Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018 3 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ RUDDA FØROYAR Rudda Føroyar er ein nýggjur felagsskapur, sum virkar til frama fyri einar reinar og ódálkaðar Føroyar við at skipa fyri føroysku luttøkuni í Altjóða Ruddingardegnum, sum á fyrsta sinni verður hildin 15. septembur í ár. Eins og navnið leggur upp til, er málið at rudda allar Føroyar í samhaldsfesti við flest øll heimsins lond, sum eisini verða ruddað sama dag av sjálvbodnum í milliónatali. Endamálið er eisini at skapa økta tilvitan um stóra týdningin av atburðinum hjá okkum einstaklingum: at nógv einstøk menniskju rudda í nærumhvørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim. Rudda Føroyar er eitt samstarv millum umhvørvisfelagskapirnar FNU og Ringrás og onnur umhvørvisverndarfólk í Føroyum. Føroyar skulu taka ábyrgd í ovurhondsstóru avbjóðingini við ruski í náttúruni, og tí tóku Sigrun Mohr og Elin Lindenskov stig til, at Føroyar skuldu luttaka á Altjóða Ruddingardegnum. Í 2017 luttóku fleiri enn tvær milliónir fólk úr tilsamans 21 londum. Í ár er luttøkan størri enn í fjør: 150 lond og 18 milliónir sjálvboðin eru við. Skal dagurin eydnast, er neyðugt við fólki, sum hava áhuga í og ynskja at verja umhvørvið. Tørvur er á einstaklingum, húskjum, feløgum, stovnum og fyritøkum í øllum landinum. Til ber at melda seg sjálvan, sítt húski, felagið, bindiklubbin og arbeiðsplássið til at rudda Føroyar á Altjóða Ruddingardegnum á heimasíðuni www.ruddaforoyar.fo/ Til ber eisini at hjálpa við at boða frá dálking, so hetta kann verða burturbent. Tel 78 78 96 - ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo - www.ruddaforoyar.fo stóran part av okkara vør­um hagani, og tískil er tað hugs­andi, at føroyska nøgdin av hús­ar­halds­ burt­ur­kasti kann sammetast við tí donsku. Niðanfyri sæst vaksandi gongd­in í føroyskari burtur­kasts­fram­leiðslu seinastu árini. Millum 2012 og 2016 vaks samlaða burtur­ kastsframleiðslan 18% við 8000 tonsum. Samstundis øktist pro­sent­parturin av hesum, sum verð­ur endurnýttur við 41% frá 6000 tonsum til 8500 tons, men tó er nøgd­in av burturkasti, ið verð­ur brend, samstundis vaksin við 10% frá áleið 30600 tonsum til 33600 tons. Prosentparturin, sum verður brendur minkaður við 5%, samstundis sum nøgdin, ið verður brend, er vaksin, tí samlaða burtur­kastsframleiðslan er vaksandi. Hesi hagtølini vísa tó ikki fullu myndina, tí umframt burturkastið, sum verður innheintað á rættan hátt til IRF og KB, so lekur ein ókent stórur partur av føroyskum burt­urkasti frá vinnu og ein­stakl­ing­um út í náttúruna, har vindur, regn og áir í flestum førum beina tað á sjógv. Orðið burturkast leggur upp til, at ting við hesum heitinum kunnu tveitast burtur, men í veruleikanum er einki sum eitur burtur, skilt á tann hátt, at alt hevur ávirkan á okkurt onkunstaðnis. Hesin hugs­an­ar­hátturin gjørdi seg í stóran mun galdandi í Føroyum, áðrenn IRF bleiv sett á stovn, tá vit ásann­aðu, at havið ikki kann nýtast sum ein altgloypandi dumpur. Tó vísir áhaldandi dálkingin av høvum okk­ara, at tað enn ikki er eydnast at gera enda á hesum stuttskygda hugs­anarháttinum. Plast í øllum støddum, frá ein­um súgvirøri til eina stóra nót, hevur avleiðingar fyri lívið í sjón­ um. Hvalir fylla sær magan við plast­posum345, fiskar eta plast6, reips­endar hálvgum kvetta høvdið av kópum og skjalbøkum7, og trol ferðast sum deyðsfellur gjøgnum dýpið og fremja tað mann kallar spøkilsisfiskarí. Samstundis verður plastið í sjónum spakuliga brotið sundur í smærri og smærri pettir, av sólarljósi og aldustoytum, til tað gerst mikroplast - lítlir bitlar, men ein stórur trupulleiki. Avleiðingin er, at havið gerst ein plastsuppa. Smáu pettini, nevnd mikroplast, lumpa alskyns djór, ið á ymsan hátt eta tey, antin við veiðu (havhestur) ella við at síla sjógvin (øða). Av tí at tað næstan er ógjørligt at fáa plast uppaftur úr sjónum, har tað tískil upphópast, ræður tað um at forða fyri, at plast endar úti í náttúruni. Strend­ur okkara eru tó boðberar um vavið og álvaran av plastdálk­ing­ar­trupul­ leik­anum, sum havið annars fjalir fyri okkum í sínum bláu víddum. Sostatt eru hesi støð eitt høvi til sjálvrannsakan, har avleiðingarnar av okkara oyðslandi livihátti liggja spjaddar við sjóvarmálan. Við at rudda hesi støð kunnu við stað­festa eitt kósskifti burtur frá dálk­ing­ar­ leiðini mótvegis einari framtíð, har Føroyar kunnu ganga á odda sum umboð fyri áhugamál havsins í arbeiðinum til frama fyri betri al­tjóða náttúruvernd. 1 Geyer, R., Jambeck, J.R. & Law, K.L., 2017. Production, use, and fate of all plastics ever made. Science Advances, 3(7), p.e1700782. Available at: http://advances.sciencemag.org/lookup/doi/10.1126/sciadv.1700782 [Accessed May 4, 2018].