tað er ein
avbjóðing, ið má loysast, tí kom
munurnar mugu hava eitt tilboð
til tey, ið venda heimaftur, sigur
Dennis Holm.
Sum eitt dømi um hvussu kom
munurnar eru undir trýsti, vísir
formaðurin í Kommunufelagnum
á úrslitið, um man fer inn á in.fo og
skrivar útstykking í leitiøkið.
- Tá finnur man einar tíggju
greinar um kommunur kring alt
landið, ið hava gjørt útstykkingar
síðsta árið, tí man er undir trýsti
av fólkavøkstri. Bara í ár hava
Vága kommuna, Sørvágs kommu
na, Vestmanna kommuna, Sjóvar
kommuna, Nes kommuna, Runa
víkar kommuna, Tórshavnar kom
muna, Eysturkommuna og Sands
kommuna gjørt íløgur í útstykk
ingar, sigur Dennis Holm.
Eru avmarkað
Í heystfrágreiðingini mælir Bú
skaparráðið millum annað til, at
Tórshavnar kommuna lækkar
skattin, tí inntøkurnar hjá høvuðs
staðarkommununi eru so høgar.
Og tað er ikki óhugsandi, at fleiri
kommunur kring landið hava
fingið munnliga viðmerking líkar
hesum frá sínum grannskoðarum,
metir Dennis Holm.
Slík tilmæli verða givin, tí
kommunurnar hava ikki loyvi at
hava yvirskot. Men avleiðingin
av lógini er, at tá kommunurnar
so hava pengar um hendi, verða
tær brúktar upp á ymiskar íløgur
heldur enn settar til síðis.
- Í prinsippinum kann ein
kommuna ikki hava avlop á fíggjar
ætlanini og leggja pengar til síðis
til verri tíðir. Tað merkir so tað, at
tá inntøkurnar hjá kommununum
minka, so hevur man minni um
hendi og má royna at halda fast
upp á raksturin. Tá so verri tíðir
eru, so ger man ongar íløgur. Men
tað merkir so eisini tað, at tá tað
eru góðar tíðir, so roynir man at
skunda sær at gera tær íløgur, ið
man ikki kundi gera í ringum tíð
um, sigur Dennis Holm og leggur
afturat.
- Tað er ein av okkara stóru
avbjóðingum. Landið hevur ein
grunn, ið teir leggja pengar í, men
vit hava einki fíggjarpolitiskt
amboð at stýra virkseminum við.
Øll skilja tað, tá Búskaparráðið
sigur, at nógv virksemi er í byggi
vinnuni og øll vita, at man eigur
at útseta nøkur ting. Men nøkur
av tingunum, sum eru í gongd, so
sum skúlar og barnagarðar, eru av
neyð, sigur Dennis Holm.
Á fund í næstu viku
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna
í fíggjarmálum, hevur áður roynt at
fingið í lag eitt samstarv við Kom
munufelagið um felags íløgukarm.
Undirtøkan hevur tó ikki verið
fyri einum slíkum samstarvi, men
Dennis Holm upplýsir, at regluligir
fundir nú eru millum landsstýrið
og kommunurnar.
- Vit eftirlýstu fyrr í ár regluligar
fundir við løgmann, um ymisk
viðurskiftir, so sum íløgur, fíggjar
stýring og hvar landið flytur seg.
Vit høvdu fyrsta fundin í vár og
avtalaðu tá, at hava tríggjar fundir
um árið. Næsti fundur er í komandi
viku og á skránni er millum annað
fíggjarætlanin fyri 2019 og kjak um
hvussu man betri kann samskipa
viðurskiftini millum land og
kommunu, sigur Dennis Holm.
Men tað er ikki bara sum at siga
tað at samskipa almennu íløgurnar
við landið, vísir Dennis Holm á. Tá
man er so tætt knýttur at borgar
unum, sum kommunurnar eru,
so má man taka hædd fyri teirra
tørvum.
- Standa 100 familjur og banga
á dyrnar hjá tær og vilja hava
barnagarðspláss, so kanst tú ikki
útseta at byggja barnagarðar, tí
íløgukarmarnar ikki loyva tí, sigur
Dennis Holm.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Um man vil inn at
stýra íløgunum hjá
kommununum frá
landsins síðu, so er
kanska frægari, at
ongin kommuna er í Føroyum
Standa 100
familjur
og banga á
dyrnar hjá
tær og vilja
hava barnagarðspláss,
so kanst tú ikki útseta
at byggja barnagarðar,
tí íløgukarmarnar
ikki loyva tí