Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ A uto Service hevur selt fyrsta el- hýruvognin í Føroyum. Tað var mikudagin 5. september at Pól Jákup Poulsen stjóri í Auto Service handaði Magnusi Simonsen í Auto ein nýggjan Nissan Leaf. Nýggi Leaf er ein 5-persóna hatchback, sum koyrir upp til 378 km upp á eina løðing sambært góð­kenda NEDC-norminum. Innbygdi løðarin ger, at bilurin er skjótur at løða. Løðistikkarin er mitt framm­an. Bilurin hevur 40 kwt battarí og 150 hk / 110 KW. Viðførisrúmið er 435 litrar, sum er 100 litrar størri enn forgangarin. Sum elbilur er Nissan Leaf sera ljóðleysur, eisini hoyrist lítið til hjólini undir koyring. Leaf er væl útgjørdur og fæst t.d. við parker­ ings­sensorum, kamera kring allan bilin, Moving Object Detection, LED lyktir, automatiskt klima­ an­legg, Hill Start Assist og Cross Traffic Alert framm­an og aftan. Nissan Leaf er útgjørdur við “e-Pedal”, har tað er møguligt at koyra bilin einans við at nýta spitarapedalin til at regulera ferðina við. Fótbremsan er einans neyðug til harða brems­ ing. Magnus, sum hevur koyrt í Auto í meira enn 40 ár, sigur, at hann heldur at tíðin er komin at royna ein elbil sum hýruvogn. Hetta er nýtt og spenn­andi. Eg vænti, at bilurin kemur at roynast væl. Fyrsti elbilur sum hýruvognur H ósdagin 15. september klokkan 16 til 19 verður fernisering. Framsýnarar eru Bodil Arbjerg Lundby við steinlist, og Sólvá Gunnarsson Olsen við málningalist. Bodil Arbjerg Lundby er serliga kend fyri sínar steinskulpturar, men eisini fyri koltekningarnar sum er ein partur av hennara list. Hon hevur havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og í útlandinum sum t.d. í Týsklandi, Grønlandi, Hol­ landi og Belgia. Eisini hevur hon havt framsýningar í Kunstnerens Sommerudstilling og í summar lut­tók hon í Dansk Billedhugger Samfund Biennale 2018 í Dronninglund Kunstcenter og í Culturpreis Meldorf í Týsklandi. Hennara skulpt­ urar eru at síggja á t.d. Højer Torv og Rødd­ing Centret. Hon limur í Dansk Billedhugger Sam­ fund og Kunstnersammenslutningen Sønder­ jydske Kunstnere. Í Smiðjuni í Lítluvik verður ymsikt at síggja sum t.d. skulpturar og fleiri av hennara hav­ myndum og nakrar koltekningar sum eru tek­ naðar í Føroyum, sí meira á: www.arlu.dk Havnarkvinna aftur á slóðina Sólvá Gunnarsson Olsen er fødd og upp­ vaksin í Havn. Til sína málningalist fær hon íblástur úr Føroyum og føroysku náttúruni og hon brúkar litmótsetningar til at geva málningunum eitt ávist brá. Sólvá sigur m.a. hetta um sína málningalist: - Tá ið eg máli, arbeiði eg eftir kensluinnskoti, og veit tí ikki, hvat endaliga úrslitið verður. Ofta ber myndin brá av føroyskari náttúru, og endar á einum staði millum abstraktsjón og landslag. Eisini heinti eg íblástur í dýpi havsins, og í teimum høgu fjallatindunum, og veruleika teirra. - Sólvá hevur sýnt fram víða hvar í Danmark, og eisini í Føroyum og harafturat hevur hon eisini sýnt fram í Italia. Hon hevur m.a. selt máln­ingar til Íslands, Týsklands og Avstralia. - Sólvá sýnir fast fram á Galleri Krebsegården í Keyp­ mannahavn, og á Galleri Tornby í Tværsted. Í juni mánaði í ár var Sólvá í Siglufirði í Íslandi. Hon fekk innivist í einum lista- og mentanarhúsi, sum eitur Herhúsid (ein bygningur, sum Frelsunar­herurin lat byggja, tá sildarævintýrið var í hæddini á Norðurlandinum í Íslandi). Náttúr­an har er øðrvísi og sera spennandi, og har málaði Sólvá eisini – tó mest tey høgu fjøllini - og har upplivdi hon bæði kava og miðnáttarsól. Umframt ferniseringina, sum er hósdagin tann 15. september kl. 16 - 19, er framsýningin opin frá fríggjadegi 16. september til mikudagin 21. september. Allar dagar frá klokkan 14 til 19. Stein- og málninga­list í Smiðjuni í Lítluvík Pól Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, handar Magnusi Simonsen í Auto fyrsta el-hýruvognin í Føroyum