Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen R udda Føroyar er eitt samstarv millum umhvørvisfelagskapirnar FNU, Føroya Náttúru-og Umhvørvisverndarfelag, Ring­ rás og onnur umhvørvisverndarfólk í Føroyum. Føroyar skulu taka ábyrgd í ovurhondsstóru avbjóðingini við ruski í náttúruni, og tí tóku Sigrun Mohr og Elin Lindenskov stig til, at Føroyar skuldu luttaka á altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Ruskleysur heimur Yvirskipaða endamálið við verkætlanini - Rudda Føroyar - er at fáa ein reinan og sunnan rusk­ leysan heim. Á Facebook-síðuni hjá átakinum verður sagt, at endamálið er, at so nógvir borgarar í Før­oy­um sum gjørligt skulu taka lut í altjóða ruddingar­ deg­num, sum fer fram samstundis í nógvum av heim­sins londum. Og altjóða ruddingardagurin verður leygar­ dagin hin 15. september. - Í 2017 luttóku fleiri enn tvær miljónir fólk úr tilsamans 21 londum, men í ár verður lut­ tøkan nógv størri: 128 lond og 18 miljónir sjálv­ boð­in verða við. Øll kunnu luttaka Við verkætlanini vilja stigtakararnir eisini skapa eina økta tilvitan um stóra týdningin av atburð­ inum hjá hvørjum einstøkum. - At nógv einstøk menniskju rudda í nær­ um­h­vørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim, verður lagt aftrat. Stigtakararnir til tiltakið – Rudda Føroyar – vísa á, at húskir, feløg ella stovnar kunnu melda seg til altjóða ruddingardagin um adressuna https://ruddaforoyar.fo/melda-til-at-rudda/ - Jú fleiri, sum vilja verða við til at rudda í Før­oy­um á altjóða ruddingardegnum, tess meira megna vit, og jú reinari gerast Føroyar, verður lagt aftrat. Saman rudda vit Føroyar Leygardagin 15. september verður altjóða ruddingardagur, har miljónir av sjálvbodnum fara at rudda. Føroyar verða eisini við í hesum altjóða tiltaki, og her kunnu øll luttaka Rusk í náttúruni er ein ovurhondsstór avbjóðing um allan heim, og her skulu Føroyar eisini taka ábyrgd og gera sín part Fakta (Rudda Føroyar) Nevnd: Sigrún Mohr, Elin Lindenskov, Heiðrikur Hejnesen, Elsa Berg, Theresa Jákupsdóttir, Sissal Carlsdóttir á Lag. Átakið hevur tlf. 787896, og teldupostadressan er: rudddaforoyar@ruddaforoyar.fo Heimasíða: https://ruddaforoyar.fo. Vilmund Jacobsen Ovurhondsstórar nøgdir av plasti enda á sjónum hvørt ár, har tað við tíðini verður til vandamikið mikro­plast, sum ferðast upp gjøgnum føði­ ketuna. Men, tað nýtist ikki at gerast mikroplast fyri at gera skaða. - Plast kann fløkja og drepa sjófugl, kóp, fisk og annað, umframt at tað fyllir magan hjá hes­ um djórum við tilfari, sum ikki kann sodnast. Á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar verður víst á, at í altjóða høpi verður mett, at umleið 12 miljón­ir tons av plasti enda á sjónum hvørt ár, har­av átta tons stava frá landi av. - Hetta er í stóran mun tí, at vit misbrúka plast til einnýtisendamál, hóast høvuðseginleikin hjá plasti er, at tað er sera haldført. Lagt verður aftrat, at umleið 40 prosent av plastframleiðsluni í Evropa fer til ein­nýtis­ endamál, eitt nú til innpakkning og ein­nýtis­ borð­búnað. - Plastið, vit framleiða, hevur eina praktiskt sæð óavmarkaða livitíð, og tí er hendan mis­ nýtslan so vitleys, verður lagt aftrat. Plastdálking er ein stór hóttan Plastdálking er ein stór hóttan ímóti okkara náttúru við negativum árinum á alt - frá æti, hvali og sjófugli til okkum menniskju