Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HUGLEIÐING Johan Mortensen hugleiðir Pápi mín æt Axel. Axel Hjá Johan úr Øravík. Pápi var sera íðin síla­fiskari og náttúru­vinur. Hvørja sum­ mar­frítíð vitjaði eg saman­ við honum Undir Heygn­um á Tvøroyri har Cathrina om­ ma mín og Elin pápa­syst­ur búði, abbi var deyður sum gamal maður. Sumr­ini á Tvøroyri vóru para­dís fyri meg. So skjótt tú var kom­ in úr klørnum á sjó­sjúkini á Gamla Smyrli og Bára­drang­ ur dagaði fram, tá visti tú at tú var komin heim. Sum ein ungur triumferandi Julius Cæsar spákaði eg út Und­ ir Heyggin saman við Elin pápa­systur og úr hvørj­ um húsi bóðu vinarligar og góðar røddir meg verða væl aftur­komnan.I ávísum húsi fekk eg altíð eina sleikisneis. So skjótt vit vóru komnir til húsa fann eg mínar spælivinir Daniel Jacob og Kristin Mikkelsen og vit hildu í fjøruna. Pápi fann sær skjótt sílagreiðirnar fram og so at tosa um hvar hann skuldi fara at fiska við onkrum vinmanni ofta Gunnar Mortensen ella Jens Thorolf Dam. Tað varð tosað um Vatnsdal og Hvannhaga og so Kirkjuvatn. Eg skilti ikki hetta heilt, stóð ein kirkja úti í einum vatni ? hesa myndina huxaði eg nógv um, men enn var eg ov lítil at sleppa við í fjølluni. Men so kom mín tíð og eg var mína fyrstu ferð á Kirkjuvatni omanfyri Famien. Vit fingu onkran at koyra okkum nær bygdina og so var farið til gongu ein góð­an summarmorgun. Eg var sera hugtikin av mýru­ snípuni og hvussu hon letur og eg tráðspurdi pápa hvussu hon bar seg at, pápi var tolin og segði mær frá øllum hann visti um heiðafuglin, spógvan og melankolsku láðina sum letur í moll og hann segði mær frá gula undir­løgu­grasinum sum fangar flugur. Áh sum alt angaði og var fagurt og grønt henda mín unga lívs­ morgun. Nær koma vit á Kirkju­vatn spurdi eg pápa, ótolin sum altíð, skjótt sigur hann, gakk ikki ov skjótt. Og so dagaði Kirkjuvatn fram, ongin kirkju, men eitt risa vatn við karri av nógvum rit­um, ein perla við homrum og fjøllum sum katedralar. So var farið at fiska, pápi við flugu­tráðu og við fluguni við tí dramatiska navninum Bloody Butcher fekk hann fleiri síl, eg gekk honum í hølun­um og fegnaðist um og bar hesi vøkru síl við reyðum blettum. Og alt var nýtt og gott fyri meg og eg gleddist um henda nýggja og undur­fagra heim. So fingu við okkum at eta, rugbreyð við putursukri og ein citrón vatn. Pápi legði seg upp aftur­á við kaffi og einum balli. Túrurin heim til bilin var langur og eg var móður, pápi leiddi meg, hann hevði heitar hend­ur, nú verður tað skjótt segði hann. Mjørkin legðist á okkum og sólin roðaði úti í Vesturhavinum Blíða, ein spógvi fylgdi okkum. Komin heim fekk eg mín yndlings­ rætt, rísingreyt við kaneli og smøri, eg var fyrsti­fødd­ ur og forkelaður og øll míni kulinarisku ynskir vóru gingin mær á møti. Pápi fór at kryvja sílini í vaski­num í køkinum. Hann fekk sær eina sigarett og ein gull­ beiðara, hann kruvdi og segði mær frá hvat síli hevði etið, mar­flugur, eyr og líknandi. Eg gloymi ongantíð angan av tubakki, øli og sílum í køki­num undir Heygnum, tey vaksnu prátaðu. Pápi og Elin pápasystir vóru bæði framúr góð frásøgufólk og so stuttlig og skemtilig og løtt í sinninum - og so fór eg til song­ar mettur av rísingreyti, og vakur­leika og við einari stórari náttúruuppliving sum festi seg í minni hjá ein­ ari viðkvæmari barnasál. Árini gingu og mín hugur at fiska og ganga í fjøllunum var eisini vaksin. Pápi og eg vóru hvørt ár á Kirkjuvatni og sum oftast var veiðan góð og vit høvdu nógvar náttúru­upplivingar saman sum hava merkt meg fyri lívid. Tá vit komu heim aftan­á langan fiskidag var døgurð­in ofta stoykt síl við Á KIRKJUVATNI