mánadagur 10. september 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104
Freistin at søkja um
verkætlanarstuðul frá
NORA er 1. oktober
2018.
NORA (Norrønt
Atlantssamstarv)
hevur sum endamál at
styrkja samstarvið í
Norðuratlantshavi.
Eini 10 línuskip
eru til
fiskiskap
Streymurin harðnar, men
veðrið verður hampiligt
teir næstu dagarnar
Vilmund Jacobsen
Trý ísfiskalínuskip fiska á
djúpum vatni eftir longu og
brosmu, og væntandi kemur
eitt av hesum skipum inn at
landa hesa vikuna og hini
bæði í næstu viku.
Trý onnur ísfiskalínuskip,
sum eisini eru til fiskiskap,
fáa mest av toski, svartkalva
og nakað av blálongu, og
væntandi landa øll hesi
skipini í endanum av hesi
vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya
siga tey, at trý frystilínuskip
í løtuni fiska í grønlendskum
sjógvi, og hesi fáa mest av
toski og nakað av longu.
Eitt frystilínuskip er eis
ini til fiskiskap undir Før
oyum.
Útlitini til útróður hesa
vikuna eru hampilig, tó at
streymurin harðnar. Men,
væntandi
verður
veðrið
hampiliga gott, serliga í byrj
anini av vikuni.
- Helst verður nakað av
útróðri fyrst í vikuni. Talan
er mest um snellufisk, men
nakað kemur eisini frá bát
um, sum fiska við línu, verð
ur lagt aftrat.
Borgari
fær heiður
fyri avrik
Vilmund Jacobsen
Nú nærkast tíðin, til Vest
mannadagar 2018 verða
hildnir í Vestmanna.
Tiltakið verður í døgunum
17.- 23. september, og um
heimasíðuna
www.vestmanna.
fo sæst útgreinað
skrá fyri dagarnar.
Á heimasíðuni liggur eisini
ymiskt kunnandi tilfar
um fleiri av tiltøkunum,
sum verða á skránni.
Á Vestmannadøgum
hesaferð fer bygdarráðið
at heiðra ein borgara, sum
á einhvønn hátt hevur
gjørt okkurt munagott
bygdini at frama.
Hetta kann vera við
einstakari serligari
hending ella við at hava
arbeitt fyri einari søk til
frama fyri Vestmanna
gjøgnum longri tíð.
Í Vestmanna siga tey,
at heiðurin verður
latin leygarmorgunin
23. september, tá
kommunan bjóðar øllum
til felags morgunmat
í ítróttarhøllini.
Átakið at heiðra ein
borgara verður skipað
soleiðis, at borgararnir
sjálvir lata inn uppskot,
og freistin at lata
inn er mikudagin 19.
september klokkan 12.
Millum mongu tiltøkini
á Vestmannadøgum
verður eisini fiskikapping
fyri børnum, Lat-og-fá
marknaður, sum tað
verður rópt, og her
verður eisini stórur
marknaðurdagur í
Ítróttarhøllini, eins
og skjótikapping
verður úti á Berg.
Stóri marknaðardagurin
verður leygardagin 22.
september frá klokkan
13 til 16. Tað, sum fólk
ikki longur hava brúk
fyri, kann vera júst
tað, sum onkur annar
leitar eftir. Talan kann
vera um búnýti, leikur,
klæðir, innbúgv ella
okkurt heilt annað, sum
fólk ynskja at selja.
Fyrireikararnir av
Vestmannadøgum vísa
á, at borð verða sett upp
í Ítróttarhøllini, har fólk
kunnu selja sínar lutir.
- Tað er ókeypis at luttaka,
men neyðugt er við
tilmelding, tá avmarkað
nøgd er av borðum,
verður lagt aftrat.
VINNUDAGUR:
Undirtøkan til
Vinnudagin 2018
er góð. Hetta
sæst aftur í
tilmeldingunum. Av
teimum stívliga 400
plássunum, eru tveir
triðingar longu farin,
veit Vinnuhúsið
at siga í dag.
Skjótt eru bara
4000 metrar
eftir at bora
og spreingja
Tað gongur væl at bora og spreingja Eysturoyartunnilin,
og nú er lítið meira enn stívliga longdin á einum
longum tunli á landi eftir at spreingja
Vilmund Jacobsen
Tilsamans vórðu boraðir og
sprongdir 145 metrar í Eyst
uroyartunlinum
í
síðstu
viku.
Tað veit tunnilsfelagið í
dag at siga í sínari nýggjastu
dagføring.
- Á Hvítanesi vórðu 74
metrar sprongdir, og her eru
nú tilsamans sprongdir 3.366
metrar frá Streymoyarland
inum.
Sagt verður, at frá rund
koyringini á Skálafjørðinum
og móti Hvítanesi vórðu í
seinastu viku springdir 44
metrar, og her er samlaða
metratalið nú 1.055.
- At enda vórðu 27 metrar
boraðir og sprongdir frá
rundkoyringini móti Rókini,
og her er samlaða metratalið
nú komið upp á 875.
Tunnilsfelagið veit í dag
at siga, at tilsamans eru nú
boraðir og sprongdir 6.921
metrar av Eysturoyartunlin
um, sum verður 11.250 metrar
langur.
Hetta merkir, at nú er
lítið meira enn 4.000 metrar
eftir at bora og spreingja, til
komið er ígjøgnum.
Hetta svarar til stívliga
longdina á einum longum
tunli á landi.