mánadagur 10. september 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagstovnurin Brosið í
Hvalba hevur nú eitt ár á baki,
og í hesum sambandi var
tiltak sum styrkir um
barnafelagsskapin og
fyribyrging móti happing
Heystið setir
sín dám
á tiltøk
Heystið er komið, og tað merkir, at ymiskt
hevur verið og verður á skrá kring um landið,
sum hevur við hesa hugnaligu árstíð at gera
Vilmund Jacobsen
Í endanum av hesum mánaðinum
verður Eplafestivalur aftur í Trøð
um á Sandi, og seinni í heyst verður
aftur stórt heystfagnaðartiltak á
Eiði.
Seinnapartin í gjár – sunnu
dagin 9. september – varð skipað
fyri Heystfagnaði í Látrinum, sum
er dagstovnurin í Nólsoy.
Her var mangt leskiligt heima
gjørt til keyps; her var ymisk grøði
úr urtagørðum í Nólsoy, turkaður
tari og heimagjørt knekkbreyð við
pesto.
Her vóru eisini leskiligar kjøt-og
rullupylsur, føroyskt korn, smurt
breyð við góðum føroyskum við
skera – og her kundi tú keypa popp
korn, gjørt á opnum báli.
Fólk kundu eisini keypa sær
drýl, nátungar og fisk, og her var
sjálvandi bæði kaffi, vaflur og ym
iskt annað.
Úr Nólsoy verður sagt, at úrvalið
á Heystfagnaðinum var bæði stórt,
fjølbroytt og forvitnisligt.
Tað vóru Maud Wang Hansen
og onnur, sum skipaðu fyri Heyst
fagnaðinum í Nólsoy, sum savnaði
rættiliga nógv fólk á Látrinum
seinnapartin í gjár.
BORA OG SPREINGJA: Avgrevsturin
á Vatnsryggi á Sandi í samband við
nýggju útstykkingina er nú komin
væl áleiðis. Fyrst í hesi vikuni kemur
boritornið, og væntandi verður
byrjað at spreingja í vikuni.
So er liðugt
hesaferð
Enn kann onkur nátungi fáast
á góðari nátaleið, men nú fer
tíðin veruliga at ganga undan
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 8. september vóru
bátar úr Nólsoy aftur eftir nát
ungum, men hesin dagurin roynd
ist einki serligur, og veiðan var
ikki tann stóra henda dagin.
Á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú
& Tá - sæst, at menn, sum vóru við
tveimum av bátunum henda dagin,
fingu ávikavist 64 og 74 nátungar.
Menn á báðum hesum bátum
hildu fyri, at leygardagurin helst
fór at vera hin seinasti av nát
ungavertíðini á hesum sinni, og
annar tók til, at hetta helst er "the
end" hjá sær hesaferð.
Í dag, nú vit skriva 10. august,
er fínasta veður, og ivaleyst kann
nátungi framvegis fáast á góðari
nátaleið, um veðrið annars heldur
sær í dag.
Tá so langt er útliðið, riggar
ikki, um tað er ov frískt lot, tí nú
nærkast vertíðin veruliga end
anum.
Latið verður einki serligt at
líkindunum í nátungavertíðini í
heyst.
Maud Wang Hansen og onnur skipaðu fyri
Heystfagnaði í Nólsoy seinnapartin í gjár
Mynd: Evy T. Nielsen
Familjan
sleppur at
venja
Vilmund Jacobsen
Rørslutiltakið
hjá
Krabba
meinsfelagnum byrjar nú aft
ur í Marghøllini í Vági. Hetta
tiltak, ið er fyri øll, sum hava
ella hava havt krabbamein
og teirra avvarðandi, byrjar í
morgin, týsdagin 11. september
klokkan 13.30.
- Dentur verður lagdur á
venjingar, sum geva styrki og
konditión.
Í
Krabbameinsfelagnum
vísa tey á, at krabbamein ikki
bert rakar tann sjúka, men alla
familjuna.
- Tí verður skipað soleiðis
fyri, at familjan kann vera sam
an um at venja. Hetta verða
løtur, har til ber at hava tað
stuttligt, mennandi og sam
stundis koma í betri venjing,
sigur felagið og leggur aftrat,
at venjari teir komandi týsdag
arnar verður Sigurð Marner
Simonsen, fysioterapeutur.
Tiltakið fekk góða undirtøku, og nógv fólk nýttu høvi at vitja í Látrinum
Mynd: Evy T. Nielsen
Nátamenn í Nólsoy leygardagin. Mynd: Evy T. Nielse