Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danska Viasat hevur rættindini at vísa amerikanskan fótbólt í sjónvarpinum, og hvønn sunnu­ dag sita teir tríggir vertirnir og serfrøðingarnir, Henrik Levy­ sohn, Anders Rune Jansen og Tommy Kjærsgaard, tilreiðar at leiða donsku hyggjararnar ígjøg­ num tveir dystir. Hesir tríggir hava í nøkur ár myndað NFL-toymið hjá Viasat. Teir høvdu stórar skógvar at fylla eftir at Jimmy Bøjgaard og Claus Elming vóru ímyndin av NFL á TV2, men hóast eina byrjan við nógvum stetlum, so eru teir við at koma seg væl. Tað er eingin ivi um, at teir vita eina rúgvu um NFL, og teir duga eisini rímiliga væl at taka ímóti nýggjum hyggjarum við at greiða frá reglunum av og á, men teir hava eisini lyndi til at blíva ov fjákutir, og í løtum fara teir eisini dekan ov langt av sporinum tá ið teir hava lyndi til at kjakast um bæði líkt og ólíkt. Tað hendir nógv í NFL á Viasat, og tað verður gjørt nógv burturúr við kappingum, styrkislistum, sam­røðum og øðrum. Í so máta er tað ongantíð keðiligt at fylgja við. Tað er heldur tilvildarligt hvørj­ir dystir verða vístir, men so vítt møguligt roynir Viasat at velja mest spennandi dystirnar, og tað er ikki at koma uttan um, at NFL á 3+ og TV3 Sport eru, amerikonsku gjaldssíðurnar undan­tiknar, bestu keldurnar til at síggja NFL í sjónvarpinum her um leiðir. HVUSSU ER AT HYGGJA: Hendingar­ríkt, bæði í dysti og í sjón­varpsstovu. HYGG UM TÚ: Ikki ert kræsin og ikki vil síggja ávísar NFL-dystir. IKKI HYGG UM TÚ: Ikki leggur í NFL ella vilt síggja ein ávísan dyst. HVAT SIGUR TÚ? Teir eru dugna­ ligari í enskum og amerikonskum sjón­varpi, men hetta er á einari leið. Vikan ið fór Jóan Símun Edmundsson verður kosin at vera besti leikari hjá Arminia Bielefeld í august. Hann er eisini á vikuliðnum hjá Kicker. Bestu føroysku hondbóltsdeildirnar skifta navn. Besta mansdeildin eitur nú Okkara-deildin og besta kvinnudeildin eitur SMS- deildin. Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti tapir seinasta dystin í HM- undankappingini 8-0 fyri Týsklandi á Tórsvølli. Vilhelm Vilhelmsen, Nicholas Satchwell og tríggir ungir H71- arar eru nýggir á manslandsliðnum í hondbólti, sum venjarin Sonni Larsen tekur út. Føroyska U21-landsliðið spælir 1-1-javnleik á útivølli ímóti Póllandi. Jákup Thomsen skjýtur føroyska málið. Heima á Tórsvølli vinna Føroyar 3-1 á Malta í fyrsta dystinum í Nations League. Føroyskir málskjúttar eru Jóan Símun Edmundsson, René Shaki Joensen og Hallur Hansson. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Eliesar Olsen Aldur: 28 Yrki: Fótbóltsvenjari og NFL-áhugaður Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Cleveland Browns 2. Giants og Jets 3. Colin Kaepernick 4. Pittsburgh Steelers (6) 5. Bill Belichick 6. Morten Andersen 7. Philadelphia Eagles 8. Aaron Rodgers 1. Hvussu eitur liðið, sum fór 0-16 síðsta kappingarár? 2. Nevn navnið á einum av teimum báðum feløgunum úr New York? 3. Hvussu eitur quarterbackurin, ið er vorðin høvuðspersónur í nógv umtalaðari lýsing hjá Nike? 4. Hvat lið hevur vunnið Super Bowl flestar ferðir? 5. Hvussu eitur headcoach hjá New England Patriots? 6. Hvussu eitur danskarin, ið hevur gjørt flest stig í NFL-søguni? 7. Hvat lið vann Super Bowl í februar í ár? 8. Hvussu eitur kendi quarterbackurin á myndini? Hvussu leingi hevur tú fylgt við NFL? - Eg havi fylgt við síðan 2008. Áhugin er blivin størri og størri fyri hvørt ár. Serliga seinastu fimm árini havi eg fylgt sera nógv við - eisini í offseason, millum annað í draftinum (leikararnir, ið koma úr college). Hvat er tað við NFL, sum hugtekur teg? - Mær dámar sera væl spenningin í hvørjum dysti, har eitt play kann blíva dystaravgerandi fyri bæði liðini. Mær dámar eisini væl mátan, soleiðis NFL-konseptið er bygt upp, har tað ikki hevur nakað at siga hvussu nógvir pengar eru í, men har tað eru draft og trade, sum avgera nógv. Tað er eisini stuttligt at tað vánaligasta liðið eitt ár kann blíva millum tey bestu næsta árið. Hetta er nakað, sum føroysk lið kunna læra nógv av. Hvussu nógvar dystir sært tú um vikuna? - Eg síggi hvønn dyst hjá Atlanta Falcons, og so síggi eg í øllum førum ein afturat. Tað er líka mikið hvør spælir, so kann dysturin blíva spennandi og áhugaverdur. Hvør væntar tú kemur í Super Bowl í ár? - Eg vóni sjálvandi at Falcons koma í Super Bowl og kunnu vaska síðsta Super Bowl av sær ímóti Patriots. Eg vænti at frá NFC verður tað ímillum Falcons, Vikings ella Eagles, og frá AFC eru sjálvandi Patriots altíð eitt gott boð saman við Jaguars og Texans. Mítt boð er Falcons - Jaguars. Hvat væntar tú annars fer at sermerkja kappingarárið í ár? - Eg vænti, at nýggju reglurnar við catch og takkling koma at sermerkja kappingina, og eg vænti tað koma serliga nógv penalties í hvørjum dysti. Longu í fyrsta dysti vóru 26. Annars eru nógvir góðir runningbacks í ár, so spurningurin er um liðini ikki munnu fara frá at kasta nógv til at renna meira. ”Um tú ert í grannalagnum, so verður tú bjóðaður inn til kaffi viðhvørt.” - Jóannes Jakobsen um málið hjá Jóan Símuni Edmundssyni ímóti Malta ”Vit mugu aftur í venjingarhøllina og hyggja at hvørjum vit kunnu gera betri.” - Jóhan á Plógv Hansen um ivasomu byrjanina hjá Bjerringbro- Silkeborg 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Ummæli: NFL á Viasat