Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 6 Sosialurin FLEIRI ENN 27.000 TIL ARBEIÐIS Góða gongdin i fólkatalinum sæst eisini aftur í løntakaratalinum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru fleiri enn 27.000 løntakarar í Føroyum. Talið á løntakarum í juni var 27.066. Talan er um 14.064 menn og 13. 002 kvinnur. Fyri bæði kynini er eisini talan um met. Hóast talið á løntakarum veksur bæði hjá kvinnum og monnum, so veksur munurin millum kynini eisini, tí talið á mannligum løntakarum veksur skjótari enn á kvinnuligum. Søguliga hevur munurin tó verið størri enn hann er í dag, vit skulu ikki longur aftur enn eini 10 ár, til beint undan bankakreppuni. Kjartan Lamhauge Kristiansen in memoriam *25. apr. 1941 – †3. sept. 2018 Sárt er tá vinirnir fara og hvørva um lívlátsins lið, og minnir av slóð eru bara, har teir stigu seinasta stig. ---- Tit vóru for okkum tað parið, sum lívið alt, hond í hond, livdu í heimi og garði, har sterk vóru kærleikans bond. Tit gingu um fjøll og um fløtur við vinum á vallaraferð, tit tráddu tær gudgivnu gøtur, sum upp móti hæddum alt ber. Nú skiljast teir kærleikans vegir, nú leiðast tit ei meir um hól, nú foldin hon kúrir og tegir, nú makin fann deyðans ból. Um foldarferðin er farin hjá Kjartani við tína hond, so gleða enn børnini garðin og lætta tær sorganna vond. ---- Eg takki tær, Kjartan, for løtur, eg átti við tykkara lið, nú tú gekst tær seinastu gøtur at finna hin æviga frið. ---- Eg við veit at stórur er tregi hjá tær góða Ingigerð, nú Kjartan hvarv av tínum vegi - fór seinastu vallaraferð. Men minnini liva tó leingi, um hvirt er nú innan gátt, tí sál hans enn er í tí sangi, tú hoyrir, tá stilt er á nátt. pmp Heilsan til Henrik Hammer Tað er við sorgblídni, at eg siti á skiparakamarinum umborð á Norrönu og skrivi nøkur orð um teg, vinurin. Vit møttust í februar 2012, tá vit báð­ir blivu starvsfelagar um­borð á Norrönu. Vit vóru sam­an umborð ta fyrstu tíð­ ina, tá tú skuldi læra meg skip­ið, havnirnar og ikki minst siglingina at kenna, so­leið­is at vit kundu avloysa hvønn annan umborð á flagg­skip­in­um, Norrönu. Tað var ikki hissini upp­ gáva, eg hevði sagt ja til, og ikki at tala um stødd av skóm, sum eg skuldi traðka í fyri bara so nøkulunda at klára at koma upp á hálvan skógv hjá tær. Eg kundi ugga meg við, at sjálvt um upp­gáv­ an var stór, so hevði eg fingið tann besta lærumeistaran, ið til var. Tá lærutíðin var av, og eg sjálv­ur stóð við ábyrgdini, var tú altíð klárur við góðum ráð­um og deildi nógv út av tíni vitan og royndum. Tú fylgdi væl við, hvussu siglt bleiv. Tá tú hevði frítúr, kom tú javn­an oman á bryggjuna, tá vit løgdu at. Vit gjørdust bestu starvsfelagar og góðir vin­menn, ið hildu nógv av hvørj­um øðrum. Smyril Line stóð hjarta tín­um nær. Felagið, ið pápi tín sam­an við øðrum legði grund­ar­stein undir, gjørdist títt ar­beiðs­pláss í 35 ár. Síðstu mongu árini sum skip­ ari. Hetta var eitt starv, ið tú gekk høgt uppí, og fyri mong er tú allarhelst ein í­mynd av Norrönu. Tað, ið ser­liga eyðkendi teg, var, at tú var ein fólk­a­kær­u­r skip­ari. Tú fylgdi sera væl við, hvørji ferð­a­fólk vóru um­borð, og tað sást týðiliga, at ferða­ fólk­ini høvdu stórt álit á tær og bóru tær alsk. Serliga vil eg leggja dent á, hvussu av­ bera væl tú dugdi at vera vert­ur fyri ferðafólkini um­borð. Tær dámdi væl at bjóða ferða­fólki­, tú kendi, og ferðafólki, ið høvdu týdning fyri felagið, á mat­ stovu og upp á brúnna. Alt­ íð fryntligur, í góðum lag og hevði lætt til látur. Tú vart maðurin, sum meist­raði Norrönu. Tínar eyð­kendu kviku og flottu man­øvrur. Tín vitan um veður og sigling á norð­ur­at­ lants­leið­ini, serliga á vetrar­ tíð, var framúr góð. Við øll­um tí, tú tókst við, var tú nær­ lagdur. Tú vart ongantíð ráð­ a­leysur, men hevði altíð eina ætl­an, og fylgdi altíð sera væl við í øllum, ið hendi umborð. Nú tú ikki ert ímillum okk­um longur, siti eg eftir við stór­um sakni og sorg um, at tú er farin. Tankin um, at vit ikki longur skulu loysa hvønn annan av, er fjar­ur - um enn veruleiki. Eg eri glaður fyri tíðina, vit fingu saman. Tú verður nógv saknaður og ongantíð gloymd­ur, góði Henrik. Eg vil bera mína djúpastu sa­m­k­enslu, til øllum tykkum, ið stóðu Henrik næst, hans­ ara alt ov stutta skeið í­mil­l­ um okkum. Takk fyri alt, mín góði vin­ ur. Petur Petur av Vollanum saman við Henriki Hammer (høgru megin) á brúnni á Nørronu