hósdagur 6. september 2018síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018
11
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Kommunur týðandi
partur í altjóða átaki
- Á sjálvum ruddingardegnum verða posar, handskar og vestar deildir
út eftir tørvi, siga tey, sum fyriskipa átakið í Føroyum
Vilmund Jacobsen
U
mhvørvisátakið - Rudda Føroyar – hevur
leingi arbeitt við at fyriskipa føroysku
luttøkuna í altjóða ruddingardegnum, hin
15. september.
Átakið hevur lagt ein samskipanarleist
og hevur latið kommunurnar, sum eru við í
átakinum, vita, hvussu tey ynskja, at komm
unurnar taka hond um dagin.
- Landið er deilt upp í fylgjandi landspartar
til samskipan:
* Vágar
* Norðurstreymoy
* Suðurstreymoy
* Norður Eysturoy
* Suður Eysturoy
* Norðoyggjar
* Sandoy
* Nólsoy
* Norður Suðuroy
* Suður Suðuroy
Samskiparar skráseta dálkað støð í sínum
øki, halda fólki og feløgum til at rudda og seta
dálkað støð saman við hóskandi ruddarum.
- Á sjálvum ruddingardegnum verða posar,
handskar og vestar deildir út eftir tørvi, og tað er
Betri, sum stuðlar við posum og vestum.
Átakið vísir á, at ruddarar melda seg til um
heimasíðuna, sum sæst á síðu 4 í Vikublaðnum
í dag, og her er eisini neyvari kunning um dagin
og átakið.
- Átakið Rudda Føroyar samstarvar eisini
við Føroya Skótaráð, sum umboðar øll lands
ins skótafeløg. Hesi koma at virka sum hjálpar
toymi hjá ymiskum samskiparum, soleiðis at
alt praktiskt kann fremjast, eitt nú at manna
ymiskar postar í arbeiðnum.
Avtala er eisini við Samskip, sum letur bingjur
til átakið, soleiðis at hesar kunnu setast upp
við innsavningarstøð, har burturkast ikki kann
beinast beinleiðis til IRF ella KOB.
- Kommunurnar hjálpa til at avgreiða rudd
ingarnar við at beina innsavnaða burturkastið til
IRF ella KOB, leggja tey aftrat, sum standa aftan
fyri átakið, Rudda Føroyar.
Klaksvíkar kommuna telist millum kommunurnar, sum er við í umhvørvisátakinum, Rudda Føroyar