Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105 HUGLEIÐING Riesling hvítvíni, eina góða dessert við sherry og so settu vit okkum øll í hugnaligu stovuna at práta afturvið kaffi, cognac og einari góðari cigar – hugni, vælvera, kær­ leiki, - those were the days. Ídag er pápi, omma og fastir farin heim til Harran – húsið undir Heygn­um er selt, ongi Heyggjafólk eru eftir og okkara ætt farin av Tvøroyri. Hjá okkum er nú øsku­kalt. -------- Í farna august mánaða, nær mínum sekstiseks ára føðingardegi hevði eg avgjørt at fara aftur á Kirkjuvatn aftaná sløk fýrati ár – ofta hevði eg sett mær fyri at fara aftur á hesar gomlu gøtur, men ikki fingið tað upp í lag. Eg koyri gjøgnum Øravík, veðrið er sera gott og lýtt, fólk eru í bønum. Pápi segði altið, at her frá kom okkara faðir ætt, bað meg ikki gloyma tað, ikki gloyma røturnar, okur er Ørvingar og so brosaði hann. Eg steðgi á Øraskarði, har er ótrúl­iga vakurt, fyri tær breiðir seg Tvøroyrar fjørður, Nípan, Bára­drangur, Dímun og Skúvoy, Øravík, Tjalda­vík og vakri gamli ting­staður­ in Uppi Millum Stovur. Her hevur mangt ólukkudýrið fingið sín deyðadóm og hongdur sama dag niðri á Gálganum fyri av neyð at hava tikið ein seyð og har fekk Dóm­arin fjallstavin hjá Snæbirni millum eyguni. Og tú sær alt tað vakra lands­lag­ið oman ímóti Famien, hamrar og fjøll og Vesturhavið blikar. Øll tey vøkru fjøllini og so sermerkti Borgarknappur, Elin pápasystur segði at abbi mín Johan Úr Øravík hevði staðið ovast á honum sum unglingi, eg hugdi altið niðan á Borgarknapp at vita um eg sá abba. Eg seti bilin á okkara gamla øki og so at ganga. Gøtan er enn har og skjótt eru spógvar at hoyra sum bjóða mær vælkomnan aftur aftaná øll hesi ár.Undirløgugrasið og blómandi klokkulyngur eru har framvegis, onki er broytt, tað er bara eg sum eri broyttur. Tað er so lýtt og fjálgt og í minum sinni hevur fyrsta følvið lagt seg. Og nú dagar mítt barndóms Kirkjuvatn aftur fram, ein stór løta. Riturnar karra júst sum áður.Eg seti meg á ein stein við vatni har vit ofta sótu. Eg havi ikki tráðuni við, latið tankarnar reika um tað sum er farið og tey sum eru farin og eg gleðist um tøgnina og hesa stórslignu náttúru,so vakurt so vakurt, lítið sæst til farveg eftir fólki. Alt hetta økið eigur at verða friðað og lagt út sum Tjóðarpark samanvið Hvannhaga so at nakað verður eftir til okkara eftirkomarar. Hetta er Guðs fullkomna skaparverk sum vit hava skyldu at verja. Eg minnist at eg einaferð skrivaði mínar stavir á ein stein við vatni, eg leiti, men finni onki, stavirnir eru fúnaðir burtur júst sum eg sjálvur skjótt fúni og verði til dust. So raggi eg mær aftur til bilin – sera fegin um løtuna, hon gjørdi meg glaðan og ríkan í sinninum. Túrurin er væl styttri enn tá eg gekk hann sum óviti. Lívið er løgið : Ígjárkvøldið leiddi pápi meg heim, ídag havi eg seks abbabørn sum eg skal leiða heim. Komin til Øravíkar støðgi eg við steinin sum pápi tók stig at reisa um kenda handilsmannin Johan Mort­ en­sen. Steinurin er veður­ bard­ur og búmerki hja Morten­sens handlinum, eitt M sum stóð á skorsteinum á guvu­skipunum er farið. Tá pápi lá til tað seinasta fekkst lítið samband við hann. Eitt kvøldi eg standi við song hansara kom eg at hugsa um allar okkara sílatúrur, og eg sigi spakuliga við hann “Pápi, minnist tú tá vit fiskaðu síl saman”? eg væntaði onki svar, men brádliga nú letur í honum “long time ago” hesi vóru hansara senastu orð til mín í hesum heimi.