Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 23 TRÓNDUR ARGE – HOTEL FØROYAR T á teir rópa “RAUS”, so skal tú renna skjótt, sigur Jóan Símun og grínur. Hann er avslapp­ aður og róligur á málinum tað mesta av samrøðuni. Orðini er væl vald, men hann skilur ikki alt av týskum. Onkuntíð hugsar hann eina løtu, áðrenn hann tosar. Til tíðir er hann spakur, men soleiðis kenna tey flestu toftamannin, sum er í holt við at blíva ein av teimum størstu spælarunum í føroyskari fót­bóltssøgu. Hóast hann ikki herðir røddina og brúkar kroppin nógv, tá hann tosar, so lítur hann á seg sjálvan. Hann veit hvat hann vil og hvat hann kann. Tað hevur hann kanska ikki altíð gjørt, viðgongur hann, men tók ein stóran kjans í summar, tá hann bjóðaði øllum OB og Odense av. Úrslitið er ein sáttmáli við Ar­ min­ia Bielefeld, sum er eitt av stóru feløgunum í 2. Bundesliguni í Týsk­landi. Hann er kosin sum besti spælarin í felagnum fyri august, men tað skal meiri til at fáa ljóshærda bóltsnillingin at fara upp frá. -Eg havi bara spælt fýra dystir. Tað er gott við eini góðari byrjan, men hetta er bara byrjanin, sigur Jóan Símun Edmundsson. Hann er mentur nógv, síðani hann í 2011 fýsti eftir leiðsluni í Newcastle, tá teir vildu leiga hann út. Hann hevur upp á fýra ár skift Argja Bóltfelag út við Arminia Biele­feld. Umhugsaði at gevast Tað er ein fótbóltstroyttur toftamaður, sum í 2014 tekur ein steðg frá yrkisfótbólti. Hann er farin frá Newcastle í Premier League til Stavanger í Noreg, men finn­ur seg sjáldan til rættis, har hann er. Flestu dystirnir og málini kom fyri eykaliðini. -Eg hevði tankar, har eg um­ hugsaði at gevast. Eg kom aftur til Føroya og byrjaði upp á eina út­búgvin, sigur Jóan Símun Ed­ munds­s­on. Tá hann verður spurdur um tíðina í AB, so er hann skjótur at siga, at hann hevði tað gott á Argjum. Hann veit, at prátið fellur inn á niðurtúrin hjá honum. -Eg haldi at eg havi tikið rættar avgerðir, frá tí eg kom til AB. Kanska var eg ov djarvur, tá eg valdi tað størsta at byrja við. Eg var ikki til reiðar at fáa at vita, at eg ikki var nóg góður í Newcastle, sigur Jóan Símun, sum síðani endar í norskum Tippeligafótbólti, og víðari til næstbestu deildina í Danmark, áðrenn hann ein feburar­dag í 2014 skrivar undir við Argja Bóltfelag. -Eg hevði tað gott á Argjum. Tað var ein góð tíð og mær dámdi tað væl. Har fekk eg eisini viljan aftur at blíva yrkisspælari. Síðani havi eg tikið tey røttu fetini. Fyrst HB, síðani Vejle og OB, og nú Arminia Biele­feld, sigur Jóan Símun Edmunds­son. Í dag hevur toftamaðurin ongar slíkar tanakar. Hann hugsar bara um framtíðina, og lívið sum yrkis­ fót­bóltsspælari. -Teir tankarnar havi eg ikki longur. Eg tók arbeiðshandskarnar upp á, og havi síðani sett mær fyri, at eg satsi upp á fótbóltin. Eg hugsaði tá eg var í Føroyum, at eg nú hevði eg gjørt so nógv við fótbóltin, at eg mátti geva tí ein møguleika afturat, sigur Jóan Símun Edmundsson. Kalla meg fyri Eddie Jóan Símun Edmundsson er ikki tað mest fyrigevandi navni hjá einum útlendingi at tríva í. Heldur ikki er navnið lætt at rópa í einum brot­parti av einum sekundi, tá hann skal hava boð á vøllinum. Tí renna flestu fótbóltsspælarar runt við einum kelinavni. Onkun­ tíð hevur navnið verið deilt upp í “Jóan” ella “Símun”. JS, út­talað “Jey-S”, hevur eisini verið brúkt. Í Arminia Bielefeld hevur tofta­ maðurin tó fingið nýtt kelinavn. -Teir kalla meg fyri Eddie. Tað var longu til fyrstu venjingina, at teir spurdu meg, um eg hevði eitt kelinavn. Eg royndi við onkrum av teimum, sum eg havi havt fyrr. Teir koll­dømdu øll og kalla meg fyri Eddie. Tað tók ein dag ella tveir at venja meg við tað, men í dag eri eg Eddie, fortelur Jóan Símun. Í bakgrundini er nakað av práti. Onkur av landsliðsspælarunum hevur familju á vitjan, meðan aðrir ganga ein túr. Arbeiðsfólkini á Hotel Føroyum gera eisini klárt til, at bussurin við maltesiska lands­lið­num kemur. Teir eru hálv annað sam­døgur forsinkaðir. Royndarvenjing gjørdi munin Tað kemur ikki av ongum, at Arminia Bielefeld hevði eyguni eftir føroyska landsliðsspælarunum í summar. Longu í januar 2017 er Jóan Símun á fyrsta sinni á vitjan í týska felagnum. Tá spælir hann við Vejle BK í næstbestu deildini í Danmark. -Eg kom frá feriu og bólt­før­ leikin var ikki tann besti, men krops­liga megnaði eg at vera við. Eftir royndarvenjingarnar fekk eg vanligu boðini um, at teir fóru at fylgja mær, men at eg ikki fekk sáttmála á hesum sinni, fotelur tofta­maðurin. Í summar gongur sáttmálin við OB út, men longu í januar er greitt, at samstarvið ikki verður longt. Jóan Símun hevur tikið eina avgerð um, at hann vil royna okkurt nýtt. -Eg tók eina stóra risiko, tí tá visti eg ikki um áhugan frá Arminia Bielefeld. Eg hevði ikki havt eitt gott hálvt ár frammanundan, men eg havi altíð sagt, at eg vil royna nógv og síggja fótbóltsheimin. Eg Jóan Símun Edmundsson: FRÁ ARGJA BÓLTFELAG TIL ARMINIA BIELEFELD UPP Á FÝRA ÁR! Tað var ein fótbóltstroyttur toftamaður, sum í 2014 vendi heim til føroyskan fótbólt. Hugurin til yrkisfótbólt var ikki so góður, men fýra ár seinni spælir Jóan Símun Edmundsson við Arminia Bielefeld í 2. Bundesliguni Týsklandi