hósdagur 6. september 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
21
R Í FELAG
10/9 kl 20
Bare Juliet
(Jesse Peretz UK 2018 105 min)
Danski filmsútleigarin Scanbox, sigur soleiðis um filmin BARE JULIET: Annie
(Rose Byrne) er kørt træt i sit kedelige parforhold med Duncan (Chris O’Dowd),
der er kæmpefan af indie-musikeren Tucker Crowe (Ethan Hawke). Da en akustisk
demoversion af Tuckers 25 år gamle hit LP pludselig dukker op i posten, bliver det
startskuddet til et møde med den på én gang tiltrækkende og flyvske kunstner,
et møde, der ændrer livet for alle parter. ”Bare Juliet” er baseret på romanen af
Nick Hornby, der har lavet forlæg til flere succesfulde film bl.a. About a Boy og
High Fidelity.
9/9 kl 20
Maria By Callas
(Tom Volf Frakland 2018 113
min)
Heimildarfilmurin hjá Tom
Volf MARIA BY CALLAS
sigur okkum søguna um
kendastu sopran í allari
operaverðini í 20. øld. Ein
ikon fyri milliónir av
áhoyrarum, enn tann dag
í dag, fjøruti ár eftir at hon
doyði í 1977. Tað er søgan um
MARIU CALLAS, hennara
lív og lagnu, søgd við egnum
orðum. Kjarnin í søguni er
dysturin millum kvinnuna
og persónin Mariu og stíl-
ikonið, jetset-drotningina og
operastjørnuna Callas. Lítið
eydnusama sambandið við
skipsreiðaran Aristoteles
Onassis, viknandi røddin og
deyðin, ið rakar 53 ára gomlu
kvinnuna, sum nú livir í ein
semi, eru bæði skakandi og
bergtakandi lutir í eini samansettari filmiskari søgu, ið byggir á brot úr samrøðum,
tíðindum, privatum smalfilmsupptøkum og eins persónligum brøvum. Nógva av
tilfarinum hevur aldri áður verið frammi, og annað tilfar er reinsað, restaurerað og
lagt við liti. MARIA BY CALLAS byggir á kanningararbeiði í fleiri ár hjá leikstjór
anum, ið hevur hitt tey, ið livdu saman við henni, og sum týðuliga er púra burtur í
listafólkinum og persóninum Callas. Danski filmsútleigarin Camera Film sigur um
MARIA BY CALLAS, at hetta er ein tónleikafilmur ”hvor man ikke må nøjes med
korte glimt af den stemme, det hele handler om, men får serveret en lang række
optagelser af hele arier fra nogle af de mest centrale operaer i Callas’ repertoire.”
Elsa Súsanna Dalsgaard fer at innleiða sýningina við MARIA BY CALLAS.
9/9 kl 16 í Norðurlandahúsinum
Wonderful Copenhagen
(Bo Tgenberg DK 2018 109 min)
WONDERFUL COPENHAGEN, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum, er
partur av Filmsdøgum í Felag hjá Filmsfelagnum og Havnar Bio, har kvinnur á
filmi eru evnið.
WONDERFUL COPENHAGEN er eitt grípandi drama um skuggasíðuna av
Keypmannahavn. Ein ung eysturevropeisk kvinna leitar sær til Danmarkar at
arbeiða, men verður noydd út í skøkjuvirksemi. Tá Tanja letur eina kaffistovu
upp á Vesturbrúgv, verður hon uttan at ynskja tað, ein partur av hendingunum
og fær innlit í eitt umhvørvi, hon ikki visti var til. WONDERFUL COPENHAGEN
byggir á veruligar søgur um human trafficking.
8/9 kl 20
HVA VIL FOLK SI
(Iram Haq NO 2017 106 min)
Millum tveir heimar førir 16-ára gamla Nisha eitt trupult dupultlív. Heima hjá
pakistansku foreldrunum er hon fulkomna dótturin og systurin, men tá hon næstu
løtu er saman við javnaldrandi vinfólkunum, er hon ein heilt vanligur norskur tann
áringur. Men ein dag verður dupultlívið avdúkað, og báðir tilveruheimarnir renna
harðliga saman, tá pápin sær Nisha mussa norska sjeikin. Í eini roynd at steðga
óhóskandi sambandinum, fáa foreldrini skipað fyri eini burturflyting, so dótturin
kemur til slektningar í Pakistan at vera. Í fremmanda heimlandinum skal Nisha
fóta sær, og laga seg til virði og viðurskifti, sum foreldrini áleggja henni. Fleirfalt
virðislønti filmurin HVA VIL FOK SI verður vístur við donskum undirteksti. Films
útleigarin Øst for Paradis sigur um filmin: ”HVA VIL FOLK SI er et rørende drama
om det komplekse forhold mellem far og datter. Det er historien om en ung kvinde,
der må finde sin egen vej i livet, og den 18-årige hovedrolleindehaver Maria Mozdah
gør en imponerende debut på det store lærred. I rollen som faren ses Adil Hussain,
som flere måske vil genkende fra internationale succeser som LIFE OF PI.”
Gunn Hernes fer at innleiða sýningina við HVA VIL FOLK SI.
7/9 kl 20
THE WIFE
(Bjørn Runge UK 2018 100 min)
Klóka og vakra Joan Castleman (Glenn Close) er hin fulkomna
konan. Uppofrandi hevur hon í fjøruti ár sett seg sjálva til viks,
fyri at stuðla karismatiska manninum, Joe (Jonathan Pryce),
sum er millum kendastu rithøvundar í heiminum. Sjálv hevur
hon ikki lagt í tær kvinnur, hann hevur havt, tí Joe er jú stórur
listamaður. Hjúnabandið byggir fult og heilt á Joe og hansara
vilja og ætlanir. Men nú er Joan farin at møðast. Kvøldið, tá
Joe skal heiðrast við Nobelvirðislønini fyri bókmentir, ger
Joan støðuna upp. The Guardian, sum í ummæli gevur THE
WIFE fult stigatal, sigur: ” As the apparently-perfect wife of a
Nobel prize-winning writer, Close gives arguably her best ever
performance in an adaptation of Meg Wolitzer’s novel”. Danski
filmsútleigarin sigur um filmin: “THE WIFE er en intens og
gribende rejse - en fejring af kvinder, frigørelse og modet til
at finde tilbage til sig selv!” Leikstjóri er svenski Björn Runge,
sum í 2005 fekk Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri MUN
MOT MUN og árið fyri fekk fleiri virðislønir fyri OM JAG
VÄNDER MIG OM.
Marna Jacobsen fer at innleiða THE WIFE.