Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 24 FÓTBÓLTUR: Føroyar - Malta havi tó ongan sáttmála og tað burdi verið ein fyrimunur, tá tú skal finna nýtt felag, sigur Jóan Símun og leggur afturat: -Sum tíðin gongur, so menni eg meg sum spælara. Í mars ella apríl í ár byrji eg aftur at hoyra, at Arminia Bielefeld eru áhugaðir í mær. Teir eru eitt av stóru feløg­ unum í 2. Bundesliguni, men teir eru ikki kendir fyri at gjalda nógv fyri at keypa spælarar. Tí er mín støða eisini áhugaverd fyri teir, sigur Jóan Símun. Tað eru fólk hjá felagnum, sum hava hildið eyga við tofta­ manninum, sum tó hevur spælt lítið seinasta hálva árið. Teir eru tó sannførdir um, at ljóshærdi tofta­ maðurin er eitt gott boð til Arminia Biele­feld. -Eg fekk at vita, at eg stóð ovarliga á listanum hjá hjálpar­fólk­ unum hjá felagnum. Teir skuldu bara prógva fyri venjaranum, at eg var verdur at geva ein sátt­ mála. Millum annað eri eg til sam­ røðu í felagnum. Eg vónaði at fáa sáttmála, men visti ikki um eg kundi vænta, at sleppa at spæla á so høgum stigi, sigur lands­liðs­ spæl­arin. Kundi verið farin til Grikkalands Meðan samráðingarnar eru við Arminia Bielefeld, koma eisini fleiri tilboð frá øðrum feløgum. Í januar var Jóan Símun á veg til turkiskan fótbólt, men skiftið bleiv av­lýst í evstu løtu. Hesa ferð vóru boð eftir honum úr millum annað Dan­mark og Grikkalandi. -Eg vil siga tað soleiðis, at tey hava ikki gloymt sigarnar hjá Føroyum í Grikkalandi. Har kom okkurt tilboð, men tað altíð ein risiko, tá vildi eg heldur Bielefeld. Eg kundi eisini spælt í onkrum av teimum stóru feløgunum í Dan­ mark, ella onkrum av londunum, sum liggja tætt við norðurlondini, sigur Jóan Símun Edmundsson. Hann leggur eisini afturat, at tilboðið frá Arminia Bielefeld ikki var tað fríggjarliga besta. Fyri tofta­mannin hevur tað ítróttarliga størst týdning. -Eg kundi valt okkurt av hinum og fingið meiri pengar, men eg vildi allatíð hetta. Mítt ynski at koma til Bielefeld var so stórt, at tað bleiv ongantíð ein trupulleiki at samráðast um ein sáttmála. Tað lat eg umboðsmannin um og tað gjørdi hann væl, sigur føroyski lands­liðsspælarin, og sigur víðari: -Umboðsmaðurin segði eisini, at onkur av tilboðunum frá hinum feløg­unum vóru ikki tað besta fyri meg nú. Gott nokk visti Arminia Bielefeld, at eg ikki hevði havt mítt besta kappingarár, men tá vit greiddu teimum frá støðuni í OB, so skiltu teir tað, sigur Jóan Símun Edmundsson. Hann sigur eisini, at ósemjan í OB eisini førdi til, at ávís fólk í felagnum ikki longur vildu honum tað besta. -Tað var sum um, at teir hildu at ein føroyingur sum eg bara skal verða fegin um, at teir vildu geva mær ein sáttmála.Tá bleiv eg eisini sann­førdur um, at tað var rætt av mær at skifta, sigur maðurin, sum nú rennur runt við nummar 14 á rygginum hjá Arminia Bielefeld. Arminia er eitt stórt felag Tað er ikki eitt smávegis felag, sum toftamaðurin er komin til. Arminia Bielefeld hevur ver­ið í Bundesliguni, og verður rokn­að sum eitt av teimum stóru feløg­unum í 2. Bundesliguni. Tað er eitt felag, sum hevur um 12 túsund limir, meðan áskoðaratalið kann liggja um tey 20 túsund á Bielefelder Alm, sum tekur 27 túsund áskoðarar. -Eg vil siga, at tað er eitt stórt felag. Sjálvandi er tað eitt sindur min­ni enn Newcastle, um tú hygg­ ur eftir besta liðnum, men hetta er sum at verða í Onglandi. Tey brenna fyri fótbóltinum og felag­ num. Millum annað komu nøkur túsund til ein opna venjing, sum vit høvdu, greiðir føroyski lands­ liðs­spælarin frá. Hann verður kendur aftur á gøtuni, men enn er tað ikki so, at hann verður beinleiðis órógvaður á hvørjum gøtuhorni. -Onkur kennir meg aftur og tey ynskja mær góða eydnu. Arminia Biele­feld er einasta liðið í radius av einum tíma, men tað er ikki so, at eg blívi steðgaður allatíð, sigur Jóan Símun. Ganga høgt upp í venjing Tað er tiltikið, at tað verður vant hart í Týsklandi. Tað passar eisini sam­bært Jóan Símuni, men talan er ikki um ørvitisvenjing í fjøllunum, men venjing við bólti. -Teir ganga upp í venjing við lív og sál. Tað er øðrvísi enn eitt nú í Dan­mark. Í uppstartinum hevði eg Eg kundi valt okkurt av hinum og fingið meiri pengar, men eg vildi allatíð hetta. Mítt ynski at koma til Bielefeld var so stórt, at tað bleiv ongantíð ein trupulleiki at samráðast um ein sáttmála