hósdagur 6. september 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
V
olvo er komin á marknaðin við einum heilt
nýggjum V60, sum er ein sera væl koyr
andi bilur í allar mátar og ein av heimsins
tryggastu bilum.
Hesin nýggi er munandi størri og rúmligari
enn forgangarin við meira beinplássi og við
førisrúmi ið er heilar 529 litrar, sum er 100 litrar
størri enn á forgangaranum.
Volvo hava í mong ár kallað sínar rúmligu
stationcar fyri “herregårdsvogn”, og hesin má
sigast at vera ein av teimum.
Vit hava royndarkoyrt Volvo V60 við T6
bensinmotori og 310 hk. Bilurin er kvikur við
góðum botntrekki. Hesin er ein V60 Inscription
AWD (All Wheel Drive) við 8-trins automatiskum
gearum.
Bilurin er friðarligur og væl ljóðdoyvdur.
Automatiski gearkassin ger eisini sítt til, at
koyrikomforturin er so góður. Bensin- og diesel
motorarnir eru kvikir og krafta væl, eins og teir
og eru sera orkusparandi og reinir.
Hvat útgerð viðvíkur fæst Volvo V60 í útgáv
unum Kinetic Momentum og Inscription. Hesin
er ein í Inscription útgávuni við sport leðurkab
inu og 19” felgum.
Hann hevur t.d. massagu í førarasetri, el-
stýrdar lendastúttur, el-førarasetur við memory
í báðum forsetrunum, hita í baksetri, 4-zonu
klimaanlegg, panorama el-sóltak, Head Up
Display, 360° kamera, automatiska niðurblend
an í bak- og síðuspeglum, navigatión, laminer
aðar síðurútar, Volvo On Call, LED forlyktir, ABL
(Active Bending Lights) og AHB, (Active High
Beams), smartphone link, semi aut. parkerings
pilot við sensorum aftan og framman.
Bilurin er tøkniliga sera framkomin og hevur
ein hóp av innbygdum trygdarskipanum sum
standard. Volvo V60 fæst úr 498.500 og kann
síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.
Nýggjur og størri Volvo V60