Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Ein lýsing av fram­ gongdini Nations League landsdysturin móti Malta, er ein góð lýsing av framgongdini á føroyska landsliðnum. Í 1997 vistu vit ikki heilt, um vit eru favorittar móti Malta. Eitt land, sum hevur lættari við at fáa spælarar at spæla í heimligu deildini, og hevur fleiri pengar enn føroysku feløgini. Hóast tað, so hevur landsliðið ikki megnað gjørt stórvegis framstig síðani 1997. Spælararnir spæla í heimligu kappingini, meðan feløgini ikki altíð klára seg betri enn tey føroysku í evropesisku kappingunum. Tí skulu vit eisini fegnast um 3-1 sigurin á Malta. Tað er ein staðfesting, at vit sum landslið gera stór framstig. Malta hevði ávísar tekniskar førleikar, sum ger at fáa ein torføran útidyst móti teimum. Ongin ivi um tað, men tað er eisini hugaligt at staðfesta, at vit vinna dystin trygt. Í mínum eygum, so er sigurin væl tryggari, tá eg hyggi eftir dystinum umaftur. Eg veit ikki um tað er tí, at spenningurin er vekk og tú sær støðurnar øðrvísi. Soleiðis kennist tað í hvørtfall. Vit hava munin í spælinum at kalla allan dystin. UEFA fær mangan av grovfíluni. Bæði fyri tey stóru tingini, men eisini fyri tey smá tingini. Tí er tað eisini upp á sítt pláss, at UEFA fær kredit, tá tað rakar rætt. Nations League kappingin er eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Vit eru farin frá at spæla onkran tilvildarligan venjingarlandsdyst, til at spæla í minsta lagi seks kappingarførar landsdystir. Við á ferðini eru eisini umboð fyri Tórshavnar kommunu. Tey hava millum annað verið og hugt at leikvøllinum, sum Føroyar skulu spæla á í kvøld. Eg havi tosað við onkran teirra um nýggju langsíðuna á Tórsvølli, sum verður bygt í løtuni. Tað er eisini UEFA, sum eigur lut í, at Føroyar um tvey til trý ár kunnu spæla á einum ótrúliga flottum leikvølli. Eg droymi um eitt gott úrslit her í Kosovo í kvøld, men tað verður ikki lætt. Yvir 12 túsund áskoðarar og eitt væl sterkari mótstøðulið enn Malta – fáa vit ein javnleik, so liggja vit enn væl fyri í bólkinum. Tað hevði eg tikið, um eg fekk tað bjóðað beint nú trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge – Pristina, Kosovo Tað er sum ein avbera heitan før­oyskan summardag í Pristina í Kosovo. Føroyska lands­liðið hevur vant á Fadil Vokrri Stadium, sum liggur fáar metrar frá hjartanum í býnum. Íbúgvaratalið í Pris­tina liggur um tey 200 túsund, meðan íbúgvaratalið í Kosovo er áleið 1,8 millión til samans. Á føroyska tíðinda­fundi­ num eru Lars Olsen og Gunn­ ar Nielsen til staðar. Upp á nógvar mátar ein vanligur tíðinda­fundur, har dentur verður lagdur á týdningin at fáa stig í dystinum. Vit hava vunnið á Malta, og liggja nummar eitt í bólkinum, eftir at Aserbadjan og Koso­ vo spældu javnleik í fyrsta um­farinum. - Hetta er ein javnur og spenn­andi bólkur. Vit vita eisini, at hini liðini halda tað. Á pappírinum, so er Kosovo kanska sterkari. Vit kunnu væl liva við, at Kosovo og Aserbadjan eru favorittar, men vit hugsa mest um okkum sjálvar, eru orðini hjá landsliðsmálverjanum Gunnari Nielsen. Fyrsti dysturin móti Føroyum Fyrsti alment góðkendi lands­dyst­urin hjá Kosovo var móti Føroyum í juni 2016. Dysturin bleiv spældur í týska býnum, Frankfurt. Kosovo vann dystin 2-0, hóast teir fingu ein spælara útvístan í fyrra hálvleiki. Før­oyska liðið svarar aftur við einum av teimum heilt sjálvsomu reyðu kortunum, tí Bogi Reinert-Petersen fær bæði debut og útvístin upp á heilt fáar minuttir. Á tíð­inda­ fundinum verður Lars Olsen eisini spurdur um dystin, og um Kosovo hevur gjørt fram­stig síðani. - Tað er torført at meta Kosovo er betri nú. Vit taptu í Frankfurt. Tað sum eg havi síðani sæð er, at nógvir nýgg­ ir spælarar eru við nú. Tit hava eisini nógvar splælarar kring Evropa. Eg ivist ikki í, at Kosovo blívur betri og betri, so hvørt sum liðið fær spælt fleiri dystir. Talan er jú um eitt nýtt landslið, sigur Lars Olsen. Politiskur spenningur í Kosovo Tað fylgir nógv politiskt stríð við í sjálvstýrinum og FIFA-limaskapinum hjá Koso­vo. Tað kemur eisini til sjónd­ar á tíðindafundinum hjá Kosovo. Fyrrapartin av tíðindafundinum hjá Koso­ vo, sum er aftaná før­oysku venjingina, svarar Samir Ujkani, sum spælir við Çayk­ ur Rize­spor í Turka­landi, á móður­máli­num, meðan ein tolkur umsetur til enskt. Tá ítróttarredaktørurin hjá Kringvarpinum, Leivur Frederiksen, setir ein spurn­ ing um stoltleikan av at um­ boða Kosovo, so lið­skiparin hjá Kosovo, at hann gjarna vil sleppa at svara á ensk­um. -Hetta var altíð ein dreymur, at kunna spæla við Kosovo. Vit eru stoltir av, at kunnu spæla fyri Kosovo. Vit vita eisini hvussu nógv fólk hava kepmað fyri hesum. Vit eru stoltir og ótrúliga fegnir um hendan møguleikan, sigur Samir Ujkani. Tað hoyr­ ist á røddini, at hetta e nakað, sum hevur stóran týdning fyri hann. Venjari: Tit mugu virða Føroyar Í seinna partinum av tíð­ inda­fundinum, er tað lands­ liðsvenjarin hjá Kosovo, sum stendur fyri skotum. Høvðus­venjarin hjá Kosovo er Bernard Challandes, sum tók við sum venjari fyrr í ár, eftir at Albert Bunjaki takkaði fyri seg í 2017. 67 ára gamli Bernard Challandes, sum er úr Sveis, hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá Armenia. Eftir tveur bleytar spurn­ ingar, fær hann ein harðan spurning frá einum av lokalu tíðinda­monnunum. Hann verður spurdur um hann ætlar at leypa á í dystinum, og um hann ætlar at leggja frá sær, um Kosovo nú skuldi tapt. -Kanska fólk halda, at vit eru best í hesum bólkinum. Tit forlanga álopsfótbólt, men vit mugu eisini verið stinn­ir í verjustøðu. Eg skilji, at tit seta spurningar við álopsspælið í seinasta dysti, men tit halda ov lítið um Føroyar. Teir hava tapt tvey stórtap, men restina av dyst­unum eru allir javnir. Eg komu úr Sveis og havi sæð Andorra bara tapt 1-0 móti Portugal. Vit hava fyrr havt trupul­leikar við verjuni, men nú lata vit fáa mál inn. Eg skilji, at tú sum fjeppari og journalistur úr Kosovo vil hava álopsfótbólt, men sum venjari má eg siga finna javn­vágina, segði Bernard Challandes algoystur. Um hetta var spæl fyri gallarínum skal verða ósagt, men stutt eftir er tónin meiri vinar­ligur, og partarnir hava bestan hugin at flenna eftir støðuni. Útselt upp á fáar tímar Føroyska landsliðið skal í kvøld spæla móti Kosovo á Fadil Vokrri Stadium. Hetta er fyrsti veruligi heima­dyst­ urin hjá Kosovo. Á tíðinda­ fundinum verður eisini boð­ að frá, at tey áleið 12 túsund atgongumekini blivu seld upp á fáar tímar. Áhugin er óvan­liga stórur fyri júst hes­ um dystinum. - Tað er eg fegin um, at tað er so stórur áhugi fyri okkara fyrsta heimadysti. Tað merkir nógv fyri okkum, tí vit vilja gjarna vinna. Vit vóna at við hesum kann Kosovo koma longur fram sum fótbóltstjóð, sigur liðskiparin hjá Kosovo, Samir Ujkani. Lars Olsen fekk eisini ein líknandi spurning. Eg havi hoyrt at 12 til 13 túsund áskoðarar verða á stað­num. Tað koma spælar­ ar­nir at merkja á vøllinum, so tað ger tað eisini torført, men tað kemur eisini at motivera okkara spælarar. Eg veit at Kosovo hava eitt gott lið, og heimavøllurin er ein fyrimunir fyri Kosovo, so vit vita at hetta verður torført, sigur føroyski lands­ liðs­venjarin. Landsdysturin millum Kosovo verður í kvøld klokk­ an 19.45. Bæði In.fo og FM1 siga frá dystinum. Landsdysturin í kvøld millum Kosovo og Føroyar hevur stóran týdning fyri bæði londini. Fyri Føroyar er talan um fyrsta veruliga møguleikan, at kunna bjóða í kappingini um eitt pláss í EM 2020 endaspælinum, fyri Kosovo er dysturin eisini politiskur Kosovo – Føroyar: Ein stórur dystur fyri bæði londini