hósdagur 6. september 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
- Tað hendi ein fríggjamorgun fyri góðum ári
síðan. Eg var á fótum umleið klokkan 06.30. Tá
vit høvdu etið morgunmat, fór eg niður undir at
fáa mær eitt brúsubað. Eg hevði ikki følt mær
mein. Men, meðan eg standi undir brúsuni, kom
tað sum eitt skot. Eg gjørdist kortini ongantíð
heilt burtur, haldi eg.
Soleiðis greiðir Sólbjørn Mortensen frá.
Hann er kendur gólvmaður, og hevur í fleiri ár
arbeitt við gólvum, bæði fyri Vøruhúsið á Hjalla
og tey nógvu seinastu árini fyri Balslev í Hoyvík,
har hann framvegis tekur sær av gólvdeildini.
- Tá eg kom út á Landssjúkrahúsið, stóðu
tey klár at taka ímóti mær, og tað vísti seg, at
eg hevði havt ein blóðtøpp í heilanum, sigur
Sólbjørn Mortensen.
Misti førleikar
Blóðtøppurin hevði tað avleiðing, at Sólbjørn
Mortensen partvís misti førleikar í vinstru lið,
men við áhaldandi venjingum gjørdist hann
arbeiðsførur aftur, tó við tí veikleika, at hann
orkar lítið og einki við vinstra armi.
- Eftir blóðtøppin lá eg nakrar dagar á
Landssjúkrahúsinum, og tað skuldi ganga
eitt hálvt ár, áðrenn eg fór til arbeiðis aftur
hjá Balslev. Í byrjanini var eg bert nakrar fáar
tímar til arbeiðis. Framvegis kann eg føla meg
eitt sindur troyttan. Men, tað er nógv hent,
síðan eg henda feigdarmorgun endaði úti á
Landssjúkrahúsinum, og í dag eri eg ógvuliga
takksamur fyri, at eg eri komin so væl fyri meg
aftur.
Kona Sólbjørn, Ruth, hevur verið blind í eini
30 ár, men hon hevur klárað seg óføra væl hóast
blindni.
- Einar tveir mánaðir eftir, at eg varð
útskrivaður á Landssjúkrahúsinum, byrjaðu vit
at ganga túrar.
Tey høvdu ongantíð gingið túrar saman áður.
- Eg tímdi slett ikki at ganga, og tó at
konan onkuntíð bar tað upp á mál, hevði allar
umberingar. Kom hetta upp á venda um veturin,
skyldaði eg upp á veðrið og bað hana bíða, til
summarið kom. Tá so summarið kom, hevði eg
ta umbering, at tað var ov lýtt í veðrinum.
Alt broyttist
Men, eftir sjúkraleguna hjá Sólbirna, broyttist
alt.
- Vit bæði byrjaðu at ganga túrar eftir
vegnum einar tveir mánaðir eftir, at eg var komin
heimaftur av Landssjúkrahúsinum, og tað hava
vit gjørt at kalla hvønn dag síðan. Nú elska vit
bæði at ganga, og fyri okkum er hetta snøgt
sagt balsam, bæði til likams og sálar.
Umframt at Sólbjørn og Ruth ganga túrar
at kalla hvønn dag, gongur Sólbjørn eisini
framvegis til venjingar í samband við sjúkuna.
- Eg veit ikki, hvussu nógv tingini kunnu
broytast aftrat, men eg havi vónina um, at tað
verður enn betri, sigur hann.
Hálvt marathon
Nú Føroya Vakrasta Hálva Marathon var í
Vágum leygardagin hin 1. september, luttóku
bæði Sólbjørn og Ruth, og tey gingu allan
teinin – 21,5 kilometrar – heilt úr Gásadali til
Sandavágs.
- Tá vit byrjaðu at ganga eftir sjúkraleguna,
megnaði eg kanska 100 ella nakrar 100 metrar
hvønn túrin, men sum tíðin er liðin, hava vit bæði
gingið fimm og 10 kilometrar.
Sólbjørn Mortensen sigur, at tá hann hoyrdi
um Føroya Vakrasta Hálva Marathon, setti
hann sær fyri, at hann og konan skuldu royna at
ganga henda teinin.
- Eg segði við Ruth, at hetta fóru vit at royna.
Hon hugdi upp á meg, smíltist og helt fyri, at um
eg vildi royna hetta – ja, so vildi hon eisini.
Sólbjørn Mortensen sigur, at tey bæði
ongantíð hava gingið ein so langa túr áður, sum
hálva marathonið er.
- Tí vistu vit heldur ikki, um vit fóru at megna
tað, men eg haldi, at hetta gekk óføra væl, og vit
gingu allan teinin upp á minni enn fýra tímar, sum
vit bæði vóru ógvuliga væl nøgd við, sigur hann.
Streymandi gleði
Sólbjørn Mortensen sigur, at konan, tó at hon
er blind, merkir ógvuliga væl atmosferuna í
náttúruni, og eisini roynir hann sum best at
fortelja henni, hvat er at síggja á leiðini, meðan
tey ganga.
- Hetta var ein fantastiskur dagur hjá
okkum báðum, og tað var ein kensluborin løta,
tá vit stóðu í Sandavági og høvdu lagt allan
henda teinin aftur um okkum. Ja, eg vil siga, at
gleðin streymaði ígjøgnum likamið, og vit vóru
takksom, bæði mína og hennara vegna, sigur
Sólbjørn Mortensen.
Bæði Sólbjørn og Ruth eru onga løtu í iva
um, at tey fara at halda fram við at ganga túrar.
- Vit vilja eisini mæla øðrum til at taka
táttin upp. Tey tyngstu sporini eru oftast út í
skógvarnar, sigur Sólbjørn Mortensen.
Sólbjørn og Ruth gingu
hálvt marathon í Vágum
Fyri góðum ári síðan fekk Sólbjørn Mortensen, sum
hevur blinda konu, ein blóðtøpp í heilan. Hetta
broytti lívið hjá hjúnunum. Tey byrjaðu bæði at
ganga, og herfyri gingu tey hálvt marathon