mánadagur 10. september 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Bjerringbro-Silkeborg hevur fingið eina ivasama byrjan upp á kappingarárið, men Jóhan á Plógv Hansen hevur verið
væl upplagdur. Her heima er hondbóltsárið eisini so smátt farið í gongd – um vikuskiftið var nevniliga Lionsbikarið
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Ein av teimum, sum spældu við tí
sokallaða danska vikarlandsliðnum
eftir at donsku landsliðsleikararnir
vóru í verkfalli vegna ósemju við
DBU, var Anders Fønss. Hann
hevur í samrøðu við DR sagt,
at hann eftirlýsir takksemi frá
donsku landsliðsleikarunum fyri
at vikararnir vildu manna danska
landsliðið og lata upp fyri at Dan
mark ikki fekk leikbann fyri ikki at
møta upp. Danski landsliðsleikarin,
Simon Kjær, vil tó ikki hoyra talan
um at teir hava nakað at takka
vikarunum fyri. - Í einari ósemju
velur tú síðu. Eg lesi, at teir vænta
eina tøkk. Men vit fara ikki at takka
teimum, tí tað var ikki okkara síðu,
teir tóku, sigur Simon Kjær í sam
røðu við TV2. - Eg fari heldur at rósa
teimum, sum søgdu nei. Eingin er
hægri enn liðið, og soleiðis fer at
altíð at vera, sigur Simon Kjær.
BORÐTENNIS
Føroyska landsliðið hevur hetta
vikuskiftið verið á venjingarlegu
í Danmark, har hond er løgd á
seinastu fyrireikingarnar áðrenn
EM í Spania seinni í vikuni. Talan er
um EM í einmansleiki, tvímansleiki
og blandaðum tvímansleiki. Tey,
sum umboða Føroyar, eru Fróði
Fríðason Jensen (Amager BTK),
Hallur
Thorsteinsson
(Amager
BTK), Durita Fríðadóttir Jensen
(Tór) og Sólja Hilduberg Djurhuus
(Tór). EM verður spælt í spanska
býnum Alicante í døgunum 18. til
23. september. Føroyskur landsliðs
venjari er danski Simon Nykjær-
Fisher.
FR. ÍTRÓTTUR
FM fyri ung hevur verið á Tórs
breyt um vikuskiftið, og har bleiv
eitt nýtt føroyskt met sett. Tað var
Lýdia Simonsen (fødd 2001), sum
setti hetta metið í klingrukasti.
Nýggja føroyska metið hjá henni
eitur nú 31,91 metrar.
HONDBÓLTUR
Bjerringbro-Silkeborg fekk eina
ivasama byrjan upp á nýggja
kappingarárið, tá ið teir í fyrsta
umfarinum spældu javnt ímóti
Nordsjælland, og hóast uppreisn og
tepran sigur á Ribe-Esbjerg í øðrum
umfari, so bleiv tað aftur til eitt
vónbrot í triðja umfari. Hesaferð
var tað ein endurtøka av DM-
finaluni í fjør ímóti Skjern. Hóast
Skjern var illa mannað til dystin,
so vunnu teir rímiliga greitt 33-29.
Jóhan á Plógv Hansen útmerkaði
seg á høgra vongi, og við sínum
átta málum bleiv hann toppskjútti
og dagsins leikari hjá heimaliðnum.
Jóhan hevur tríggjar teir fyrstu
dystirnar skotði 15 mál. Tað er
næstflest á liðnum.
Jónas Gunnarson Djurhuus og
teir úr HØJ fingu eina góða byrjan
upp á kappingarárið í næstbestu
donsku deildini, har teir í ársins
fyrsta dysti leygardagin vunnu
29-20 á Stoholm eftir at hava verið
á odda 13-8 í hálvleikssteðginum.
Jónas Gunnarson Djurhuus, sum
spælir sítt annað kappingarár við
HØJ, kom ikki á máltalvuna.
Í gjár vóru dystir um Lions
bikørini í føroyskum hondbólti.
Hjá monnum vann H71 30-21 á
Kyndli eftir at hava verið á odda
13-9 í hálvleikssteðginum. Rúni
Vest Højgaard var toppskjútti hjá
hoyvíkingum við 11 málum, meðan
Høgni Klein Olsen og John í Inni
stovu skutu hvør síni fimm mál fyri
Kyndil.
Hjá kvinnunum vann VÍF 28-
23 á Kyndli. VÍF var tepurt á odda
í álvleikssteðginum, 15-14. Liljan
Djurhuus var ein einmansherður
hjá VÍF og skeyt helvtina av
málunum (14). Toppskjútti hjá
Kyndli var Súna Krossteig Hansen
við 10 málum.
TENNIS
Novak Djokovic vann í nátt US
Open á triðja sinni. Serbiska stjørn
an gjørdi reint borð í finaluni, har
tað bleiv til 3-0-sigur á argentinska
Juan Martin del Potro eftir settúrs
litini 6-3, 7-6, 6-3. 31 ára gamli Novak
Djokovic hevur nú vunnið 14 Grand
Slam-kappingar. Fyrr í ár vann
hann eisini Wimbledon Open.
Tann einans 20 ára gamla
japanskt-amerikanska
Naomi
Osaka vann óvæntað US Open
hjá kvinnum, tá ið hon í finaluni
leygardagin vann á fyrimund síni,
Serenu Williams. Úrslitið var 6-2,
6-4. Hetta var fyrstuferð, at Naomi
Osaka vann eina Grand Slam. Hon
er styrkismett nummar 19 í heim
inum, men væntast at taka eitt
stórt lop tá ið næsti styrkislisti
verður
kunngjørdur.
Serena
Williams hevur eftir finaluna fing
ið tillutað 17.000 dollarar í bót fyri
atburðin í finaluni, har hon eitt
nú breyt ein ketjara og brúkti seg
ímóti dómaranum.
SÚKKLING
Tað er óvanliga tætt í oddinum í
stóru sponsku súkklukappingini,
Vuelta a España, sum er ein av
trimum Grand Tours saman við
Tour de France og Giro d'Italia.
Nú tað í morgin verður farið undir
seinastu vikuna og seinastu seks
teinarnar í kappingini, eru tað
heili fýra mans, sum eru minni enn
ein minutt frá hvørjum øðrum í
samlaðu kappingini. Simon Yates
(Mitchelton-Scott) er fremstur, og
honum á baki eru Movistar-lið
felagarnir, Alejandro Valverde og
Nairo Quintana, ávikavist 26 og
33 sekund aftanfyri. Kolumbiski
Miguel Angel Lopez (Astana) er
43 sekund aftanfyri. Teinin í gjár
vann annars franski Thibaut Pinot
(FDJ) eftir at hann sjálvur stakk av
frá hinum. Vuelta a España endar
sunnudagin, tá ið seinasti teinurin
verður súkklaður til høvuðsstaðin,
Madrid.
Jóhan dagsins maður í vónbroti