mánadagur 10. september 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Fríggjadagurin 7. september 2018
er ein av teimum heilt stóru í før
oysku fótbóltssøguni. Tað endaði
við, at besta landsliðið vann 3-1
ímóti Malta.
Tá ið fótbóltsáhugaðu føroying
arnir settu seg kring Tórsvøll ella
tendraðu fyri sjónvarpinum og
útvørpum fyri at fylgja gongdini
ímóti Malta, var hýrurin longu
góður.
Tá ið U-21 landsliðini hjá Føroy
um og Póllandi hittust á Tórsvølli
10. november 2017, var úrslitið 2-2.
Sæð í bakkspeglinum var tað eitt
gott úrslit, men tá ið síðsta bríksl
ljóðaði hetta fríggjakvøldið, var
vónbrotið í føroysku leguni stórt,
tí undirmannaða pólverska liðið
javnaði til 2-2 í 95. minutti.
Kortini varð tað ikki roknað
við, at føroyska liðið fór at megna
nakað sum helst fríggjakvøldið.
Veddingarfeløgini stóðu á tærnum
á hvørjari aðrari við fráboðanum
um, at Pólland var størsti favorittur
av øllum í mongu landsdystunum –
A og U-21 – sum vóru fríggjakvøldið.
Føroyska liðið avrikaði ikki
við veddingarfeløgum í huga.
Fokuseraðir og við sjálvsáliti fóru
føroysku spælararnir á vøllin, har
teir alla tíðina stríddust ein fyri
allar og allir fyri ein, og úrslitið var
1-1, eftir at føroyingar vóru á odda í
næstan ein tíma.
Tá ið írski dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð, var tað týðuligt, at
føroysku spælararnir fegnaðust
um at hava vunnið eitt stig, og at
heimamenninir vóru bæði vón
brotnir og frustreraðir um, at teir
høvdu søplað sigurin burtur.
Heilt
frá
tí,
at
Jákup
L.
Thomsen eftir stórt korter og
við framúr máli legði Føroyar
framum,
vóru
heimamenninir
ørkymlaðir, tottaðust innanhýsis
og illneitaðust inn á írska dómaran.
Tá ið dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð, var Kamil Pestka so
frustreraður, at dómarin kendi seg
noyddan at vísa honum gula kortið.
Í Danmark gliðu tíðindini væl
niður, tá ið tað frættist, at Føroyar
høvdu megnað javnleik í Póllandi.
Danmark
vann
fríggjakvøldið
2-0 á heimavølli ímóti Finnlandi.
Kappingin um bólkasigurin hevur
verið stór og tøtt millum Pólland og
Danmark, sum nú er topplið, eftir
at tað ikki eydnaðist Póllandi at
vinna ímóti Føroyum.
Glæsiligir málverji
og málskjútti
Venjari hjá føroyska liðnum er Eli
Hentze. Hann var ovurfegin og
stoltur av sínum monnum, tá ið
írski dómarin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð.
Í seinna hálvleiki veipaði og
rópti pólverski venjarin alla tíðina.
Sjálvandi var føroyski venjarin øgi
liga spentur, men hann stóð púra
fattur og við krossaðum ørmum,
meðan hansara menn stríddust,
bardust og í løtum spældu fyri
lívinum.
Talan var um framúr liðavrik.
Tað skerst tó ikki burtur, at
um tað skal eydnast undirtippaðu
Føroyum at vinna stig á útivølli
ímóti so stórum favoritti, sum Pól
land var fríggjakvøldið, so er tað
alneyðugt, at hepnið er við.
-Pólverjar vóru fleiri ferðir í
góðum støðum, men tað eydnaðist
teimum ikki at skora í opnum
spæli. Okkara málverji, Karstin
Hansen, spældi so heilt framúr
væl. Í fleiri førum bjargaði hann so
meistarliga væl, at tað hevði einki
forgjørt verið í tí, um heimaliðið
skoraði bæði eitt og tvey mál í
opnum spæli, sigur Eli Hentze.
Føroyski venjarin rósar sínum
monnum fyri at vera gløggar og til
vitaðar í skjótum álopum ella um
stillingum:
-Tað var meiri enn einaferð tætt
við, at tað eydnaðist, og málið var
meistarligt. Erlendur Magnusson,
sum var framrættaður sentralur
miðvallari, legði við sending yvir
fjøruti metrar nakað aftanfyri
miðstrikuna og sentralt og fram í
vinstru. Har tamdi Jákup L. Thom
sen bóltin soleiðis, at hann vann
tempo í mun til verjuna. Jákup
er so skjótur, at hann megnaði at
halda seg frammanfyri verjuna, tá
ið hann sneiddi inn frá vinstru, og
so var hann púra kaldur, tá ið hann
stóð andlit til andlit við málverjan
og setti bóltin framvið honum og í
handara síðunetið.
-Hetta var eitt meistarligt mál.
Royndin frá dystinum í Føroyum
vísti okkara monnum, at tað kundi
bera til, og málið eftir eitt korter
gav teimum eitt rættiligt lyft. Teir
vístu so framúr hugburð, at eg so
hjartaliga unni teimum glæsiliga
úrslitið, sigur Eli Hentze.
Bartal
Wardum
og
Bjarni
Petersen vunnu nógv teir flestu
nærdystirnar í føroyska brots
teiginum, og teir vóru alla tíðina
væl plaseraðir.
Ari Olsen og Jóannes K. Daniel
sen stóðu seg væl á vongverjunum.
Í heimligu kappingini eru teir báðir
vongverjar í høgru. Fríggjadagin
var Jóannes K. Danielsen vongverji
í vinstru, og tað tóktist ikki bila, at
tað var í ókenda borðinum, at hann
var plaseraður.
Liðformaðurin Betuel Hansen
og Jákup B. Andreasen vóru brand
ar á sentrala verjukenda miðvølli
num, og í framrættaðu ódnunum í
borðunum vóru teir báðir liðfelag
arnir í B36, Benjamin Heinesen og
Meinhard E. Olsen, óførir.
Jóannes Bjartalíð og Búi Egils
son vórðu skiftir inn í seinna hálv
leiki. Teir vístu, at kappingin um
plássini á liðnum er stór, og at liðið
ikki nýtist at vikna, hóast tað er
neyðugt at skifta út.
Framtíðin
sær bjørt út
Politikkurin hjá Lars
Olsen og hinum, sum ráða
fyri borgum, er, at tað er betri
fyri allar partar – og ikki minst
fyri menningina av spælarum –
at ungu menninir heldur skulu
vera
stuðulsspælarar
á
U-21
landsliðnum, enn at teir skulu sita
á beinkinum á A-landsliðnum.
Millum teir, sum fríggjakvøldið
kundi havt sitið á beinkinum í
Gundadali, var Jákup L. Thomsen.
Avrikið í Póllandi var staðfesting
av, at hann man vera næstbesti før
oyski álopsspælarin. Leikluturin
hjá honum var stórur í Póllandi.
Um hann hevði verið í Gundadali,
so hevði hann kanska verið skiftur
inn í einar tíggju minuttir, og tað
hevði neyvan havt so stóra ávirkan
á úrslitið ímóti Malta.
-Vit eiga tveir dystir eftir í
hesum undankappingini. Vit fara
at fyrireika okkum væl, og vit
gleða okkum og halda okkum hava
møguleika at fáa nakað burturúr.
Fríggjadagin 11. oktober fáa vit
vitjan av Litava, sum fríggjakvøldið
spældi málleysan javnleik ímóti
Georgia, og so runda vit av
týsdagin 15. oktober í Aalborg ímóti
Danmark, sum nú er favorittur at
vinna bólkin, sigur Eli Hentze.
Tølini siga, at landsliðsvenjarin
hevur orsøk til at síggja ljóst uppá
tingini. Í fýra av átta dystum
hava føroyingar megnað at vinna
úrtøku:
8. juni í fjør haltaði tað av álvara,
tá ið tað í fyrsta dystinum á útivølli
ímóti Litava endaði við 3-0 tapi, og
ivi varð av álvara sáddur um, hvat
hetta liðið fór at megna, tá ið tað á
heimavølli 31. august í fjør endaði
við 3-0 heimatapi ímóti Danmark.
1-1 á útivølli ímóti Finnlandi 5.
september í fjør var áminning um,
at føroyska liðið ikki skuldi av
skrivast heilt.
10. oktober í fjør vunnu Føroyar
3-1 á heimavølli ímóti Georgia –
einasti sigurin higartil í hesi kapp
ingini – og árið endaði við 2-2 á
heimavølli ímóti Póllandi. Tað var
10. november.
Georgia takkaði fyri seinast
við 23. mars at vinna 1-0 á
FÓTBÓLTUR
Eftir 1-1 í Póllandi roknar venjarin Eli
Hentze við, at fleiri av teimum, sum vóru
við til at fremja bragdið fríggjakvøldið,
skjótt fara at spæla á besta landsliðnum
U-21 landsliðið:
FRAMTÍÐIN
SÆR LJÓS ÚT