Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018 7 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ WÜRTH SØKIR EFTIR FRAMSØKNUM SØLULEIÐARA VIÐ ÁBYRGD FYRI FØROYUM OG GRØNLANDI Würth hevur í 20 ár verið ein týdningarmikil samstarvsfelagi fyri okkara væl nøgdu kundar í Føroyum og í Grønlandi. Framvegis eru óroyndir møguleikar fyri sølu av kvalitetsproduktunum hjá Würth og okkara einastandandi konseptum á marknaðinum. Tí søkja vit nú eftir einum fakliga sterkum og framsøknum søluleiðara til at stýra positivu menningini hjá fyritøkuni. Tú fært ábyrgdina av teimum 5 sølufólkunum í økinum fyri at tryggja okkara vaktstrarætlanir. Sum søluleiðari skalt tú eydnast gjøgnum tíni sølufólk, og tað krevur at tú ert serstakliga dugnaligur søluleiðari, og at tú gongur undan og vísir tínum sølufólkum vegin fram móti málinum. Vit vænta, at tú ert í stand til at skapa bæði stutt- og langskygd úrslit í eini organisatión, har tað dagliga er uppfylging av sølutølunum. Tað er uppgávan hjá tínum sølufólkum saman við tær at tryggja, at Würth skapar virði í fyritøkuni hjá kundanum. Tí krevst av tær, at tú finnur loysnir og hevur skil fyri sølu. Dugnaligari tíni sølufólk eru, tess størri succes fært tú! Tíni evni til at motivera og menna tíni sølufólk eru avgerandi fyri um tú eydnast í starvinum. Kundavitjanir og samtalur er ein týðandi partur av menningini av sølufólkunum. Samstundis er tað tín uppgáva at skapa rúm fyri vitan og royndum í økinum. Tú gevur frágreiðing til sølustjóran og verður ein partur av økisleiðaratoyminum hjá Würth Danmark. Søluleiðari við skil fyri handli, hevur slagskraft og empati Sum royndur søluleiðari veist tú at planlegging, fyrireiking og uppfylging hevur stóran týdning fyri at fáa góð úrslit. Tí er tað avgerandi, at tú kanst venja tíni sølufólk og hevur stýr á tínum søluteknikki. Ein nátúrligur partur av tínum arbeiði er, at tú kanst analysera lyklatøl bæði í mun til kundar, sølufólk og økir. Sjálvur verður tú við til at gera avtalur við størri kundar. Tí er tað av stórum týdningi at tú hevur góð samráðingarevni. Sum persónur ert tú positivur av lyndi og hevur slagskraft. Tú sært møguleikar og evni at halda upp á motivatiónina hjá tær sjálvum og tínum sølufólki – eisini í tíðum við mótvindi. Tú skalt seta teg inn í støðuna hjá sølufólkunum og venja tey - við utgangstøði í hvar tann einkulti er staddur. Umframt Føroyar hevur tú ábyrgdina av Grønlandi, har vit vænta at tú javnan vitjar. Tú ert ein rutineraður brúkari av MS Office. Tú skalt vera búsitandi í Føroyum eins og tú tosar og skrivar føroyskt. Spennandi arbeiði í fyritøku við denti á uppsøkjandi sølu Tú fært nógv um at vera og ein avbjóðandi gerandisdag við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning í eini fyritøku í vøkstri. Tú fært fasta løn við provisiónsskipan, pensión, heilsutrygging og bil. Harafturat hevur Würth Danmark eitt professionelt bakland, sum tryggjar, at tú kanst fokusera upp á leiðslu og sølu. Tað er okkara visión at vera best til at veita tænastur til okkara kundar. Um tú ynskir at vera við til tað, so síggja vit fram til at hoyra frá tær! Hevur tú spurningar til hetta spennandi arbeiði, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við sølustjóran Peter Dolmer á telefon +45 40427850 ella HR Business Partner Jakob Larsson á telefon +45 21997068. Vit ynskja at móttaka tína umsókn elektroniskt via okkara starvsportal https://wuerth.easycruit.com/ Umsóknin skal vera á donskum. Umsóknarfreistin er 22. september 2018. Søluleiðari Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40 Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40 Lærlingar til mekaniska verkstaðin Vit bjóða eina útbúgving í einum livandi og áhugaverdum umhvørvi, har nøgdsemi og kundatænasta eru í hásæti. Um tú hevur bensin í blóðnum og kundi hugsað tær at gerast ein partur av einum væl skipaðum verkstaðstoymi, ert tú vælkomin at søkja. Tú fært alla ta vegleiðing, tú hevur tørv á, fyri at kunna útinna fjølbroyttu upp gávurnar til lítar. Um tú metir, at hetta kundi verið nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til Reyni Service. Heðin Hansen, hh@reyniservice.fo ella tel 210050 Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn, so send gjarna umsóknina skjótast til ber. Starvsetan: Skjótast gjørligt. Ert tú í iva, um hetta er nakað fyri teg - ella hevur tú spurningar - so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Søkt verður eftir lærlingum til okkara verkstað í Havn Reyni Service, sum varð sett á stovn í 1947, er størsta bilfyritøka í Føroyum við fleiri enn 50 starvsfólkum. Við deildum í Havn og í Klaksvík er Reyni Service heildarveitari innan bilvinnuna.