týsdagur 11. september 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
400 FÓLK HITTAST TIL ÆTTARSTEVNU Á GILJANESI LEYGARDAGIN
Ættarstevna fyri eftirkomarunum hjá Jacobinu, sum var úr Gomlustovu í Sørvági, og Zachariasi, sum var
úr húsinum Norðan fyri Garð í Sandavági verður leygardagin 15 september. Jacobina og Zacharias giftust
inn Norðan fyri Garð 17. september 1865 og fingu 11 børn. Hann var tá løgtingsmaður, og nøkur ár seinni
gjørdist hann eisini sýslumaður í Vágum. Ættarstevnan byrjar kl. 15, tá øll møtast við kirkjuna í Sandavági,
tað verður farið ein gongutúr í bygdini, har Heini F. Petersen sigur frá. Kl. 16.30 verður møtt í Ítróttarhøllini
á Giljanesi. Kl. 18.30 verður borðhald.
Kjartani Kristiansen til minnis
Undir víðum lofti gingu vit
saman um alt Føroyaland.
Altíð var gott at fylgja tær
eftir. Altíð gavst tú okkum
so nógv: tú gavst okkum títt
tol, títt blídliga og hugnaliga
sinnalag, tú oysti av tíni
stóru vitan um landið og
lendið og ikki minst, so fingu
vit nógvar skemtiligar søgur
afturvið.
Fyri at kenna ein stað, má
man hava havt hann undir
fótum, plagdi tú at siga, og
nú kenna vit næstan hvønn
dal, hvørt fjall, hvørt skarð,
hvønn kamb - um enn nakað
er eftir - tí land okkara er
stórt, tá tað skal havast
undir fótum og ikki bara
skoðast úr skjóttkoyrandi
bilum. Og tú hevði ein serlig
an viðføddan sans, ein inn
bygdan GPS, sum Ingigerð
plagar at siga, ið gjørdi at
tú altíð fanst veg, eisini á
ókendum leiðum. Tað var
trygt at fylgja tær, tí tú tókst
altið skilagóðar avgerðir.
Okkara skiftandi, merki
liga, føroyska veður, kallaði
tú “stuttligt veður”. Har var
enn ein innbygdur sans
ur aftrat, ein veðursansur,
sum tú átti fram um onnur,
tí hvør annar hevði kunna
funnið tað einasta opið í eini
tjúkkari tokudýnu, sum lá
um alt Føroyar, uttan tú?
Hetta minnist eg serliga frá
tí vit einaferð fóru úr Dølum
móti Vestmanna, tí tú valdi
hetta sum plan B. Vit sólaðu
okkum í brekkuni, meðan
tokudýnan framvegis lá alla
aðrastaðni. Og hinaferð vit
skuldu á Prestfjall og Nakk,
men tám lá á Nakkinum, og
tú skeyt upp, at taka Gríms
fjall fyrst, og hvat? Tá hetta
var gjørt og Prestfjall gingið,
var fínasta veður á Nakki.
Mangan drálaði tú, tá vit
komu úr bussinum, prátaði
og fortaldi, meðan vit onnur
trippaðu, ótolin um at koma í
gongd. Tá so glið kom á, tást
ani var týðuligt, at tú hevði
bíðað eftir einum ávísum
veðurskáa, sum vit onnur
ikki høvdu skil fyri at spáa
um.
Sagt verður at maður
kemur í mans stað, men so
verður ikki í hesum føri. Vit
kunnu ganga víðari, men tað
verður ongantíð tað sama,
sum tá tú førdi okkum um
fjøllini. At hava havt hesa frí
tíðargleði í eina fjórðingsøld
saman við tær og Ingigerð
hevur verið ein sannur dýr
gripur í mínum lívi. Og eg eri
vís í, at eg tosi fyri øll tey, ið
hava fylgt tær gjøgnum øll
hesi mongu árini. Tú ríkaði
okkum øll.
Hjartað er fult av takk
semi.
Takk Ingigerð, at tú lat
okkum hava Kjartan teir
gongudagarnar, tá tú ikki
sjálv vart við okkum. Nú
fór Kjartan handan sýnina,
og kemur ikki aftur. Tú og
tykkara sita eftir. Eg ynski
at tit í støðuni, sum nú bleiv,
skulu kenna tykkum styrkt
av minninum um ein góðan
mann, pápa og abba.
Bette
Hósdagin 13. september
fyllir ein kendur
sørvingur 75 ár
Hetta er ein sørvingur sum á
mangan hátt skarar framúr.
Ein, ið ongantíð hevur gjørt
“haltari hønu” mein. Ein, ið
ongantíð hevur gjørt mun á
fólki. Ein, ið ongantíð hevur
spilt nakran út. Ein, ið ong
antíð hevur sett seg sjálvan
høgt – ella brúkt albogarnar
fyri at koma fram. Ein, ið
ongantíð hevur tráað eftir,
at koma “hátt í hesi verð”.
Ein, ið ongantíð hevur luttik
ið í “dansinum um gullkálv
in”. Ein, ið fegin gekk tvær
míl og ikki bert ta einu. Ein
hvørs lív er og hevur verið
merkt av nøgdsemi. Ein, ið
far skoðsmálið mikla at vera
sælur, tí hann er “hjarta
reinur”. Ja, soleiðis kundi eg
hildið á at lýst hendan merk
ismann, sum nú rundar tey
sjeytifimm.
Vilmund fór sum smá
drongur til Danmarkar á
stovn. Møguleikarnir fyri
stuðli her á klettunum vóru
ikki teir sum í dag.
Hann kom heimaftur sum
16 ára gamal og búsettist í
heimbygdni.
Vilmund hevur altíð verið
eitt arbeiðsgrev – og mong
eru tey sum fingu hjálpandi
hond hansara at kenna.
Serliga var tað teim gomlu
og teim, ið ikki megnaðu
sjálvi, hann royndist sera
hjálpsamur.
Velti,
slerdi
gras, ruddaði og gekk ørindi.
Mangan kjallara í Sørvági
man hann hava ruddað! Um
veturin hjálpti hann fólki at
grava kava.
Har sum Vilmund hevði
verið, var ikki neyðugt at
koma afturum aftur. Alt ar
beiðið var væl úr hondum
greitt. Lønin var ikki altíð
samsvarandi verkið – og
tímarnar, ið nýttir vóru.
Hann kravdi ongantíð nak
að – var takksamur fyri tað
hann fekk. Tað sum gleddi
hann mest var at síggja full
ført verk og tað at hava verið
onkrum til hjálpar!
Innløgumaður sum fáur.
Minnist hvussu hann árla
á morgni fór út á keiina at
fiska og kom mangan aftur
til húsa við stórum fongi,
sum hann so kruvdi og fekk
til høldar. At geva øðrum
burturav var honum eyð
sýnt.
Vilmund hevur verið sera
húsligur og mangan hava vit
notið gott av hansara hjálp
semi, tá hann onkran seinra
partin plagdi at “ansa eftir
húsinum”. Alt skein, tá vit
komu aftur.
Tá børnini vóru smá,
plagdi hann at spæla við tey
og tað dámdi teim sera væl.
Hann var góður við børnini.
Honum hevur altíð dáma
væl at sungið og havt eina
sera góða rødd. Minnist
hvussu vit mangan plagdu
at standa uttan fyri sovi
kamarshurðina hjá honum
og lurta, meðan hann sang
ein fyri og annan eftir.
Sera gott minni, sum eis
ini er komið til sjóndar í
hesum, at tá hann einaferð
hevði møtt einum persóni og
fingið navn hansara at vita,
so mintist hann – sjálvt um
mong ár gingu, til hann møtti
hesum persóni aftur. Her
kundi ein skemtilig hending
verið nevnd: Sørvingur, sum
ikki hevði sæð Vilmund í eini
10 ár, fór brosandi móti hon
um og sigur “Góðan dagin,
Vilmund – nú er langt síðani
vit báðir sóust – hvussu hev
ur tú tað?” Uttan at svara
spurninginum hyggur Vil
mund upp á hann og sigur
stutt og greitt: ”Tú, nær ætlar
tú at bera mær sleggina aft
ur, sum tú lánti frá mær fyri
meir enn 10 árum síðani?”
Røkin sum fáur. Kjallarin
altíð rudduligur og øll am
boðini, hann nýtti, vóru har
tey áttu at vera.
Vilmund hevur einastand
ani eginleikar at síggja tað
skemtiliga við og í tilveruni.
Hann er sjálvironiskur og er
heldur ikki smæðin fyri at
fáa skemt burturúr øðrum
– upp á ein sera “fittan” og
hugnaligan hátt. Hann setur
fólk í samband við sangir
og uttan alment at avdúkað
Heilsan til Vilmund Niclasen á 75 ára degnum
– Sagt verður at maður kemur í mans stað, men so verður ikki í hesum føri. Vit kunnu ganga víðari, men tað verður
ongantíð tað sama, sum tá tú førdi okkum um fjøllini, skriva Bette Johansen í minningarorðum um Kjartan Kirstiansen
12. og 13. september – bæði
kvøldini klokkan 20 – fara
tónleikarar
at
heiðra
Chuck Berry, 1926-2017, í
Spaniustovu í Klaksvík
og á Reinsarínum í Havn.
Talan er um heiðurs
konsert og frásøgu.
– Um tú vildi givið
Rock’n’Roll
eitt
annað
navn, kundi tú kalla tað
fyri Chuck Berry, segði
John Lennon.
Tað vóru fleiri fedrar
at rokkinum, men ong
in so slóðbrótandi sum
Chuck Berry. Hann gjørdi
guittaran til stjørnu – frá
at vera eitt rútmuljóð
føri til at spæla aftan fyri
høvdið, og hann gjørdi tær
fyrstu Rock’n’Roll pall
rørslurnar (Duck walk.)
Hann var eisini tann
fyrsti
rockhøvundurin,
sum skrivaði bakgrunds
tekstin til ungdómin í
50’unum, og var við til at
ítøkiliggera tann nútím
ans tannáringin. Langt
áðrenn Dylan komment
eraði hann samfelagið til
rokkrútmur – og Lenn
on mátti seinni ásanna,
at Berry smíðaði gáv
aðan lyrik meðan hini
sungu “Baby I love you” í
50’unum.
Hann hevði alstóra
ávirkan á alt, sum kom
aftaná – frá The Beatles
og The Rolling Stones
til ein hvønn bólk, sum
kallaði seg sjálvan Rock
and Roll. Hann skrivaði
Sweet Little Sixteen og
School Days um lívið sum
tannáringur, Roll over
Beethoven um hvussu
Rock’n’Roll broytir søgun
ar gongd (Roll over Beet
hoven and tell Tchaikow
sky the news), Rock and
Roll Music sum brúkaá
vísing til vóngóðar rokk
lærlingar (It’s got a back
beat you can’t loose it), og
tjóðsangin hjá øllum vón
ríkum rokkarum, Johnny
B. Goode. Og hitløg sum
Maybellene,
Memphis
Tennesee, You never can
tell og No particular place
to go.
Á kvøldsetuni sigur
Meinhard Jensen frá um
Rock’n’Roll undangongu
mannin Chuck Berry, og
stjørnuløg hansara verða
tulkað av vælatónleik
arunum, abba- og lang
abbasynir Berry’s í and
anum: Janus Petersen,
gittar, Jens Pauli Joensen,
trummur, Jógvan Fróði
Baldvinsson, bas, og Rani
Nolsøe, gittar.
Heiðra rokk-pápan
Chuck Berry