Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 26 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen T ann 5. juni í ár andaðist Johannes Andreas Næs, ættaður úr Hvalba, 97 ára gamal. Hann var upp­runaliga lærari, men seinnu ár­ini virkaði hann sum skúla­ráð­ gev­ari. Hann hevði óvanliga góð evni at skriva, og hetta gjørdi hann nærum til ta seinasta. Hann hev­ ur skrivað nógvar bøkur, mill­um annað eina bókarøð um søguna hjá heimamissiónini. Hann hevur verið við til at leggja til rættis sálma­bøkur hjá Heimamissiónini og annan kristiligan lesa. Og so er ikki at tala um stór­ verkið um Lítlu Dímun, sum hann skriv­aði á ellisárum og sum kom út í 2016. Tað skilst, at vit kunnu vænta meira frá hansara hond. Fróðarmaður var hann sum fá­ ur, og tað kom fleiri ferðir fyri, at hann dugnaði honum, sum skrivar hes­ar reglur, tá ið spyrjast skuldi um eitt alla annað. Hann sera hugna­ligur maður at vera sam­an við. Hvussu vitandi hann var, gekk eisini sjón fyri søgn í teimum út­ varps­samrøðum, sum Jógvan Arge hevði við hann fyrr í ár. Í bókini um føroyskar fólka­ skúla­lærarar er meira enn ein síða um virksemið hjá Johannes Andreas. Hann var lærari í ymsum bygd­um í Suðuroy frá 1942 til 1962. Tá kom hann til Havnar og bleiv ráð­gevi innan skúlaverkið. Hann hevði eisini mong álitisstørv á ym­iskum økjum. Hann var m.a. nevnd­arlimur í Føroya Skúla­ bóka­grunn frá 1959-1985, for­ mað­ur var hann frá 1966. Ein av nevnd­arsessunum var í Kristiliga Lurt­ara- og Síggjarafelagnum frá 1963-1994. Hesa frásøgn hevði Johannes Andreas í FF-blaðnum í 2003. Hon er skrivað í 3. persóni, men tað er neyvan ivi um, at lærarin, sum hann umtalar er hann sjálvur. Frá­søgnin er henda: Tað bankar á dyrnar Eitt kvøldið um ljósatendring fram undir jól í 1954 bankar á dyrnar hjá einum av lærarunum í Vági. Hetta var eitt av teimum ár­un­ um, tá ið rættiligt sildarok var í Føroyum. Við sluppum lógu føroyingar hesi árini um heyst­ini og heilt inn í veturin úti á silda­ øk­inum norðan fyri Føroyar við gørn­um. Brast stormur á, og havið østist, tá ið farið varð undir at draga gørnini, var mangan hættisligt hjá monnum á dekkinum. Skipið lá fast í sjónum tyngt av gørnunum full av sild, meðan drigið varð. Tað arbeiddi ofta harðari, og krapp­ sjógv­arnir fingu lættari leik at stinga seg upp við borðinum og leggja seg inn yvir dekkið, har teir mangan tóku tað, ið fyri var, við sær útaftur í hinum borðinum, tí tá ið drigið verður, er neyðugt, at skipið liggur meira við síðuni til móti veðrinum, og tá hava krapp­ sjógv­arnir fríari spæl. Í slíkum líkindum hevur mong sluppin mist mangan mannin fyri borð. Summir fórust med alla, sum t.d. hann, ið sló út av sluppini "Henry Free­mann" 9. okt. í 1954. [Hetta var tann 22 ára gamli ógifti Trygvi Sim­onsen úr Sandavági. Pápi hans­ara, Hans, fórst sjálvur fimti við Sólarris undir krígnum]. Aðrir vórðu á undursaman hátt bjargaðir inn aftur á dekkið, sum t.d. 14 ára gamli Johan Pauli Jen­ sen úr Sumba, sum í sama veðri og sama dagin 9. okt. í 1954 sló út av slupp­ini Albert Victor, men sum varð fingin innaftur í síðstu løtu. Johan Pauli hevði ikki fylt sítt 14. ár, hann var sloppin við faðir sín­um ein sildatúr hetta heystið; hann fylti ikki 14 ár fyrr enn 23. nov. Maðurin, sum hetta kvøldið í adventini í 1954 stóð uttanfyri og bank­aði á dyrnar hjá læraranum, var Niklas, faðir Johan Paula, sum hevði fylt síni 50 ár hetta sama summ­arið. Lærarin fór sjálvur út at lata upp og bað hann ikki standa úti, men gera so væl at koma inn. Teir fara báðir innar í stovuna og setast. Sum tann lítillátni friðar­maðurin í allari atferð síni bið­ur Niklas fyrst orsaka, at hann kemur soleiðis á dyr og ómakar fólk. Hann var komin til gongu úr Sumba í ávísum ørindum og kundi sjálvandi verið farin inn til onkran annan lærara ella eitt­ hvørt annað skilafólk, men "nú kenni eg tygum so væl, so at eg loyvdi mær at koma til tygara við ør­ind­um mínum," sigur Niklas at enda sum eina umbering fyri, at hann var komin inn. Soleiðis var Niklas; hann vildi ongantíð koma til ónáðir og var altíð skjótur at um­bera seg, um so var, at eitthvørt var komið honum skeivt fyri. Tá ið so lærarin hevði sagt, at hann var væl komin við ørindum sínum, og segði seg vilja hjálpa honum so væl, sum hann dugdi, við tí, sum hon­um lá á hjarta, tá fór Niklas at siga frá seinasta sildatúrinum hjá teim­um við Albert Victor hetta heystið, hann hevði unga son sín við. Maður fyri borð Teir lógu við Albert Victor á silda­økinum norðan fyri Før­oyar. Veðrið var ruskut til garna­fiski­ skap henda dagin við vind­styrki 6-7 eftir Beau­fort­stiganum, tað er 12-17 m/sek. Teir høvdu fingið gørnini inn, høvdu steðgað motor­ inum, lagt bakk og lótu hana mest sum bara reka, meðan gørnini vórðu bjargað til høldar, greidd, og dekkið ruddað. Hvør maður stóð tiptur við sín­um og hevði nóg mikið við at ansa sær, nú skipið lá heldur tvørt fyri veðrinum og leysum sjógv­um. "Og so var tað at hetta hendi," sigur Niklas rørdur á málinum og hygg­ur niður í gólvið. Frammi á bógvi stóðu fýra mans og greiddu gørn – ein teirra var sonur Niklas, Jo­han Pauli. Sjálvur stóð Niklas aftari á skipinum. Hvør maður tipt­ur við sínum sum sagt, og mátti sjálv­ur ansa sær á dekkinum. Nú fær hon ein skvamp, sum leggur inn yvir hana. Og tá ið so er, sætir hvør maður sær, sum vitiligt er. Í somu løtu, sum skvampurin breyt, var kokkurin, Einar Thomsen, ættaður úr Hvalba, giftur og bú­ Henda siðsøgan er til minnis um Johannes Andreas Næs, sum hevði hesa hugtakandi frásøgnina í FF-blaðnum í 2003. STÓRT BRAGD OG EIN FAÐIR Johannes Andreas Næs við penninum. Garðamenninir í Vági áttu Albert Victor.