Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Minka íløgurnar men framskunda tunlarnar Málið um at framskunda tunlarnar Norð um Fjall hvði fyrstu viðgerð í tinginum dag Árni Gregersen Landsstýrið hevur verið saman á Viðareiði, millum annað fyri at tosa um hvørjar íløgur kunnu útsetast. Og landsstýrið hevur verið í Skála­vík saman við samgongu­um­ boðunum úr fíggjarnevndini, har tey saman hava kjakast um upp­ skotið til fíggjarlóg fyri 2019. Ongar beinleiðis útmeldingar eru komnar um, hvat skal útsetast og hvussu stórur samlaði vøksturin á fíggjarlógini skal vera. Men bæði Aksel V. Johannesen, løgmaður, og landsstýriskvinnan við mentamálum, Kristina Háfoss, hava sagt, at summar íløgur verða drýggjaðar nakað og harvið út­sett­ ar. Løgmaður hevur tó sagt, at hetta ikki fer at raka íløgur, sum eru farnar í gongd. Tunlar Norð um Fjall Tí kemur tað ikki serliga væl við hjá samgonguni, at andstøðanb – 11 tingfólk tilsamans – hava lagt eitt uppskot fram um at framskunda tunlarnar Norð um Fjall. Uppskotið gongur í stuttum út uppá, at Norðoyartunnilin skal fíggja fyrireikingararbeiðið til tunl­ ar­nar, so klárt verður at fara undir at bora so skjótt liðugt er at gera Hvalbiartunnilin. Politiskt er onki at ivast í, at tað hevði gagnað samgongufólkunum í Norðoyggjum um eitt slíkt uppskot fær undirtøku frá samgonguni. Tað er bert at leggja til merk­is, at samgongutingfólkini í Norð­ oyggj­um hava lagt rygg til nýggja lóg um fyrisiting av sjófeingi. Hetta er tað lógarverk, sum hevur fingið mest mótstøðu júst í økinum, har hesi fólk eru vald. Sjálvandi umhugsar samgongan og serliga formennirnir í Javn­að­ar­ flokkinum og Tjóðveldi, hvussu hetta málið kann loysast. Flokkarnir eru sjálvandi áhug­ að­ir at vinna atkvøður aftur í økinum, har sum Ólvua Klettskarð og Jónleif Johannesen eru vald. Samgongan er eisini væl vitandi um, at farleiðin úr Klaksvík og til bygdirnar norðanfyri als ikki er tíðarhóskandi. Ferðslan er vaksin nógv og eisini fleiri stórir bilar brúka tunlarnar í sambandi við økta virksemi norðanfyri. Hon veit eisini, at trygdin í tunl­ unum als ikki er hóskandi til dags­ ins viðurskifti, so tað eru nógvar góðar grundgevingar fyri at skunda undir hesa verkætlan. Uppskotið frá teimum 11 ting­ fólk­unum byggir á eina ser­liga fígg­ing, sum skal draga Norð­oyar­ tunn­ilin uppí verk­ætl­an­ina. Uppskotið mælir til hendan leistin: • At partapeningur felagsins verð­ur hækkaður sum fram­tíð­argjøld, ið verða goldin í sam­svari við langtíðar løguætlan lands­ ins • At P/F Norðoyatunnilin tekur byggilán • At verandi tunnilsgjald heldur áfram til at fíggja rakstur og fíggjarkostnað av lánum Á hendan hátt kann tunnils­gerðin framskundast eini 3-4 ár. Sjálvt um hetta sær skilagott út fíggjarliga, so verður hetta við tila t seta meira ferð á búskapin. Landsstýrið hevur eisini sagt, at tær íløgur, sum skulu seinkast eru tær, har brúk er fyri nógvum handverkarum og tað er almenn vitan, at tunnilsgerð ikki krevur so nógvar hendur, men heldur maskinur og bilar. Tí er spurningurin um andstøða og samgonga finna ein felags leist, sum kann framskunda tunl­ar­ nar norð um Fjall uttan at hetta á nakr­an hátt gongur ímóti útmeld­ ing­unum frá landsstýrinum um at tálma íløgnum komandi árini. Orðaskiftið á tingi um málið var ikki byrjað, tá ið blaðið var sent til prentingar í dag., men spenn­andi verður at síggja, hvat sam­gong­an sigur til uppskotið frá 11 and­støðu­ pol­itikk­arum.S Trupul støða hjá samgonguni: Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, skal velja um flokkurin skal royna at vinna nakrar atkvøður aftur í norðurøkinum Eisini Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, skal velja um flokkurin skal royna at ryggja sær ein sess í Norðoyggjum. Hvalbiartunnilin skal gerast liðugur áðrenn farið verður undir tunlar norð um fjall.