Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 19 ÁRNI GREGERSEN S íðani fíggjarkreppan herj­ aði, eru nógvar broytingar hendar á økjunum, sum umfata fíggjarstovnar og peningastovnar. Føroysku peningastovnarnir eru undir hørðum eftirliti frá donskum myndugleikum, sum javnan hava sett peningastovnunum krøv. Í seinastuni hava vit eisini fingið ein endurstovnaðan Landsbanka umframt ,at eitt føroyskt váðaráð er sett á stovn. Endamálið við váðaráðnum er, at føroyskir myndugleikar verða kunnaðir, so skjótt váðaráðið heldur, at okkurt óvanligt er á veg. Fyrr hevur alt økið við peninga­ stovn­unum ligið undir danska fíggjar­eftirlitinum, sum ikki hevur rapporterað til føroysku myndug­ leikarnar, men bert til donsku myndug­leikarnar. Onki av hesum er yvirtikið, men nú hevur váðaráðið møguleika at fylgja við hvat hendir í fíggjar­ heimi­num. Tað hevur havt við sær, at kunn­ingin til føroysku myndug­ leikar­nar ofta er komin seinni enn neyðugt annars hevur verið. Góð gongd Búskaparráðið hevur ikki í sein­ astu frágreiðingini gjørt nakað burtur úr hesum geiranum, men tølini hjá bankunum síggja góð út. Har er ein javnur vøkstur í inn­ lán­ununum. Tað vil siga, at vit seta meira pening inn í pen­inga­stovnin enn vit læna. Innlánini eru vaksin úr 13,8 milljardum í 2014 til 17,2 milljardir í juni í ár. Føroysku húsarhaldini eru bestu uppspararnir hjá peninga­ stovn­unum. Av teimum 17,2 milljard­unum vit eiga inni­stand­ andi eiga føroysku húsarhaldini meira enn helvtina – tilsamas 9,7 millj­ardir. Tá tað er sagt skal eisini nevnast, at føroysku húsarhaldini eisini eru tann parturin, sum lænir mest úr peningastovnununm. Verður hugt at hvussu nógv vit læna, so er tað eisini meira enn helvtin av øllum út­lánunum hjá bankunum – nevni­ liga 8,4 milljardir krónur. Í hesum útlánum eru øll húsalán frá peningastovnum, og tey muna sjálv­andi rættuliga nógv. Munurin Tað góða hjá peningastovnunum, sæð við brillunum hjá teimum, sum hava eftirlit, er at innlánini eru størri enn útlánini. Innlánini eru tvær milljardir størri enn útlánini Fyrst og fremst kemur hetta frá húsarhaldum og tænastu­vinnuni, meðani aðrar vinn­ur draga niður. Tað vil siga, at til­feingis- og framleiðsluvinnan læn­ir meir frá peningastovnunum lutfals­liga enn privatu húsar­hald­ ini. Framleiðsluvinnugeirin skilur seg burturúr við tað, at øll árini hevur talan verið um eitt rættuliga stórt negativt innlánsyvirskot (posi­tivt útlánsyvirskot). Útlánini til hendan geiran hava verið nøkulunda støðug, og við onkr­um undantaki kann tað sama sigast um innlánini. -Væntandi avspegla tølini fyri fram­leiðsluvinnugeiran gongdina inn­an byggivirksemið í Føroyum, skriv­ar Búskaparráðið. ÁRNI GREGERSEN B úskaparráðið hevur í Heyst­frá­greiðingini fyri í ár, gjørt eina meting av ogn og skuld hjá almennu Før­oyum. Í uppgerðini eru kommunurnar rokn­aðar við, men skyldurnar sum landið hevur mótvegis tænasta­ mannapensjónunum eru ikki við og heldur ikki tann trygd­in, sum landið veðhelt fyri í pen­sjóns­ felagnum Lív. Tað vísir seg, at almennu Før­ oyar eiga eina nettoogn uppá 15 milljardir krónur. Umframt kom­ munur­nar,s o eru eisini feløg og stovnar undir almennum ræði roknað við. Landskassin sjálvur hevur eina netto­ogn uppá tvær milljardir krónur. Landskassin skyldar slakar fimm milljardir krónur, men eigur slakar sjey milljardir. Tað vil siga, at bruttoskuldin hjá landskassanum er 26 prosent av føroyska BTÚ. Stórur vøkstur Verður hugt at samlaða almenna geiranum, sum umfatar land, kommunur og stovnar og feløg, sum tað almenna hevur ræðið á, so er ognin vaksin nógv alla seinastu ár­ini og síðani 2012 við heilum fimm milljardum krónum. Ognin hjá kommununum var lægst í 2008/09, men síðani er netto­ognin vaksin við ferð, soleiðis, at nettoognin hjá kommununum í dag er væl yvir fýra milljardir krón­ur. Landið og tær fyritøkur og teir stovnar, sum landið hevur ræðið á hava eisini stórr ognir. Serliga eru tað nettoognirnar hjá landinum, sum eru vaksnar nógv síðani 2010. Við øðrum orðum, so sæst góði búskaparvøksturin seinnu árini væl aftur í samlaðu ognunum hjá tí almenna geiranum. Tað er sjálvandi eisini tí, at í løtuni verða so nógvar almennar íløg­ur gjørdar. Land, kommunur og stovnar og feløg, sum landið hevur ræðið á, eru væl fyri. Samlaði almenni geirin eigur ognir fyri netto 15 milljardir krónur. Serliga er stórur vøkstur í ognunum hjá kommununum Føroysku peningastovnarnir eru væl fyri, heldur Búskaparráðið, hóast teir ikki fáa serliga viðgerð í Heystfrágreiðingini í ár Almennu Føroyar eiga stórar ognir Peningastovnarnir hava tað sera gott