Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 10. SEPTEMBER 2018 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ S ignar í Homrum hitar upp til framførsluna hjá Uriah Heep í Føroyum tann 22. september. Signar fer at tulka sangir hjá Creedence Clearwater Revival, sum hevði sína stórtíð um sama mundið, sum Uriah Heep fekk fótin fyri seg á altjóða rockpallinum. – Mín áhugi fyri Creedence byrjaði tíðliga, og eg lurtaði eftir teirra kendastu sangum – »Proud Mary«, »Have You Ever Seen The Rain« og hinum. Tá ið eg so hoyrdi sangin »As Long As I Can See the Light«, var eg púra seldur. Røddin hjá John Fogerty er ektað og innlig, og eg kann framvegis tann dag í dag fáa gásarhold, tá ið eg hoyri tann sangin, sigur Signar í Homrum. Hann fer sum solistur at spæla nakrar av kendu sangunum hjá Creedence, áðrenn Uriah Heep tekur pallin. –  Eg eri sera fegin um, at eg sleppi at spæla á konsert saman við Uriah Heep. Teirra rocktónleikur er framúr góður, teir teljast millum teir stóru bólkarnar í bretsku rocksøguni, og tí er tað ein heiður at sleppa at hita upp fyri teir, sigur Signar í Homrum. L eygarkvøldið 22. september spælir bretski rockbólkurin Uriah Heep í Føroyum. Hetta verður helst seinastu ferð, at væl umtókti bólk­urin spælir sínar bestu sangir á føroyskum palli. Føroyingum hevur dámt tónleikin hjá Uriah Heep sera væl, og tað sæst eisini aftur, nú bólk­ urin kemur hendan vegin at hava konsertin. Forsølan til konsertina, sum skuldi vera í Dansifrøi, gekk so væl, at slakar tríggjar vikur áðrenn konsertina var útselt. Síðani hava fyri­ reik­ararnir fingið sera nógvar fyrispurningar frá fólki um atgongumerki, og tí var møguleikan at flyta konsertina kannaður. Niðurstøðan er, at konsertin við Uriah Heep verður hildin í Høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið 22. september kl 21:00. Harvið sleppa fleiri fólk á konsertina við bólkinum, sum mann teljast mill­um yndisrockbólkar hjá føroyingum. Millum teir stóru Uriah Heep vann fram tíðliga í sjeyti árunum, og teir hittaðu við sangum sum Lady In Black, Easy Livin’, The Wizard, July Morning, Stealin’ og Gypsy. Uriah Heep er ein av upprunaligu rock­bólk­ unum úr sjeytiárunum. Saman við bólkum sum Led Zeppelin, Black Sabbath og Deep Purple vóru teir við til at skapa og mynda klassiska bretska rocktónleikin. Mick Box, sum var ein av stovnarunum av Uriah Heep, er still going strong og spælir fram­ vegis gittar í bólkinum. Afturat honum eru Phil Lanzon, Bernie Shaw, Russell Gilbrook og Davey Rimmer. Sangirnir hjá Uriah Heep hava verið sera nógv spældir í Føroyum, og Uriah Heep hevur eisini tvær ferðir áður verið í Føroyum og havt kon­ sertir. Í 1988 høvdu teir tvær konsertir í Før­ oy­um, og í 1990 høvdu teir eina. Síðani hevur bólk­urin ikki vitjað aftur í Føroyum. – Tað er upp á tíðina at vit koma aftur til Føroya at spæla. Tað er alt ov langt síðani, vit vitjaðu tykkum seinast. Nú koma vit aftur at spæla eina ordans rockkonsert, og vit fara at spæla allar okkara kendastu sangir. Vit gleða okkum at síggja tykkum, sigur Mick Box, gittar­ spælari og ein av upprunalimunum í bólki­num. Uriah Heep spælir konsertir kring allan heimin og eru í sera góðum formi. Teir góvu fyri kortum nýggjan sang út, og beint fyri konsertina í Føroyum kemur nýggj útgáva frá bólkinum. Atgongumerki til konsertina við Uriah Heep í Høllini á Hálsi fáast á heimasíðuni atgongumerki.fo. Uriah Heep flytur í Høllina á Hálsi Áhugin fyri konsertini við bretska rockbólkinum Uriah Heep er so stórur, at konsertin er flutt í Høllina í Hálsi Áhugin fyri Uriah Heep er sera stórur, og nú er konsertin í Føroyum flutt í størri høli Signar hitar upp við Creedence-sangum Signar í Homrum hitar upp fyri Uriah Heep Signar í Homrum fer at spæla sangir hjá Creedence Clearwater Revival