Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 18 ÁRNI GREGERSEN H esi seinastu trý árini hevur avlop verið á lands­roknskapinum. Góðu tíðirnar við bú­skap­arligum viðráki hava eru sjálv­andi ein forkláring, men tað skal meira til fyri at fáa pening at leypa av. Tí seinnu árini eru útreiðslurnar til vælferðartænasturnar eisinui vaksn­ar, umframt at vit eisini eru vorðin fleiri fólk í Føroyum. Í 2012 var farð undir at forskatta pensjón­irnar. Tað vil siga, at í staðin fyri, at landið leggur ein skatt á uppspardu pensjónirnar, tá ið tær verða út­ goldnar, so verður skatturin goldin, so hvørt peningur verður goldin inn til eina pensjónsskipan. Hetta var gjørt, tá ið tíðirnar bú­skaparliga ikki vóru so góðar sum nú og fyri at atmarka hallið hjá landskasanum.. Hyggja vit at gongdini í hesum inn­gjøldum, so sæst at hetta hevur munað væl. Frá at hava givið 277 milljónir í kassan í 2015 vaks forskattingin til 321 milljónir í fjør. Hesin vøksturin kemur sjálvandi í stóran mun av, at fleiri fólk hava verið til arbeiðis og at samlaðu lønarúgjaldingarnar eru vaksnar. Tilfeingisgjøld Hetta hjálpir sjálvandi til at minka um hallið í landskassanum, men tað er ikki nóg mikið. Tí hevur eisini verið neyðugt at tryggja landskasssanum aðr­ ar inntøkur. Politiskt hevur verið ómetaliga nógv kjak um, hvussu hetta skuldi gerast. Ein grund­ leggjandi semja hevur verið millum flokk­arnar um, at lønarskatturin í Før­oyum er nóg høgur, so aðrar loysnir máttu finnast. Eftir tógvið stríð avgjørdi polit­iska skipanin, at alivinnan skal gjalda eitt avgjald fyri brúk av føroysku firðunum og at fiski­ vinnan skal gjalda eitt til­feingis­ gjald. Verður hugt eftir teimum sein­ astu árunum, so vísir tað seg, at í 2015 vigaði forskattingin av pen­sjónunum mest, men síðani er parturin við avgjøldum av ali­vinnuni og tilfeingisgjøldini vaksin javnt. Meðan alivinnan í 2015 skuldi av við 12 milljónir til landskassan, so vaks hetta talið til 148 milljónir krónur í fjør. Hjá fiskivinnuni eru gjøldini vaksin úr 110 milljónum í 2015 til 161 milljónir í fjør. Tilsamans fekk landskassin 775 milljónir krónur inn frá forskatting av pensjónum og gjøldum frá ali- og fiskivinnuni. Vóru hesi gjøldini ikki, so hevði lands­kassin í fjør havt eitt hall uppá 112 milljónir krónur, heldur enn eitt avlop uppá 536 milljónir krón­ur. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at munurin á tí, sum mett var í fíggjarlógini og tað, sum kom inn á hendan hátt vaks munandi. Tilsamans komu 127 milljónir krónur meira inn í landskassan við for­skattingini og við avgjøldunum frá ali- og fiskivinnuni. AVGJØLD OG FORSKATTING BJARGA NÚ BÚSKAPINUM Nýggjar inntøkur til lands­kassan seinastu árini, gera, at landskassin ikki hevur hall