Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 so verður Riwal einasta danska boðið. - Tað eru annars fleiri aðrar World Tour-kappingar, og fáa vit atgongd til onkra fyrsta árið, so eru vit nøgdir, sigur Torkil Veyhe. Kravt nógv Hjá Team Waoo hevur Torkil Veyhe verið hjálpari hjá Alexander Kamp í stórum kappingum, men hann hevur í stóran mun eisini fingið fríar teymar at súkkla fyri at vinna teinar sjálvur. Av tí at hópurin hjá Riwal fyri kom­andi kappingarár ikki er enda­ ligur enn, so er í verandi løtu ilt at siga hvønn leiklut Torkil fær á nýggja liðnum. Vónandi fari eg at fáa møgu­ leikan av og á, men tað er greitt, at tað verður longri ímillum sínar møguleikar jú hægri upp í støði ein kemur. Ein má koyra seg upp í hierarkinum, og sum nýggjur á liðnum má man vísa, at man klárar at avrika, sigur Torkil. Tað hevur gingið við fúkandi ferð hjá føroyinginum, sum nærum ár um ár hevur súkklað seg upp á hægri og hægri støði. - Hetta hevur kravt seriøst og dedikerað arbeiði eftir einum greið­ um máli, og tað hevur kravt 100% hóast tað er eitt lítið nálareygað, ið ein skal raka, greiðir Torkil frá. Men hetta hevði ikki verið møgu­ligt uttan góðan stuðul. Alt frá liðnum, ið eg havi súkkað við, til stuðul frá føroyskum fyritøkum og frá heimafrontinum. Tað hevur gjørt, at eg havi kunnað arbeitt við súkklingini fulla tíð. Tá tað er somikið tíðarkrevjandi, so er tað eitt samanspæl at fáa alt at eydn­ ast, greiðir hann víðari frá. Torkil bleiv í 2016 útbúgvin sivil­ verk­frøðingur, men hann hevur meira ella minni súkklað fulla tíð, og eftir nýggjár verður hann so væl og virðiliga fulltíðarsúkklari við einari rúgvu av kappingum uttan­ lands. Flestu fulltíðarsúkklarar búgva í londum sum Italia, Fraklandi og Luksemburg, men Torkil fer fram­ haldandi at búgva og venja í Dan­ mark. - Men er veðrið heilt út av lagi, so kunnu vit altíð flúgva suðureftir á venjingarlegu, sigur Torkil Veyhe. albinus@sosialurin.fo SÚKKLING Torkil varð kosin mest álopssinnaði súkklarin í Tour de Normandie í mars