hósdagur 6. september 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
20
5/9 kl 20
NINA
(Føroyar 2018 80 min)
NINA er nýggjur føroyskur spælifilmur, ið snýr seg um eitt ungt danskt par,
sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali, haðani søgnin um Kópakonuna
stavar. Meðan William er í holt við arbeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, veksur ein
semi hjá ungu Ninu, sum roynslar og revsar sjeikin, fyri at fáa kærleikan váttaðan.
Leikstjórin fer at innleiða sýningina, sum er hin fyrsta á Filmsdøgum í Felag, har
evnið í ár er kvinnur á filmi. NINA varar 80 minuttir.
FILMSDAGAR
FILMSDAGAR
S
ýndir verða nýggir biograffilmar,
ið allir hava kvinnur sum tema.
Fyrsti er hin føroyski NINA, har
leikstjórin leggur fyri við innleiðing
um filmin.
Orsøkin til at velja kvinnur á filmi
sum tema er tann sannroynd, at flestu
biografgangarar í Filmsfelagnum eru
kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er
heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu
tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er
at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um
aktuellan film, sum kemur í biografarnar,
enn menn. Tá filmurin The Wife varð
kunngjørdur á Facebookvanganum hjá
Filsmfelagnum leitaðu 71% kvinnur og 29%
menn eftir tiltakinum.
Í døgunum 5.-9. september eru
Filmsdagar í Felag í Filmsfelagnum,
Havnar Bio og Norðurlandahúsinum.
6/9 kl 20
I KILL GIANTS
(Anders Walter USA 2018 97 min)
Við støði í teknirøðini I KILL GIANTS,
fylgja vit 12 ára gomlu Barbaru, sum
berjist við risar og trøll í veruleikanum,
soleiðis sum hon fatar hann. Í magiskari
realismu smelta ytru og innaru heim
arnir saman í filmaða gerandisdegn
um hjá seregnu gentuni, sum verður
happað í skúlanum og eisini hevur
tað trupult, tá hon er heima. Tí tykist
hon fyri okkum at hvørva longur og
longur inn í Dungeons & Dragons søgur.
Filmurin, sum danski leikstjórin Anders
Walter hevur gjørt saman við Harry
Potter-framleiðsluliðnum, hevur fingið
framúr ummæli og verið borin saman
við fyrstu filmar hjá Spielberg. Danska
filmtænastan KINO sigur um filmin og
leikstjóran, sum gjørdi Oscarvirðislønta
stuttfilmin HELIUM: ”I stil med sin kortfilm udforsker Walter en magisk realisme,
der både med følsomhed, mørke og humor dykker ned i et barns komplicerede
psyke.” Filmurin hevur 11 ára aldursmark.
Rakel Helmsdal fer at innleiða sýningina við I KILL GIANTS.
6/9 kl 17:30
WHITNEY
(Kevin MacDonald USA 2018 200 min)
Nýggi heimildarfilmurin WHITNEY er um sangarinnuna við gyltu røddini, sum sló
øll met, tá hon seldi fleiri fløgur enn nakar undan henni. Í 1992 spældi hon saman
við Kevin Kostner í filminum The Bodyguard, har sangir hennara løgdu lunnar
undir mest seldu fløgu úr einum filmi. Eydnan hjá Whitney Houston fekk tó ein
bráðan enda, tá hon í 2012 varð funnin deyð í einum baðikari á Beverly Hilton
hotellinum, bara 48 ára gomul. Oscarvirðislønti leikstjórin Kevin MacDonald sigur
í hesum nýggja heimildarfilmi hugtakandi søguna um stjørnuna WHITNEY, sum
var guddóttir Arethu Franklin, nær í slekt við Dionne Warwick, men tó fekk so
syndarliga lagnu. Nýggi heimildarfilmurin WHITNEY verður sýndur hvønn dag kl
17:30 meðan Filmsdagar í Felag eru. Tema á filmsdøgunum í ár er kvinnur á filmi.