hósdagur 6. september 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
25
bara ein ella tveir dagar frí, men
næstan øll venjing er við bólti. Vit
spældu eisini einar sjey ella átta
venjingardystir fyrstu tíðina. Vit
skulu spælast í form, greiðir tofta
maðurin frá.
Hann sigur eisini, at tað til venj
ing oftani verður spælt á fullum
vølli, har tað eru ellivu móti ellivu.
Tað gevur eisini nógvar renningar
í høgari ferð.
-Vit spæla 4-4-2 við høgum
trýsti. í fjør var Arminia Bielefeld
tað liðið, sum rann flestar
kilometrar bæði í Bundesliguni
og 2. Bundesliguni, sigur Jóan
Símun, sum somuleiðis letur væl
at fótbóltinum í 2. Bundesliguni.
-Higartil hava øll liðini lopið
á. Tey vilja gjarna fram á vøllin,
meðan eitt nú í Danmark eru
tað fleiri, sum leggja nógv fyri í
verjuspælinum og spæla upp á
mótálop. Her snýr tað seg meiri
um at leypa á. Tað dámar mær væl,
sigur føroyski landsliðsspælarin.
Venjari hjá Arminia Bielefeld
er úr Luksemborg og eitur Jeff
Saibene. Hóast hann er úr eini av
smærru tjóðunum, so er virðingin
fyri honum stór.
-Eg havi ikki upplivað annað.
Eg havi bara positivt at bera hon
um, men eg haldi eisini at her í
Týsklandi, so hava øll virðing fyri
venjaranum, sigur toftamaðurin
við einum smíli.
Svaraði spurninginum
við at skora
Tað kom eitt sindur óvæntað á
Jóan Símun, at hann skuldi spæla
við frá byrjan í fyrsta dystinum í
hesum kappingarárinum. Hann
var skaddur seinastu vikurnar
undan kappingarbyrjan, og tað
kendist sum, at onkrir spælarar
ikki heilt skiltu hvussu hann kundi
byrja inni.
-Eg hevði verið skaddur í tvær
vikur, so teir hava sikkurt hugsað
sítt, men so var gott at eg fekk
svarað aftur við einum máli, sigur
Jóan Símun og leggur afturat.
-Tað er týdningarmikið við einum
góðari byrjan, tí fyrsta myndin fólk
fáa av tær plagar at standa við. Nú
eru tað ikki bara málini sum telja hjá
mær, tá eg spæli á høgra kanti, men
tað hjálpur væl, sigur toftamaðurin.
Hugsar øðrvísi nú
Jóan Símun Edmundsson tók
eitt stórt fet, tá hann sum ungir
tannáringur fór av Toftum til
Newcastle. Í dag er tankagongdin
eitt sindur øðrvísi.
-Eg var ikki til reiðar at fáa
a vita, at eg ikki var nóg góður
í Newcastle. Tá tú ert ungur, so
hugsar tú nógv um alt tú skal náa,
hvussu langt tú kann
sleppa og eitt vánaligt
avrik setur síni spor. Í dag
hugsi eg meiri um næsta
dystin. Eg royni bara at njóta
hvønn dyst, sigur toftamaðurin
umhugsin á málinum.
RAUS, so skalt tú
renna skjótt
Føroyski landsliðsspæalrin blívur
nærmast flovur, tá hann verður
spurdur, um hann hevði týskt í
skúlanum.
-Eg tori ikki at siga, at eg hevði
týskt í skúlanum so lítið eg lærdi.
Tá væntaði eg aldrin, at eg fór at
skula brúka tað til nakað, sigur
Jóan Símun og ristur við høvdi
num.
-Eg skilji eitt sindur av tí teir
siga, tá vit eru á vøllinum. Eg fái
eisini eitt sindur av undirvísing. Eg
veit, at tá teir rópa “RAUS”, so skal
eg til at renna skjótt, sigur Jóan
Símun Edmundsson og flennur.
Hann ætlar sær ikki uppfrá,
bara tí hann er valdur til besta
spælaran hendan mánaðin í
nýggja felagnum.
Jóan Símun Edmundsson er
blivin búgvin bæði í orðum og spæli.
Hann livir nú fótbóltsdreymin og
tað kunnu vit í Føroyum njóta gott
av, tá landsliðið í kvøld spælir móti
Malta í Nations League.
-Hetta er fótbóltur. Tað gongur
skjótt. Tú kanst søkka langt niður
og missa mótið, men tað er eisini
skjótt upp aftur. Tá snýr tað seg
um at halda fast í góðu gongdini,
sigur toftamaðurin at enda.
Hann er ímyndin av, at tað ber
til, hóast vegurin upp á toppin hev
ur nógvar avbjóðingar.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fakta:
Navn: Jóan Símun Edmundsson
Føddur: 26. juli 1991 (27 ár)
Foreldur: Ann Poulsen og Edmund Jacobsen
Systkin: Hákun og Andrias Edmundsson
Landsdystir: 47 landsdystir / 6 mál
Yrkisleið:
2008–2010
B68
2010–2012
Newcastle United (Ongland)
2011
Gateshead (útleigaður)
2012–2013
Viking Stavanger (Noreg)
2012
Fredericia, Dk (Danmark)
2014
AB
2014–2015
HB
2015
Vejle Boldklub
2016–2018
Odense Boldklub
2018–
Arminia Bielefeld
Jóan Símun Edmundsson er
elsti beinngin av trimum. Hann
er 27 ára gamal. Miðlingurin,
Hákun, er 22 ára gamal og spælir
við KÍ, meðan yngsti beiggin er
Andrias Edmundsson. Hann er
17 ára gamal og spælir við ung
dómsliðnum hjá Sunderland í
Onglandi.
-Vit eru uppvaksnir hundr
að metrar frá vøllinum, so fót
bólturin er ein partur av okkum.
Foreldrini hava altíð stuðlað
okkum. Teir koyra eisini á og eg
vóni, at teir klára tey mál, sum
teir hava sett sær, sigur Jóan
Símun Edmundsson.
Foreldrini, Edmund Jacob
sen og Ann Poulsen, eru í løtuni
á ferð, har tey hava verið í Týsk
landi og Onglandi og vitjan.
Í Týsklandi er Jóan Símun
millum annað farin í holt við
eini meiri vegetariskan kost,
sum ráðgevarnir í felagnum
ráða til.
-Eg royni onkuntíð at siga
okkurt víðari, men swerliga
Hákun, hann lutar ikki eftir Tá
er Andrias eitt sindur lættari
at ávirka, sigur Jóan Símun við
einum smíli. Hóast Newcastle
og Sunderland er avrafíggindar
í enskum fótbólti, so telur
familjan meir.
-Vit hugsa ikki um Newcastle
og Sunderland, men vit vita hvat
tað gongur út uppá. Onkuntíð
mást tú fara við knobbunum
fyrst í eina takling. Tu sleppur
heldur ikki altíð í gjøgnum
nálareyga, men tú mást bara
halda fram við at blíva betri,
sigur Jóan Símun Edmundsson
og leggur afturat:
-Eg dugdi ikki at takla tað, tá
eg bleiv valdur frá í Newcastle,
men tað má Andrias læra seg
í Sunderland, um tað hendir,
sigur stóribeiggin.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
EDMUNDSSON BEIGGJ
ARNIR GERA UM SEG