Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 TUNLASJAKK HEILUVÁGUR VIÐ KANNABIS Áki Bertholdsen – Tað verður í hvussu so er ikki nógv bora í ár. Armgarð Steinhólm, deildar­leiðari á Landsverki, stað­festur, at enn er ikki greitt, nær borivognurin, sum Landsverk keypti fyrr í ár, fer til arbeiðis at bora tunlar. Tað hevur verið eitt hjarta­mál hjá Henriki Old, lands­stýrismanni í sam­ ferðslu­málum, at Landsverk aftur skuldi fara at bora tunlar, akkurát, sum í goml­ um døgum. Í hesum sam­ bandi hugsar hann serliga um teir styttru tunlarnar, sum tosað hevur verið um í eitt mannaminni, men sum tað kortini ongantíð hevur eydnast at fáa á politisku dagsskránna. Í hesum sambandi verður hugsað um tunnil til Fámjins, til Dals, til Tjørnuvíkar, til Gjáar, og kanska onkra aðra­ staðir við. Á fíggjarlógini í ár eru sjey milliónir settar av til enda­ málið og fyrr í summar varð eisini ein brúktur borivognur keyptur úr Noregi. Vognurin verður nú kann­aður hjá Landsverki og áðrenn sett verður á at bora, skal sjakkið, sum skal arbeiða við honum, á skeið at læra seg at brúka hann. Armgarð Steinhólm sigur, at tað er við í prísinum, men skeið­ið verður ikki fyrr enn beint upp undir, at sett verður á at bora. Og júst tað er tann stóru spurn­ingurin, tí hóast vogn­ urin er keyptur, er óvist, nær farið verður til verka. Arm­ garð Steinhólm sigur, at tað mesta av játtanini fór til at keypa borivognin fyri, so tað er undir øllum umstøðum ikki nógv at bora fyri í ár. – Kanska fáa vit sett á í ár, men stórt meiri verður tað ikki, sigur hon. Tað verður ikki meir Spurningurin er so, hvar sett verður á. Ósemja hevur verið í samgonguni um, hvør tunnil skal gerast fyrst. Summ­ir tinglimir í sam­ gongu­ni tvíhalda um, at tað er av­talan, at tunnilin til Dals skal vera tann fyrsti. Men hesum er Henrik Old ósamdur í. Hann vísir á, at tunnilin til Fámjins er mun­andi styttri enn tann til Dal, og tí er rætt at seta á í Fámjin, tí so fáa tey roynt vogn­in í verki. Fyrr í summar gav hann sostatt Landsverki boð um at fyrireika arbeiðið at gera tunnil til Fámjins. Og Armgarð Steinhólm sigur, at tað eru hesum boð­ um, tey arbeiða eftir. Enn eru øll loyvi ikki fingið til vega enn, eitt nú frá frið­ingar­ myndug­leikunum. Men tá ið tey eru útvegað, skuly ymsar fyrireikandi lendis­kann­ingar gerast, umframt at arbeiðs­ vegur eisini skal gerast. Armgarð Steinhólm sigur at kanska koma tey so langt í ár, at eitt skot kann latast av, men tað verður ikki meir – og undir øllum umstøðum verður tað heldur ikki stórt meiri enn tað, tí tað røkkur játtan­in ikki til. Annars hevur løgmaður boð­að frá, at samgongan skuldi taka málið upp við tí fyri eyga at finna eina semju um tunlarnar, ikki bara um teir styttru tunlarnar, men eisini um at framskunda tunl­arnar Norður um fjall. Men enn er samgongan ikki komin á mál við tí, og Armgarð Steinhólm sigur, at so­statt verður arbeitt eftir boð­unum tey hava fingið um at fyrireika tunnilin til Fámjins fyrst. VIT KOMA IKKI LANGT Í ÁR Boritornið og sjakkið, sum skuldi bora fleiri av teimum styttru tunlunum kring landið, er ikki farið til arbeiðis enn Endamálið er at kunna læknar og almenningin um heilivág við kannabis Áki Bertholdsen Í næsta mánað kemur navn­ frami fyrrverandi topp – politikarin í Danmark, Ritt Bjerregaard, til Føroya. Men ørindi hennara her, eru kanska eitt sindur ser­ merkt, tí hon kemur ikki higar í beinleiðis politiskum ørind­ um. Hon kemur nevni­liga higar at kunna før­oy­ingar um heilivág við kanna­bis. Ritt Bjerregaard er nevnd­ ar­limir í felags­skapinum, Canna­bis Dan­mark, og hon kemur, sjálv onnur, til Før­ oya í næsta mánað at kunna um kannabis. Ein av stigtakarunum er Arnfinnur á Birtuni. Hann er eisini ein av undan­gongu­ monnunum, nú roynt verður at stovna ein nýggjan flokk til næsta løgtingsval. Og tað sermerkta við tí flokkinum er, at hann hevur bara eittans endamál, og tað er at gera kannabis lógligt. Fyrst og fremst er endamálið, at før­oyskir sjúklingar skulu hava nógv fríari ræsur at at fáa fatur á kannabisheilivági. Og nú hava hann og Ragnar Joensen í Hvanna­ sundi sama, bjóðað um­boð­ um fyri Cannabis Danmark at koma henda vegin at kunna um kannabis sum heili­vág. Upplýsa almenningin og læknar Tað eru tvey umboð fyri felags­skap­in, sum koma higar, nevni­liga Rikke Jacob­ sen, sum er tals­kvin­na fyri felags­skap­in, og navnframi fyrr­ver­andi politikari fyri danska Javnaðarflokkin í eitt mannaminni, Ritt Bjerre­ gaard, sum er nevndarlimur í felags­skapinum. Hon sigur sjálv, at hevur tikið við nevndarsessinum í Cannabis Danmark tí kanna­ bis kann hjálpa ymsum sjúk­ lingum, men hon heldur at tað er bæði óvirðiligt, og ótrygt, fyri hesar sjúklingar, at teir skulu vera noyddir at keypa kannabis á svarta marknaðinum. Tvørtur ímóti heldur hon, at tað skal verða lættari hjá sjúklingum at fáa fatur á kannabis at búka til heilivág. Hon heldur eisini, at tað skal vera lógligt at dyrka kanna­ bis í Danmark, tí vónandi kann tað eisini gera tað bíligari at fáa fatur á. Tiltakið í Føroyum verður seint í næsta mánað og her fara tær báðar úr danska kan­na­bis­felags­skapinum fara at hava almennan fund um kanna­bis sum heilivág. Men Arnfinn á Birtuni sigur, at tær fara eisini at hitta føroyskar læknar á fundi at kunna teir um heili­ vág við cannabis. Ritt Bjerregaard til Føroya at upplýsa um kannabis ÓVIST Enn er óvist, nær borivognurin, Landsverk hevur keypt at bora styttri tunlar við, fer til verka