Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 FYRSTA KONFIRMATIÓN Í LEITIS KIRKJU 20 apríl 1958 var fyrsta konfirmation í Leitis Kirkju viđ 17 kon­firm­ant­um. Nú 60 ár seinni eru nøkur teirra samlađi til Guđ­s­tæn­astu á Leiti viđ Patrick de Neergaard, presti. Eftir hetta var komi sam­an til eina hugnaløtu viđ góđum práti í Lopra. Kon­f­ir­mant­arnir eru: Árni Nielsen, Ingrid Hentze, Jonhild Richard, Jenny Bech, Kristina Thomassen, Jórun Augustinussen, Astrid í Sjúrđagarđi, Magnus Jensen Heðin Jakobsen, Tórs­havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 6. septembur, 73 ára gamal. Andor Ellefsen, komm­ unu­lækni í Havn, ættaður úr Mið­vági, andaðist á Lands­sjúkra­ hús­i­num 5. sep­tem­ ber, 81 ára gamal. Kaj Joensen, grann­ skoðari, Tórs­havn, andaðist á Lands­sjúkra­ hús­i­num hósdagin 6. sep­tember, 65 ára gamal. Torstein Thomsen, Mið­vági andaðist á Sýn­ini mikudagin 5. sep­tem­ber, 96 ára gamal. Kjartan Lamhauge Kristiansen, úr Havn, and­aðist í heiminum 3. sep­tem­bur, 77 ára gamal. Oddvør Sissal Næs, ætt­ að úr Skúvoy, andaðist á røkt­arheiminum í Vord­ ingborg týsdagin 4. sept­ embur, 84 ára gomul. Odd­vør var dóttir Fridu Hentze og Jacob Fryd. Jógvan Elis Danielsen, fyrr­verandi kokkur á Hafnia, búsitandi við Næstved, ættaður úr Havn, andaðist mán­ a­dag­in 3. septembur 79 ára gamal. Sigrid Jacobsen, í Vági and­aðist á Suðuroyar Sjúkra­húsið sunnudagin, 85 ára gomul. Henrik Hammer, Tór­havn andaðist á Lands­sjúkr­a­húsinum fríggja­dagin 31. au­ gust, 52 ára gamal. ANDLÁT Fimm ættarlið í Syðrugøtu Sitandi til høgru, old­ur­ omman Hensia Jacobsen 98 ár, sum situr undir lítlu Rósu Jó­hannu­s­ar­dóttir Hansen fødd 3 juni 2018. Standandi til høgru, langa­bbin Jákup Jac­ob­sen 72 ár. Standandi til vinstru, omm­an Maud Hansen 42 ár. Og sitandi til vinstru, mamm­an Malena Hansen 21 ár. Steinmund Klakstein 80 ár Fjøld av fólki var sam­an­kom­ ið at heiðra og heilsa upp á Stein­mund, ið helt sín runda føð­ing­ardag í Skálanum í Klaks­vík mikukvøldið tann 5. sep­tember. Sera gott lag var á øll­um. Góður matur, fleiri tal­ur, frálíkur tónleikur og solo­sang­ur. Steinmund stóð í læru sum blikk- og rørsmiður í smiðj­uni hjá J. F. Kjølbro á Forn­a­gørð­um undir leiðslu av Erl­ingi Høgnesen, ið var ein hend­inga góður lær­u­ meis­t­ari við víðum sjón­ar­ ringi. Ein evnaligur hand­ verk­ari, gløggur og væl be­lisin, sum tað liggur til Høgn­e­sen-fólkini úr Fugla­ firði. Meistaralæran, sum tá var í gildi, hevði sínar fyrimunir, hó­ast strævna arbeiðsvikan var uml. 48 tímar - umframt at møta í tekniskan skúla flestu kvøldini í vikuni frá kl. 6 og úteftir. Tá fekst tú tó sum lærlingur loyvi til at royna teg í dagligum av­bjóð­ ing­um undir kønari veg­leið­ ing frá sveini ella meistara. Henda skipanin er ikki til long­ur. Havi kent Steinmund frá barni av, og sum lærlingur í smiðj­uni frá apríl 1956, hann er elsti sonur Elsu og Heina í Vági (sum hann var nevnd­ ur) - ein álitismaður í mong ár á Timb­ur­deild­ini hjá JFK og hug­fars­ligur sunn­u­dags­ skúla­lær­ari eisini. Eftir lokna lærutíð helt Stei­n­mund fram at arbeiða á Forna­gørð­um og tók sam­ stund­is lut í brandliði bý­ ar­ins, sum tá var undir til­ búgv­ing, við at taka sær av neyð­ug­um atliti og upp­drøg­ um í sambandi við alla eld­ sløkk­ing í kommununi. Hann var eisini sløkkiliðsleiðari eitt skifti og vatn­meist­ari hjá Klaks­víkar kommunu í mong ár. Og so hansara áhuga fyri ítrótti - ikki at forgloyma. Kanska serstakliga táið onk­ ur av hansara egnu spælir við - ella er trenari hjá KÍ (!). Steinmund er í faðirætt inn­i­stov­u­maður. Pápin Heini var næstelsti sonur Jógv­an bónda í Vági. Festið tók Jó­han Pauli (Palli) á seg, sum hann røktaði væl, og snøgg­ari útróðrarbátur enn hans­ara, Klakkur, var ikki á vág­ini. Í móðurlegg hevur Stein­m­und eisini fleiri fram­ úr hegn­is­menn og skemtarar. Kent er, at Steinmund er hend­inga maður at heita á í til­tøk­um – og hann er av kvik­astu monnum. Tað gav at bíta táið hann á vetri gleið niður í og fór und­ir í ís­vatn­ i­num í einum vatnbrunni í Strand­ar­haga á náttartíð. Bakka­tromin var øll gler­ stoytt, men hann kom í myrkri­num skjótt upp aftur við egnari hjálp. Og so hinaferð, táið maður var far­in niðurímillum við báta­hylj­ar­nar. Tá var líka so skjótt atborið, at fáa mann­ in upp á turt, so eing­in van­ lukka hendi. Og takksamur var mað­ur­in. Vitiliga. Onkur helt skemtandi fyri í veitsl­uni hetta kvøldið, at Jór­un og Steinmund, ið gift­ust í 1963, so typiskt fyri tey - ord­ans­fólk bæði tvey – fingu fýra synir við fýra ára mill­u­mrúmi (Heini 1964, Es­ mar 1968, Eyðun 1972 og Bárð­ ur 1976). Og tað var so tað. Held­ur ikki á hesum øki var nak­ar “sling­ur í valsinum” (!). Øll góðynski hiðani til tín og tín­um í komandi tíð. Arnstein Niclasen NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo 5. september 2018 fingu Elsa og Ove Frederiksen, Ánirnar, eina dóttir. Hon var 54 cm og 3890 gr. Á myndini beiggin Jákup Dion Bjørg Niclasen og Jóhan Sólheim Ellingsgaard Norðskáli, fingu eina diddu 25. august 2018. Hon var 52 cm og 3440 gr Boas og Aron, fingu 6. august 2018 ein lítla­ beiggja. Hann vigaði 3780 gr og var 52 cm lang­ur. Foreldrini eru Bod­il og Petur Súni Jac­obsen, Leirvík.