mánadagur 10. september 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað hava verið nøkur risa fet, ið
føroyski súkklarin, Torkil Veyhe,
hevur tikið síðani hann sum
ungur útmerkaði seg á føroysku
landavegunum, og sum hálvvaksin
í lestrarørindum í Århus limaði seg
inn í eitt av lokalu súkklufeløg
unum, Odder Cykelklub.
Í súkkling verður tú einans
máldur eftir úrslitum. Og Torkil
fekk úrslit. Hetta hevur hjálpt
honum at klintra upp eftir danska
súkklustiganum, og eftir uppi
hald í Team WeBike-CK Århus,
ColoQuick-CULT og Team Virtu
Cycling skiftir tann nú 28 ára gamli
føroyski súkklarin eftir nýggjár til
besta súkkluliðið í Danmark, Riwal
Ceramicspeed Cycling Team.
Liðið, sum í styttri útgávu
verður nevnt Riwal, hevur nýliga
fingið játtað luttøku á sokallaða
prokontinental-støðinum, sum er
næsthægsta stig yvirhøvur og tað
hægsta styrkismetingin, ið nakað
danskt súkklulið hevur.
Riwal ynskti at fáa Torkil Veyhe
við umborð í nýggju verkætlanina
á hækkaða støðinum, men hetta
var ikki fyrstuferð, at liðið hevur
dyrgt eftir føroyska súkklaranum.
- Eg tosaði eisini við teir í fjør, og
tá umhugsaði eg at skifta til teir,
sigur Torkil Veyhe, sum heldur
valdi at skifta til Team Virtu Cyckl
ing, ið seinni skifti navn til Team
Waoo, og hevur Bjarna Riis sum ein
av eigarunum.
Í súkkluheiminum er mest van
ligt at súkklarar gera eitt ára sátt
málar, og soleiðis var eisini hjá
Torkili Veyhe, sum eftir eitt gott
kappingarár Team Virtu Cycling,
har sáttmálin rennur út við árs
enda, umhugsaði støðuna av nýggj
um og at enda tók avgerðina um at
skifta til Riwal.
- Eftir at Michael Skelde varð
kunngjørdur sum ítróttarstjóri hjá
Riwal komandi ár, umframt at teir
flyta eina deild upp, so var eg als
ikki í iva longur, at hetta var staðið,
ið eg ynskti at vera, greiðir Torkil
frá.
Michael Skelde er virðismettur
ítróttarstjóri, sum Torkil hevur
havt á Team Virtu Cycling, men
sum herfyri fór úr starvinum eftir
ósemju við Bjarna Riis. Michael
Skelde skifti stutt aftaná til kom
andi arbeiðsgevaran hjá Torkili,
Riwal.
- Hann er sera góður at fáa tað
besta burturúr hvørjum einstakum
súkklara og øllum liðnum, greiðir
Torkil frá um Michael Skelde, sum
hann nú altso aftur sleppur at ar
beiða saman við.
Tour de France?
Ein, sum óivað eisini hevur hálað í
nakrar træðrir fyri at fáa Torkil til
Riwal, er kendi danski súkklarin,
Chris Anker Sørensen. Hann er í
ferð við seinasta kappingarár sum
súkklari, men hann heldur fram
í leiðsluni á liðnum. Chris Anker
Sørensen, sum hevur súkklað Tour
de France, Vuelta a España
og Giro d' Italia fleiri
ferðir, hevur nevniliga
áður havt eitt gott
eyga á Torkili. Tá ið
TV2 setti honum
uppgávuna
at
manna eitt lið við
einans donskum
súkklarum,
ið
hevði
kunna
klárað seg væl
í einari Grand
Tour, valdi Chris
Anker Sørensen
at
seta
Torkil
Veyhe á liðið.
Hann er eisini
væl nøgdur við, at
Torkil nú er á hansara
liði.
- Torkil Veyhe er ein
brølandi sterkur súkklari,
og hann er veruliga førur fyri
at stríðast fyri liðið, segði Chris
Anker Sørensen við TV2, tá ið
skiftið gjørdist alment mikudagin
í síðstu viku.
- Hetta verður fyrsta árið hjá
Riwal á prokontinental, so tað er
ilt at siga hvussu stórur munurin
verður frá kontinental, sum teir og
eg súkkla á nú. Men eg veit, at teir
eru í ferð við at økja uppsetingina,
alt frá liðleiðarum og hjálparfólki
til
umstøðurnar
hjá
okkum
súkklarum, greiðir Torkil Veyhe
frá.
Tað
hevur
kostað
Riwal
Ceramicspeed Cycling Team eina
rúgvu at skifta frá
kontinental til prokontinental.
Steffen Kromann, stjóri á liðnum,
segði við heimasíðuna hjá Riwal,
at tað eydnaðist at fáa øktan
fíggjarligan stuðul frá verandi
høvuðsstuðlum, Riwal og Ceramic
speed, umframt at aðrir stuðlar eru
lagstir afturat.
Lopið
til
prokontinental
merkir í prinsippinum, at Riwal
og Torkil Veyhe kunnu súkkla
Grand Tours so sum Tour de
France. Hetta krevur
tó eitt wildcard, og tá ið
tað eru áleið 30 umsøkjarar
til 3-4 wildcard-pláss, so eru
sannlíkindini fyri hesum ikki so
stór. Hinvegin, so hevur Riwal í
hyggju at fáa wildcard í 2020 ella
2021, tá ið Tour de France sannlíkt
fer at byrja í Danmark.
Byrjar kappingin í Danmark, so
eru nevniliga stór sannlíkindi fyri,
at Tour de France fer at geva einum
donskum liði eitt wildcard, og
soleiðis sum landið liggur í løtuni,
SÚKKLING
Krútsterki súkklarin:
Torkil Veyhe heldur fram við at klintra upp eftir danska
súkklustiganum. Besta súkkluliðið í Danmark, Riwal Ceramicspeed,
hevur tikið krútsterka føroyingin við á liðið næsta kappingarár,
tá teir fara at kappast í nøkrum av heimsins størstu kappingum.
- Hetta hevur kravt seriøst og dedikerað arbeiði, sigur Torkil, sum
hevur ætlanir um at vinna seg uppeftir í hierarkinum á liðnum
TORKIL
TEKUR ENN
EITT RISA FET
Torkil hevði fyrr í
ár fjallatroyggjuna
í Ronde de l'Oise