Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 27 Komandi partur Í komandi parti verður hildið fram við frásøgnini um Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaran. Hesa ferð verður tað um sambandið við Knud Lambaa. setst­ur á Økrum, 40 ára gamal, á veg hvítklæddur upp leitaran við øsku­spannini. Hann stakk seg niður undir kappan aftur, men kom uppaftur mest sum í somu løtu brotið hevði, og skipið lyfti sær aftur á luborð. Tá sá hann mest sum bara beinini á Johan Paula hvørva fyri borð av læbógvi. Teir á dekkinum vóru, høvdu allir hugt upp í lu sum rímiligt var í slík­ um føri, so at eingin teirra hevði varnast, at Johan Pauli hevði mist takið og fótafestið í skvampinum, fyrr enn Einar skar í róp. Ótrúliga bjargingin Tá lupu allir til lúnningina saman við Einari, men Johan Paula sást einki til. Hann var farin inn undir skipið, men tá ið skipið hivaði aftur til luborð, sá Einar Johan Paula, sum var í ljós­um oljuklæðum, niðri í sjónum. Í somu løtu sum eitt síl rendi Einar seg utt­an orð og boð, sum hann stóð, niður eftir dreinginum og fekk í hann, áðr­ enn skipið legði seg aftur á læborð. Men av skipinum sóust teir ikki: teir vóru inni undir tí. Sjálvt um henda løtan var stutt, tóktist hon ómetaliga long, áðrenn Einar kom út undan aftur skipinum við Johan Paula framman fyri sær. Ein­ari hevði eydnast við fyrstu roynd at kava niður á hann og fáa tak í hann. Tað hjálpti so væl, at drongurin var ró­lig­ur, hóast hettan, hann var í, var snarað, so at hon vendi aftur og fram, og drongurin einki sá fyri sær. Johan Pauli dugdi ikki at svimja, og tá ið Einar fekk í hann, var hann longu í óviti. So skjótt sum teir komu uppá, varð lissa kastað teimum. Teir vóru tá fitt frá skipinum. Einar helt Johan Paula framman fyri sær og royndi at svimja móti skipinum. Men so skjótt hann fekk fatur í lissuni, bant hann Johan Paula í, og sjálvur helt hann í lissuna. Væl gekk at draga teir at borði og taka teir inn. Eingin ivaðist í, at Einar setti lív sítt í váða leysur at leypa út og inn undir skipið í slíkum líkindum. Onkur heldur óivað, at hann skuldi havt lissu á sær, og tað hevði eisini verið rætt, men eingin visti av, fyrr enn Einar var uttanborðs – hann segði einki, og eingin bað hann; hann leyp alt í einum. Eftir bjargingina segði Einar, at hann væl hugsaði um at taka eina lissu á seg, men skuldi drongurin verða bjarg­aður, var einki sekund at geva út, og tá hevði drongurin valla komið livandi upp. Av menskastu monnum Einar ynskti sær ongantíð at koma aftur í eina slíka støðu – und­ir skipinum niðri í sjónum við vitleysum druknandi manni. Móti hesum hevði tað verið lítið krevj­andi at svomið íbundin móti veðr­inum at bjarga einum manni. Einar var av menskastu monn­ um. Longu sum smádrongur hevði hann sum nógvir aðrir dreing­ir í Hvalba lært at svimja á Heygs­ vatni, undir Garðshamri og á Hvalbi­arsandi. Jú, Einar vágaði lív sítt. Hann hevur konu og stóran barnaflokk, sjey vóru børnini, á Økrum. Niklas hyggur niður í gólvið eina løtu. So hyggur hann upp og sigur: "Eg havi talað við allar teir, sum við vóru henda túrin. Vit eru samd­ir um at fáa onkran at skriva til "Carnegie's belønningsfond for helte­mod" fyri okkum og mæla til, at Einar fær einahvørja heiðurs­ gávu fyri stóra bragd sítt. Høvdu tygum ikki viljað gjørt okkum henda beina?" "Hatta vil eg gleðiliga royna at gera so væl sum eg dugi," svarar lær­arin og leggur aftrat: "Eg sendi tyg­um brævið, og so fara tygum til skips­menninar og lata teir skriva undir brævið til Carnegiefondin." Vildi eisini takka Gudi Meðan Niklas hevði greitt frá, var kona læraran komin inn við kaffi til teir báðar. Nú kaffikopparnir eru tómir, og Niklas sigur seg hava fingið nóg mikið, leita eygu hansara aftur niður í gólvið eina løtu, áðrenn hann hyggur upp­aft­ ur og sigur: "Tað var eisini eitt annað, eg ætl­aði at biðja tygum gera fyri meg." Nú fer hann í lumman, tekur ein tjúkkan brævbjálva upp og legg­ur á borðið. "Hetta – at sonurin varð bjarg­ aður á ein so undurfullan hátt, eigi eg fyrst og fremst at siga Gudi takk fyri. Tí vil eg spyrja, um tyg­ um vilja ikki senda mær henda pen­ingin til heidningamissiónina, t.d. D.M.S.!" Lærarin telur peningin – eitt túsund krónur. [Tá var tímalønin minni enn 4 krónur] "Ein góð gáva!" sigur hann og tekur í hondina á Niklasi og leggur aftrat: "Tað geri eg við gleði fyri tygum!" Niklas reisist og takkar fyri seg og biður orsaka, at hann hevur órógvað. "Nei," sigur lærarin, "tað hava tygum ikki, heldur hevur verið hugnaligt, at tygum stukku inn á gólvið. Men hvussu, nú er myrkt, tygum fara ikki aftur til Sumbiar nú?" "Jú, jú, beinanvegin," sigur Niklas, "hetta vóru ørindi míni í dag til Vágs. Eg havi lykt." Medaljur kunnu ikki etast So bað Niklas góða nátt, ynskti gleði­lig jól og fór. Ein dagin komið var væl út í 1955, hittir lærarin Einar á vegnum. Teir kendust væl, heilsast og koma í prát. Lærarin sigur einki um, at Nikl­as hevði vitjað seg, men hann ynskir Einari til lukku við "Medalj­ uni frá Carnegiefondinum" fyri at hava bjargað manni frá at drukna. Tey tíðindi vóru komin út millum manna. Einar takkar og sigur læandi: "Ja, hatta var stuttligt, men ein medalja er ikki etandi. Tá smakk­ aði geldseyðurin frá Niklasi væl bet­ur. Tú – tað skalt tú trúgva mær – ein dagin í fjør heyst kom Niklas við hesum avbera góða geld­seyðinum og legði mær hann í túnið. Tá ið eg spurdi, hví hann gav mær geldseyðin, segði hann bara: "Gud vælsigni teg og tíni!"" Og Einar heldur fram: "Niklas er ein heiðursmaður; hann man mangan hava takkað Gudi fyri, at mær eydnaðist at gera mína plikt." Og Einar lær ein blíðan látur. Á vegnum aftur til húsar tann dagin hugsaði lærarin við sær: “Soleiðis hugsa teir, sum gera tey stóru brøgdini sum Einar, og soleiðis eru heiðursmenn sum Niklas”. ....... Hetta var frásøgnin hjá Johannes Andreas. Tað sum er at leggja aft­ ur­at, at Johan Pauli livdu mong ár eftir hetta. Hann flutti til Dan­ mark­ar, har hann doyði. Hann gjørd­ist heilsuveikur seinnu árini. Hann átti tveir brøður, Evald og Jón­svein, sum fluttu til Australia, og ein beiggja, Varnek, sum flutti til Íslands. Bjargingarmaðurin Einar Thomsen. Niclas Frederik Jensen vildi takka bæði Gudi og bjargingarmanninum hjá soninum. Fyribils seinasta bókin hjá Johannes Andreas Næs er megnarverkið um okkara minstu oyggj.